Eg fekk frá Landsbókasavninum áhugaverda kappingarskipan frá 1945. Skipan bæði fyri hondbólt og fótbólt, og hon er óivað fyrsta kappingarskipan í hvørfalli í hondbólti. Í skipanini er nógv forvitnisligt at síggja, millum annað visti eg ikki, at tey hava spælt hondbólt í Húsavík, og at bæði menn og kvinnur spældu hondbólt í Skúgvi í 1945. Tey spældu eisini kvinnuhondbólt í Fámjin, Sandvík og øllum stóru bygdunum í Vágum. Nógv áhugavert hondbóltstilfar.
Sum tit síggja í skipanini, so spældu mansliðini í bestu deildini fyrst innleiðandi dystir í økjum. Síðani vórðu spældar hálvfinalur 12. august og finalur í Havn 26. august. Fyrstu dystirnir eru 27. mai og seinasti dystur 26. august. Kappingarskipanin frá 1945 sigur mær, at nógv áhugavert hondbóltstilfar er at fara eftir. Og hvør veit, kanska eydnast mær at finna onkra mynd av hondbóltsliði úr Skúgvi, Fámjin, Nólsoy, Sandvík ella Húsavík.
Hyggja vit at kvinnukappingini niðanfyri, so spældu tey hondbólt í bestu deildini bæði í Sandavági, Miðvági og Sørvági í 1945. Og har er Vípan á Sandi, TB á Tvøroyri, Aldan úr Vestmanna, Royn úr Hvalba og mín sann eisini S.V.B úr Sandvík. Eg minnist, at tey spældu hondbólt í Hvalba, men í Sandvík, hetta er nýtt fyri mær. Tá ið eg síggi øll hesi gomlu hondbóltsnøvnini, so má sigast, at hondbóltsfamiljan var einaferð størri kring landið, hvat hondbóltsfeløgum viðvíkur.
Men einki er at ivast í, at beint eftir seinna heimsbardaga broyttist alt í Føroyum, tí nú vóru fólk ikki longur innibyrgd og kundu fara óttaleys úr bygd og bý at arbeiða ella fáa sær útbúgving. Herfyri sá eg í bygdarsøgu, at tey spældu hondbólt í Lorvík, og í míni hondbóltstíð spældu tey hondbólt í Gøtu og í Fuglafirði. (Vagnur)


Hettar er eisini heilt nýtt fyri mær. At hondbóltur hevur verdi spældur t.d í Skúvoy, ljódar áhugavert. Hugsa okkum tad í dag !
Tad sum dámar mær best er nøvnini. KLETTUR, TJALDUR, ALDAN, ROYN, SØLJAN, DÚGVAN, TERNAN, NEISTIN, STJØRNAN, VÍPAN, og fleiri.
Seinri KYNDIL. Og í ødrum ítrottagreinum, VÍKINGUR, LJÓSID, STØKK, 07 VESTUR o.s.v.
Og ikki til dømis: ÍA, tad liggur heilt skeivt á tunguni.
HC Kvívík, B 68, B 71, H 71, EB/Streymur, vid fleiri. Fantasileyst. FC og HC. Internationalt skal tad verda. Nær man HC Kvívík (Handball Club Kvívík) koma á tad Europæiska landkortid ?
Í Brasilia er eitt fótbóltfelag, sum eitur VASCO DA GAMA, einki minnid. Hvar eru Ódin og Tór – Sigmundur og Tróndur og fleiri adrir?