Úr myndasavninum – Tá Andreas F. Hansen og Heidi Harviken spældu í Neistanum

Neistamenn kappingarárið 1997/1998: Standandi f.v:

Neistamenn kappingarárið 1998/1999: Standandi f.v: Hans Laksá, Bogi Simonsen, Jógvan Djurhuus, Ørvur Heimbø, Kári Mortensen, Andreas F. Hansen, spælandi venjari og Karl Oddmar Rasmussen. Húkandi f,v: Páll Nólsoy, Finn Mørk, Bogi Henriksen, Heri Dahl, Ári Rouch og Rahm í Króki, liðleiðari.

Um dagarnar fekk eg nakrar liðmyndir frá Djóna Dalsgarð og millum mannað tvær myndir av neistamonnum og neistakvinnum frá kappingarárinum 1998/1999. Tað serliga við mansmyndini er, at Andreas F. Hansen, sum vit kenna sum góðan linjuspælara, síðani A-dómara, og nú venur kyndilskvinnur, er á myndini. Minnist væl, hvussu væl nøgdir neistamenn og vit onnur neistafólk vóru, tí Andreas fekk tað allar besta burturúr neistamonnum hetta árið. Tíverri var hann bara spælandi venjari eina árið, tí hann flutti til Fraklands í arbeiðsørindum.

Andreas var óførur sum neistavenjari 1998/1999. (Mynd Vagnur)

Andreas var óførur sum neistavenjari 1998/1999. (Mynd Vagnur)

Eg ringdi til neistamann, sum var við hetta árið og spurdi, hvat serligt var við Andreasi sum venjara, og neistaspælarin sigur: – Vit høvdu árið fyri ikki havt nóg góðan venjara, og uppmøtingin til venjingar var ikki hin besta. Men so traðkaði Andreas til, og skjótt vendi skútan. Har kom “respekt” í spælarahópin, menn møttu væl upp til venjingar, og Andreas megnaði at fáa tað allar besta burturúr hvørjum spælara.

Serliga legði Andreas áheðslu á at fáa allar menn at orka at spæla hondbólt, og millum annað vandu vit harðar venjingar í fimleikahøll. Vit runnu, og vit vandu í forhøllini í høllini á Hálsi fyri hvørja venjing í høllini, tí hallartímarnir vóru ikki nóg nógvir. Andreas spældi eisini sjálvur, og hann var úrmælingur á linjuni og góðar verjuspælari. Eg minnist hetta kappingarárið sum serligt upplivilsi, men bara spell, at Andreas fór av landinum, tí ætlanin var, at hann eisini skuldi venja okkum næsta árið, sigur neistaspælari.

Við undirritaða í dystarblaði segði Andreas millum annað. – Fyri meg eru tað ikki bert úrslitini, sum telja. Eg eri glaður, tá spælararnir leggja nógv í venjingina og vilja gerast betri hondbóltsspælarar. Neistamenn hava møtt sera væl til venjingar, vit hava vant hart, og spælararnir eru sera ídnir. Eg eri væl nøgdur við venjingina, og menn hava stríðs fyri stigini, segði Andreas kappingarárið 1998/1999.

Neistakvinnujr kappingárið 19997/1998: Standandi f.v: Rene,

Neistakvinnujr kappingárið 19997/1998: Standandi f.v: Páll Poulsen, venjari, Katrin á Neystabø, Annika Thomse, Gunnleyg Berg, Birita Wardum, Heidi Harviken, Rúna Wardum og Vár Michelsen, liðleiðari. Húkandi f.v: Súna Mørk, Kára á Dunga, Helena Dam, Durita Jacobsen, Lovisa Jørgensen og Inga Danberg.

Hin myndin er av neistakvinnum. Henda myndin er eisini serlig, tí tær tríggjar tá ungu Katrin á Neystabø, Birita Wardum og Gunnleyg Berg vóru ikki farnar av landinum í lestrarørindum, og so spældi Inga Danberg, sála  á liðnum.

Heidi gjørdi heilt góðan mun á neistaliðnum. (Mynd Vagnur)

Heidi gjørdi heilt góðan mun á neistaliðnum. (Mynd Vagnur)

Á myndini er eisini norska Heidi Harviken. Í samrøðu við undirritaði í grein í dystarblaði, segði Heidi millum annað: – Eg havi altíð havt ein dreym at koma til Føroya, Grønland og Ísland. Eg valdi at ganga á Føroya Læraraskúla í hálvt ár.

– Eg kom til Føroya 12. august og fari aftur til Noregs 19. desember. Ikki ætlaði eg at spæla hondbólt í Føroyum, men vildi á onkran hátt koma í samband við føroyingar. Hans Holm gjørdi, at eg av tilvild kom í Neistan, og tað eri eg sera fegin um. Eg havi spælt í 3. og 4.deild í Noregi. Eg haldi, at bestu føroysku kvinnuliðini høvdu klárað seg væl í 3. deild í Noregi, segði Heidi at enda í desember mánað í 1998.

Minnist, at Heidi hevði upplivað nógv stuttu tíðina í Føroyum. Øll minnini hevði hon savnað í tjúkka myndabók, ein áhugaverd bók at kaga í. Heidi var á øllum oyggjunum í Føroyum uttan stóra og lílta Dímun og úti Hesti. Hon var millum annað á fjalli í Sandavági, gonguferð til Gásadals, undir Vestmannabjørgum, úti í Fugli bert at nevna nøkur støð. Tað sást, at hon gjørdi mun á neistaliðnum, og eg síggi í enum dystarblað, at hon einaferð í desember mánað hevði skotið næstflest mál á liðnum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *