Komi næsta hvønn dag oman til sjóvarmálan, og mangan síggi eg teinæringin, sum Kaj Hammer smíðaði, á Havnarvág ella í Nólsoyarfirði. Snotuligur bátur, sum nógv fáa gleði av. Báturin liggur við Müllers pakkhús, og nógv ferðafólk síggi eg hyggja at bátinum. Hósmorgunin komu skúlanæmingar bæði gentur og dreingir við lærara afturi í rong inn um Molan. Áralagið var bara heilt hampuligt. Lagið var gott umborð, og øll róðu í vesti. Í 2012 hevði eg samrøðu við Kaj Hammer um bátin, sum var serlig uppgáva at smíða.
– Síðani koma vit til serligu uppgávuna at smíða Teinæringin, sum verður róð av tjúgu monnum. Tað er eitt áhugafelag, sum bað meg smíða bátin. Hetta var gomul ætlan heilt aftur til ár 2000, og tað skuldi vera bátasmiðir úr Roskildi, sum skuldu smíða bátin og bara gomul amboð skuldu brúkast, men ætlanin dró út, tí hon gjørdist alt ov kostnaðarmikil.
– Síðan bóðu teir meg smíða bátin, og eg hevði bara ein modellbát at halda meg til. Hetta var ein ótrúliga spennandi tíð, og nógv fólk stukku inn á gólvið í hølum hjá Mest at forvitnast, meðan eg smíðaði bátin. Vanliga brúkar tú einar 220 tímar at smíða eitt 4-mannafar, men eg brúkti 700 tímar at smíða Teinæringin.
– Og eg eri ótrúliga væl nøgdur við úrslitið, og tað eru eigararnir eisini. Báturin er lættur at rógva, hann rennur væl og er ógvuliga tryggur. Serliga uppgávan við teinæringinum var at fáa rættan bug í bátin, so hann tók seg væl út.Tilfarið til bátin kom úr Norra, men tíverri lá viðurin uttandura í nógv ár, og hetta var alt annað enn gott, segði Kaj Hammer. (Vagnur)

