Tróndur Arge frá Rás 2 er ótroyttligur. Hann og Heri Simonsen hava júst endað frásagnirnar frá Effodeildini, og nú herja teir á at varpa út hondbóltsdystir í bestu deildunum. At varpa út hondbóltsdystir hevur so ómetaliga nógv siga fyri hondbóltin í Føroyum. Ein góð “reklama” fyri spælið. Trónd Arge kenni eg ikki, men tú hoyrdi beinanvegin, tá hann kom framat mikrofonini á sinni, at hann hevur arvað hesi evni frá pápanum Magna Arge, pápabeiggjanum Jógvani Arge og ikki at gloyma abbanum Niels Juul Arge. Og Tróndur Arge veit eina rúgvu um serliga fótbólt og útlendska fótbólt, og so aðrar ítróttagreinar í Føroyum.
Beint nú kemur neistamaðar á gátt hjá okkum eftir at hava sæð kvinnudystin millum Neistan og VÍF. Spennandi og góður dystur, vóru fyrstu orðini. Sjálvur lurtaði eg eftir Tróndi Arge á Rás2. Frálík frásøgn og góðar viðmerkingar frá Juliani Johansen, sum venur Kyndilsmenn. Tá eg spurdi neistamannin, hvat gjørdi av dystin, segði hann beinanvegin Fríða Petersen í neistamálinum. Neistaálopið sýntist nógvar løtur fantasileyst, har serliga tær ungu ikki tordu at bjóða av. Síðan kom Jacklin Durhuus á vøllin, og tá kom meira ferð í neistaálopið. Sjálvt um Neistin vann dystin, so hava neistakvinnur spælt betri dyst fyrr í kappingini, segði neistamaðurin.
Julian Johansen segði eftir dystin, at hann metti Neistan at fara við fyrsta plássinum í grundspælinum, og at Kyndil og VÍF koma at kappast um seinna plássið. Eg haldi, at úrlitini higartil boða frá, at torført er at spáa um framtíðina hjá teimum trimum oddaliðunum, tí liðini eru so viðbrekin. Tey standa og falla við fáum lyklaspælarum og málverjunum. Liðini tola ikki tildømis at missa ein av góðu bakspælarunum vegna skaða.
Hann segði eisini, at álopsspælið hjá VÍF fleyt nógv betur enn hjá Neistanum, og ferðin í spælinum var nógv størri enn hjá Neistanum. Stórt rós til Liljuna Durhuus, sum skeyt átta mál, og serliga legði hann merki til undirhondskotini hjá Liljuni, sum riggaðu heilt væl. Vit tosa jú um marginalar, tá Neistin vinnur dystin í seinastu sekundunum. Sjálvandi er altíð lætt at gita, men uttan iva kemur kappingin at standa millum Kyndi, VÍF og Neistan at náa FM-finaluplássini.
Venda vit aftur til Trónd Arge, so plagi eg at lurta eftir honum og Hera Simoansen fríggjadag seinnapart. Teir báðir og aðrir hjálparmenn kring landið kunnu tosa um fótbóllt í eitt døgn út í eitt, tí teir hava so stóra vitan um einstakar fótbóltsspælarar bæði í Føroyum og serliga í ensku kappingini. Onkuntíð haldi eg, at Tróndur ger ov nógv av, kanska rópar nakað nógv, men nú eri eg eldri maður, og tí kanska nakað sartur. Tú er óførur Tróndur, og tað sama tú Heri Simonsen, sum situr niðri í Vágsbotni og stýrir knøttunum og sigur frá. Frálíkt at tit varpa út hondbóltsdystir og ikki gloyma kvinnurnar, tí ein kvinnudystur er minst líka áhugaverdur at síggja og hartil kann gerast eins spennandi og ein mansdystur. Kvinnurdysturin millum Neisan og VÍF mikukvøldið var prógv um hetta. Takk fyri tit báðir. Og Tróndur Arge fær høvuðsmyndina hesuferð.
Næstu dystirnir í bestu kvinnudeildini verða spældir um vikuskiftið. Leygardagin spæla VÍF og StÍF í Vestmanna, og sunnudagin spæla VB og Kyndil í Vági. Ja, so verður toppdystur um eina viku millum Kyndil og Neistan. (Vagnur)
Neistin – VÍF 24 – 23 (9-10) Dómarar. Hannis Wardum og Uni Wardum
Málskjúttar Neistans: Jacklin Durhuus 8, Marjun Danberg 4, Eir Berg 3, Birita Jacobsen 2, Ása D. á Neystabø 2, Brynja Høj 2 og Nicloleta Hansen 2
Málskjúttar VÍF: Liljan Djurhuus 8, Marianna Holm Jacobsen 5, Agnas Olsen 4, Eilen Hansen 3, Beinta Poulsen 1, Daniella Joensen 1 og Randi Virgarsdóttir 1.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 5 | 117 | 96 | 21 | 9 |
| 2 | Kyndil | 5 | 119 | 95 | 24 | 8 |
| 3 | VÍF | 5 | 140 | 119 | 21 | 6 |
| 4 | Stjørnan | 5 | 102 | 129 | -27 | 3 |
| 5 | VB | 5 | 113 | 123 | -10 | 2 |
| 6 | StÍF | 5 | 97 | 126 | -29 | 2 |

