Ætlan mín hevur leingi verið at skrivað grein um Sverra Fon. Sverri var gubba mín og systkinabarn mammu. Skal skrivast nakað um Sverra, má leiðin fyrst gerast til Norðdepils, har Sverri var føddur. Men allar fyrst fara vit aftur til abba Sverra, Jógvan Christiansen, róptur HavnarJógvan.
Í juni mánaði í 1879 kemur abbi Sverra Fon til Norðdepils at standa fyri handlinum hjá Jørgen Bech. Hjúnini Jógvan og Marianna, sum bæði vóru úr Havn, vóru fyrst farin til Eiðis, har Jógvan kom at arbeiða í handlinum hjá Kruse.
Men so hendi tað, at fyrsti niðursetumaðurin í Norðdepli, Pól Sivar Sivertsen, sum stóð fyri handlinum, doyr ungur bara 37 ára gamal.

Sverri Fon fær studensprógv í 1941. Bara fimm vóru næmingarnir. Aftast f.v: Axel Tórgarð, Tórshavn, og Kristian Haraldsen, Fuglafirði. Fremst f.v: Karl Justiussen, Svínoy, Else Petersen, Tórshavn, og Sverri Fon, Norðdepli. (Tórshavn – fólk og yrki)
Boð vóru send til Eiðis at fáa HavnarJógvan og konuna Marionnu at koma til Norðdepils at standa fyri handlinum. HavnarJógvan tók av tilboðnum og flutti í 1879 til Norðdepils. Tey bæði áttu trý børn, tá tey komu til Norðdepils og fingu seks børn tilsamans. Børnini vóru Christian Christiansen, sum var pápi mammu, Sámal Christiansen, Anna Djurhuus, sum var gift við skaldinum Janusi Djurhuus, Louisa Christiansen, sum doyr sum átjan ára gomul, Kristianna, sum giftist í Norra, og so Debes Christiansen, sum búsettist í Norðdepli. Hesin Debes Christiansen var pápi Sverra Fon, føddur Christansen.

Í kirkjugarðinum í Norðdepli ligga forfedrar hjá Sverra Fon grivnir. Gravsteinurin uttast til vintru abbin HavnarJógvan og omman Marianna. Síðani tríggir gravsteinar, har Debes Christiansen, pápi Sverra, liggur grivin. Undir lið liggja Svanhild, mamma Sverra, og Anna, seinna kona Debes. (Mynd Vagnur)
I kirkjugarðinum í Norðdepli standa fýra gravsteinar lið um lið. Ein stórur hvítur steinur við nøvnunum á HavnarJógvani og Marionnu. Síðan er steinurin hjá Debes Christiansen, pápa Sverra Fon. Við síðuna av hesum steini hevur Debes tvær konur undir lið. Fyrra konan Svanhild úr Árnafirði og Debes áttu fýra børn: Jógvan, Johan, Leiv og yngst Sverra Fon. Tað ólukkuliga hendi, at Svanhild, mamma Sverra, doyr í barsilssong, tá Sverri var føddur 25. apríl í 1919. Í 1932 giftist Debes uppaftur við nógv yngri konuni Onnu úr Svínoy, og tey fáa fimm børn: Álv, Annfinn, Marionnu, Bjarna og Árna.

Sverri Fon, pápasystirin Anna Djurhuus og Hjørdis Djurhuus Nielsen liggja lið um lið í kirkjugarðinum í Havn. Hjørdis var dóttir Onnu og Janus Djurhuus. (Mynd Vagnur)
Tá eg síggi fyri mær Sverra Fon, sum var føddur flaggdagin 25. apríl 1919 og doyr alt ov ungur bert 49 ára gamal 14. august 1968, síggi eg ein mann í gráum frakka við hatti á høvdinum, pípu og tasku í hond, lík gomlu brúnu skúlataskunum, ganga niðan ímóti Landsbókasavninum, har hann arbeiddi. Gamla Landsbókasavnið frá 1931, sum er bygt úr slignum gróti og æt frá byrjan Amtbókasavnið, men fekk seinni navnið Føroya landsbókasavn.

