Kvinnukappingin kundi verið løgd nógv, nógv betur

VB vantar nakað til tess at náa heilt upp á toppin. (Mynd Bjartur Vest)

VB vantar nakað til tess at náa heilt upp á toppin. (Mynd Bjartur Vest)

Ein mánaði er farin, síðani hondbóltskappingin í bestu kvinnudeildini fór av bakkastokki. Torført er at spáa, hvørji lið spæla FM-finalurnar næsta vár. Uttan iva stendur kappingin millum Kyndil, Neistan og VÍF við VB í hølinum. VÍF hevur longu sagt alment, at tey ætla av vinna FM-heitið, men styrkina á VÌF-liðnum fáa vit ikki rættiliga at vita fyrr enn fyrst 25. oktober, tá VB vitjar í Vestmanna og 4. november, tá Neistin og VÍF spæla í Havn. Hyggja vit í kappingarskránna, so havi eg sjáldan sæð eina so illa lagda kvinnukapping. Einki skil er í, nær liðini spæla dystirnar.

Allar fyrst er at siga, at vit fáa ongan spenning í stigatalvuna, tí nú vit skriva 19. oktober, hevur Kyndil spælt fimm dystir, StíF og Stjørnan spælt fýra dystir, og Neistin, VÍF og VB  spælt tríggjar dystir. Tað mátti borið til at lagt kappingina soleiðis, at liðini áleið fylgjast í spældum dystum, tí talan er bara um seks lið.

Hyggur tú í kappingarskránna, síggi eg slett einki mynstur, hvussu kappingin er løgd, og dømini eru heilt nógv. VÍF spælir tildømis 11. oktober ímóti Kyndli í Havn, síðani skal liðið bíða í fjúrtan dagar, til VB kemur á vitjan í Vestmanna 25. oktober. Síðan aftur at biða, men so skal liðið spæla 4. november ímóti Neistanum í Havn og 7. november ímóti StÍF í Vestmanna. Ja, so hevur VB knappliga tveir heimadystir á rað, og soleiðis kunnu vit halda fram alla kappingina.

Marianna Geirsdóttir er øgilig í løtuni. Ein hondbóltsúrmælingur.

Marianna Geirsdóttir er øgilig í løtuni. Ein hondbóltsúrmælingur.

Fara vit til úrslitini higartil, so eru serliga nøkur úrslit, sum boða frá áhugaverdum. Tað, at Neistin vinnur á Kyndli 21-18, og at Kyndil vinnur heili 27-22 á VÍF, sigur heilt nógv. Síðani, at VB bara tapir 20-22 á Kyndli í Havn, og at Neistin spældi 19-19 ímóti Stjørnuni í Klaksvík, meðan VÍF vinnur heili 38-20 á Stjørnuni í Vestmanna. Ja, so vann Neistin á VB í Vági 23-20.

Eg prátaði við hondbóltsvin, sum hevur sæð fleiri av kvinnudystunum. Hann sigur, at vit kunnu vænta javna kapping serliga millum Kyndil, Neistan, VÍF og so VB, sum enn er nakað veikari. StÌF vantar nakað, og tað sama Stjørnan. Hann sigur, at liðini, sum kunnu steðga skjótálopinum hjá Kyndli, hava vunnið heilt nógv at fáa tá gott úrslit. Hetta sást serliga í dystinum millum Kyndil og VB í Havn. Tú skalt fáa steðgað serliga Turið Arge, sum ikki skal skjóta hesi níggju, tíggju málini. Men so skulu vit eisini steðga á eitt bil og siga, at stjørnuskotið Marianna Geirsdóttir er øgilig í løtuni og skeyt heili fjúrtan mál sunnudagin.

Verjan hjá neistakvinnum er góð, tað sama málverjin, men tað haltar nakað í álopsspælinum. So er tað VÍF, sum vit bíða eftir. Liljan er har, tað sama Agnas og Marianna, og Durita Jojic kemur á liðið seinni. Má siga sum er, at eg ivist stórliga, at VÍF nær fyrst FM-finalurnar, og síðani vinnur FM-heitið. Men lat okkum nú síggja, hvussu gongst VÍF.liðnum ímóti VB í Vestmanna og ímóti Neistanum í Havn. Kanska hevur tapið 22-27 fyri Kyndli í Havn fingið meg at ivast í styrkini á VÍF liðnum. Síggi á spælaralistanum, at VB hevur heilt smalan hóp, ja, kanska tann smalast í nógv ár.

Men sum sagt, so vit bíða serliga eftir dystinum 4. november millum Neistan og VÍF í Havn til tess at fáa fyrstu veruligu ábendingina, hvørji lið spæla FM-finalurnar næsta vár. Tá eg hyggi allar dómaraseðlarnar ígjøgnum, standa og falla kvinnuliðini við nøkrum lyklaspælarum. Kanska hava vit ongantíð sæð hetta so tíðuliga sum í løtuni. Tá hugsi eg serliga um álopspartin. Lið vikna heilt nógv, um bara ein lyklaspælari í bakketuni ikki kann spæla. Liðini hava ikki spælarar á beinkinum við somu styrkju at seta ístaðin. Munurin millum stammuna á ymsu liðunum, og spælararnar á beinkinum er heilt stórur. Breiddin á liðnum, sum vit plaga at taka til. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Kyndil 5 119 95 24 8
2 Neistin 3 63 57 6 5
3 VÍF 3 86 68 18 4
4 VB 3 61 62 -1 2
5 StÍF 4 81 96 -15 2
6 Stjørnan 4 72 104 -32 1

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *