Hugskotið at byggja eitt føroyskt víkingaskip stavar frá Víkingadøgunum, sum vera fyriskipaðir í Hovi. Øll Norðurlondini eiga eitt ella fleiri víkingaskip, og verða nú øll segl sett, so føroyingar eisini koma at eiga eitt víkingaskip. Men vegurin er langur, til víkingaskipið er liðugt bygt. Felagið Vìkingaskip sær fram ímóti at fara í gongd við áhugaverdu ætlanina. Hetta havi eg tosað um við Janu Jensen, sum er ein av fyrireikarunum. Og Jana sigur:
– Áhugin fyri víkingatíðini er vaksin nógv millum føroyingar seinnu árini, og sæst hetta aftur í, at tað nú eru trý víkingafeløg í Føroyum.
– Endamálið við árligu víkingadøgunum er at varpa ljós á víkingasøguna, so hon ikki fer í gloymskunnar hav. Vit halda, at víkingatíðin er um at vera gloymdur partur í Føroya søgu, og tí vilja vit slóða fyri, at víkingasøgan verður førd víðari eisini í føroyska fólkaskúlanum. Øll hini Norðurlondini hava víkingaskip, og tí er tað ein sjálvfylgja, at vit føroyingar, sum eru partur í víkingasøguni í Norðurhøvum, eisini byggja okkum eitt víkingaskip.
– Í september mánaði vóru vit í Noregi á seminari, sum kallaðist Råseglseminar 2015, har nógv fólk hittast, sum hava stóran áhuga fyri eitt nú bátabygging, sigling við seglum og víkingaskipum. Her hittu vit millum annað Jon Boyer Godal, Gunnar Eldjarn og Geir Røvik, sum eru kendir menn í Noregi, tá talan er um at varðveita og umvæla víkingaskip. Geir Røvik hevur staðið fyri at byggja kenda Saga Oseberg, sum í dag telist millum mest vitjaðu ferðavinnumál í Noregi.
– Norðmennirnir vóru hugtiknir av verkætlanini hjá okkum og vístu stórt hjálpsemi. Teir bjóðaðu okkum alla sína servitan og tilfar til skipið.
– Fyrsta víkingaskipið varð funnið og grivið fram í Noregi í 1867. Víkingaskipið eitur Tuneskipet og er ein partur av tí varveittur og finst á savninum í Bygdøya í Oslo. Hetta er skipið, ið vit fingu viðmælt at fara at byggja, og tað hóskar seg væl í føroyskum sjóøki. Skipið er 18,6 mertar langt og 4,4 metrar breitt.
Í løtuni verður arbeitt við at útvega tekningar til Tuneskipet, sigur Jana og heldur fram:

Á ferðini í Noregi. Frá vinstru. Geir Røvik, Jana Jensen, Gudmundur Sjúrđarson Norđbúð, Finnbjørn Hovsgarð, Jon Boyer Godal, Johan Olsen og Gunnar Eldjarn.
– Nógv fyrireiking krevst at byggja eitt slíkt víkingaskip og fáa pening til vega. Tá ætlanin og tekningar eru komnar undir land, fara vit at søkja um stuðul úr ymsum grunnum í Føroyum og uttanlands, sum lata stuðul til slíkar ætlanir. Til stuttleika kann nevnast, at mann roknar við, at 1800 tímar skulu brúkast at framleiða seglið. Seglið skal vevast úr føroyskari ull. Við í ætlanini er eisini at byggja neyst til víkingaskipið.
– Loksins er at nevna, at tað serliga við júst hesum skipinum er, at tað er funnið nærhendis Sarpsborg sunnalaga í Noregi, ein staður, sum Ólavur heilagi grundlegði.
– So mikið stórur áhugi er fyri víkingaskipinum uttanlands, at tá vit hava útvegað tekningarnar og tað fíggjarliga er greitt, er bert eftir at fara til verka, sigur Jana at enda. (Vagnur)