Fólk flest minnast serliga hesa mynina av Sverra Fon. Hatturin, slipsið, grái frakkin og pípu í hond.
Tað var nakað hátíðarligt yvir Sverra Fon, og ikki tordi eg sum smádrongur at rópa “gubbi”, tá eg hitti Sverra. Hesin fámælti og í míni dreingjaverð lítið sigandi maður. Men hann heilsaði altíð, men vísti ikki sínar kenslur. Spæliplássið hjá okkum við Landavegin var økið við Landsbókasavnið, tí økið var dragandi við trøum og frálíkum grasfløtum, har vit spældi bólt. Eldri skóti segði mær, at Sverri Fon var styggur persónur, sum ikki var lættur at koma í prát við.

Eskil Christiansen, Svend Poulsen (Bambus), Sverri Fon og Karl Johansen á “Jamboree” í Onglandi í 1957. (Mynd Skótaliðið SSB)
Siga vit Sverri Fon, siga vit harvið Føroya landsbókasavn og bøkur, Skótalið Sigmunds Brestissonar og Sjónleikarahúsið. Sverri, sonur Debes Christiansen úr Norðdepli, kom í 1932 ungur til Havnar at ganga í Millum- og Realskúlanum. Hann tók realprógv í 1937, og tá Føroya løgting slóðaði fyri, at næmingar kundi nema sær studentprógv í Føroyum, var Sverri ein av fyrstu næmingum, sum tók studentsprógv. Fyrstu næmingarnir fingu prógv í 1940, og Sverri fekk studentsprógv í 1941.
Sverri ætlaði sær til Danmarkar at lesa víðari, men hann slapp ikki úr Føroyum av krígsávum. Áhugin fyri bókum var stórur. Sverri fekk starv sum hjálpari hjá M.A. Jacobsen, bókavørði, men tá bókavørðurin doyði í 1944, gjørdist Sverri Fon leiðari á bókasavninum. Umframt at leiða bókasavnið, var stóra arbeiðið hjá Sverra at fáa bøkur út um alt landið. Eingin útlendskur lesnaður var hjá fólki at fáa undir krígnum.
Eftir kríggið fór Sverri í 1946 til Danmarkar, har hann gjørdist næmingur á bókasavni í Odense. Í 1948 fær hann prógv sum bókavørður og flytir aftur til Føroya at arbeiða á Amtsbókasavninum, sum tað æt tá. Heimastýrislógin var komin í gildi, og í 1951 fær bókasavnið navnið Føroya landsbókasavn, og Sverri Fon gerst landsbókavørður. Við síni vitan og arbeiðsorku fær hann Føroya landsbókasavn til eitt nýmótans bókasavn. Sverra minnist eg sum virknan skótaleiðara, og so minnist eg eisini, at hann spældi sjónleik í Sjónleikarhúsinum, har hann var við í fleiri leikum. Millum annað Topaze í 1957, Gioconda smílið í 1957 og Charles tanta frá 1956, haðani sjónleikamyndirnar stava frá.
Demmus Hentze og Sverri Fon vóru vinmenn
Sverri Fon er føddur Christiansen, men so langt aftur bæði til bókasavn, skótar og sjónleik eitur hann Fon til eftirnavn. Tá eg støkk inn á gólvið á skrivstovuni í kirkjugarðinum, vóru ørindi míni fyrst at vita, hvar Sverri er grivin. Síðan hvat navn stóð í bókini hjá teimum. Har stóð Sverri Fon og ikki eftirnavnið Christiansen. Hetta mátti finnast útav, og spurdi eg fyrst í familjuni, men eingin visti. Men av tilvild kom eg at tosa við Hammer Debes, sum eina tíð var nærmasti granni hjá Sverra Fon, sum eitt skifti búði í Tungugøtu niðan fyri hjá Hammer og teimum. Far og spyr Demmus Hentze – Sverri og hann vóru vinmenn og gingu í realskúla saman, segði Hammer..

