
Neistamenn kappingarárið 1998/1999: Standandi f.v: Hans Laksá, Bogi Simonsen, Jógvan Djurhuus, Ørvur Heimbø, Kári Mortensen, Andreas F. Hansen, spælandi venjari og Karl Oddmar Rasmussen. Húkandi f,v: Páll Nólsoy, Finn Mørk, Bogi Henriksen, Heri Dahl, Ári Rouch og Rahm í Króki, liðleiðari.
Um dagarnar fekk eg nakrar liðmyndir frá Djóna Dalsgarð og millum mannað tvær myndir av neistamonnum og neistakvinnum frá kappingarárinum 1998/1999. Tað serliga við mansmyndini er, at Andreas F. Hansen, sum vit kenna sum góðan linjuspælara, síðani A-dómara, og nú venur kyndilskvinnur, er á myndini. Minnist væl, hvussu væl nøgdir neistamenn og vit onnur neistafólk vóru, tí Andreas fekk tað allar besta burturúr neistamonnum hetta árið. Tíverri var hann bara spælandi venjari eina árið, tí hann flutti til Fraklands í arbeiðsørindum. Læs resten