Leikurin Charles tanta í 1956. Frá vinstru Frazer Eysturoy, Georg Samuelsen, Sverri Fon, Flemming Samuelsen, Jórun Matras, Bysse Mohr, Poul Arni Joensen og Rachel Samuelsen (Myndaeigari Sjónleikarhúsið)
Demmus Hentze fyllur í næstum 92 ár og býr á Ellisheiminum. So eg út á Ellisheimið at banka uppá kamar nummar 19 á næstu hædd. Jú, Demmus, sum eg kenni væl, var bæði blíður og týður. Demmus segði mær, at Sverri Fon kom nógv í heimið hjá teimum á Debesartrøð. Bókasavnið læt aftur klokkan átta um kvøldið, og tá plagdi Sverri at koma framvið. Sverri legði einaferð upp til, at teir báðir skuldi fara eina ferð saman í Europa.
Í 1960 fóru teir báðir mánaðarlanga ferð. Ferðin byrjaði á høvuðsjarnbreytini í Keypmannahavn til München í Týsklandi og nakrar dagar seinni víðari til Italia, har teir sóu nógv søgulig støð, tí Sverri eins og Demmus høvdu stóran áhuga at uppliva so nógv sum møguligt á ferðini. Á veg heimaftur sigldu teir á Rhinánni, ein ógloymandi ferð saman við Sverra Fon, sigur Demmus. Eg spyrji at enda Demmus um navnið Fon, tí eg ringdi til Norðdepils at spyrja, um nakað staðarnavn har norðuri eitur Fon, men so er ikki. Demmus sigur, at Sverri Fon á ungum aldri vildi sleppa sær av við eftirnavnið Christiansen og søkti um at fáa eftirnavnið Fonn. Hann hugsaði um kavafonn, men navnið Fonn var upptikið, og hann gjørdi ikki mætari enn at søkja um at fáa navnið Fon við einum n, og tá bar til.
Skal eg leggja saman tað, sum eg havi lisið um Sverra Fon, og tað sum familjan segði um Sverra, so var maðurin serligur. Hann var ógiftur, var kanska smæðin og segði ikki nógv. Pápasystir Sverra Anna Djurhuus, sum var gift við Janusi Djurhuus, og dóttirin Hjørdis bygdu sær hús við síðuna av KFUM við Hoydalsvegin. Hjørdis búði tó í Danmark, har hon var gift og arbeiddi sum lækni. Sverri búði tá í Kongagøtu, men hann flutti síðani niðan til pápasystrina, sum hann hevði nært samband við.
Ì einum eftirmæli skrivar Dimmalætting millum annað hesi orðini um Sverra Fon: Sverri Fon – alt tikið saman um – var eitt fjølbroytt menniskja. Tá hann kom sær í felagsskap við onnur, hevði hann ikki lætt við at samtykkja onnur. Men einstøk fólk vóru ímillum, sum hann knýtti heit vinarbond við. Samvitskufullur í virki sínum burturav, glaður og takksamur í lagi saman við vinmonnum. Eitt menniskja heilt burtur av fyri tey og teir, sum kendu hann, og sum vitjaði hann ella vóru vitjað av honum, skrivar blaðið.
Sverri sat í ymsum mentanarnevndum og var frá 1955 til 1962 blaðstjóri á blaðnum Glugganum. Sverri hevði nógv onnur álitisstørv. Var í nevndini fyri studentarnar í Føroyum, í leiðsluni í M.A. Jacobsens grunni, sum letur pening til føroysk skald, var í leiðsluni í Fróðskaparsetri Føroya og var í skúlabókanevnd løgtingsins.
Sverri Fon doyði knappliga og alt ov tíðliga. Mær er sagt, at Sverri hevði brotið beinið og skuldi binda frið. Men um tað mundið skuldi býarbókasavnið setast á stovn, hagar Landsbókasavnið eisini skuldi lata bøkur. So nógv var at gera á Landsbókasavninum. Men ein morgunin møtti Sverri ikki til arbeiðis. Beinið hevði tikið ilt fyri seg, Sverri fekk blóðtøpp og doyði eftir stutta og svára sjúkralegu bert 49 ára gamal 14. august 1968. (Vagnur)

Sverri var eisini á “Jamboree” í Grikkalandi í 1963. Myndin er tó úr Onglandi í 1957. (Mynd Skótaliðið SSB)


