Í einum løgtingsvali kanst tú longu eftir, at 5% av atkvøðunum eru taldar, fáa ábendingina, hvør vinnur valið. Soleiðis er næstan eisini í bestu mansdeild í hondbólti. Ikki havi eg sæð nakran hondbóltsdyst enn, men eg fylgi væl við. Lesið allar dómaraseðlarnar um dystargongdina, og so verður tosað við nógv fólk um dystirnar. Longu nú sær út til, at tað verða fyrst og fremst H71 og síðani KÍF, sum koma at spæla FM-finalurnar næsta vár. VÍF havi eg longu avskrivað, men eg roknaði við Kyndli, men liðið fekk eina katastrofala byrjan, sum uttan iva kostar liðnum FM-finaluplássini.
Nú ein dagin tosaði eg við H71 mann, sum segði mær, at tað var ikki so løgið, at H71 vinnur fyrsta umfar við fullum stigatali. Spælararnir hava vant styrkivenjingar í fleiri ár og eisini í summar. Liðið er í toppvening, teir hava bestu verjuna í landinum og góðar málverjar. Tá teir so hava útlendingarnar Peter Krogh og Mark L. Marcher at halda lív í álopinum og skjóta nógv mál, so eru allar fortreytirnar til staðar, at H71 fær annað FM-finaluplássið. Og rætt hevur H71 maðurin.
Longu nú havi eg avskrivað VÍF at koma í FM-finalurnar. Orsøkina er fyrst og fremst, at VÌF hevur slett ikki ta verju, sum liðið hevði í vár. Stóru menninir í miðverjuni Heini og Sámal spæla ikki. Liðið roynir at verja langt frammi á vølli, men mótstøðuliðuni fáa nógv mál ímóti VÍF. Tá so VÍF tapti heili 36-27 fyri Kyndli í Havn, eitt kyndilslið, sum ikki enn hevur fótað sær, so staðfesti eg bara tað, sum eg roknaði við.
KÌF er eitt væl mannað lið, næsta somu manning, sum tá liðið vann FM-heitið seinast. Niclas Selvig er komin aftur, og teir eru allir har Hans Eli, Andias, Teitur, Ási, Tony, Jákup, Fríði, hvussu teir allir eita. KÍF hevur danskan venjara. KÍF hevur bara tapt ein dyst higartil, og tað er fyri VÍF. Gerst eingin spælari skaddur í bakketuni, so vinnur KÍF sær uttan iva annað FM-finaluplássið.
Kyndil hevur fingið katastrofala byrjan, og serliga, tá hugsað verður um, at liðið er mannað við trimum kostnaðarmiklum útlendingum. Mladen, David og Hørði. Trupuleikin er bara, at Mladen fekk ikki upphaldsloyvi og David og Hørður hava verið skaddir. Hjalti Mohr Jacobsen er komin aftur úr Danmark og er fongur fyri liðið og hevur skotið nógv mál seinastu dystirnar. Kyndil hevur spælt seks dystir og hevur mist heili átta stig. Eg vil siga tað soleiðis, at vinnur Kyndil ikki heiimadystin ímóti KÍF 5. november, so kann liðið longu endaliga vinka farvæl til nakað FM-finalupláss. So einfalt er tað.
Havi í fleiri ár havt ógvuliga torført at funnið út av StÍF, tí liðið er so óstøðugt serliga á útivølli. Hvussu í Harrans navni kann StíF fríggjakvøldð spæla 14-14 í fyrra hálvleiki í Kollafirði og so tapa 20-7 í seinna hálvleiki. Ì míni hondbóltsverð kann slíkt ikki bera til. Eg roknaði annars við StíF í ár, tí manningin er góð og nógvu “stjørnurnar” eru á liðnum. Fær liðið ikki bøtt um stóru tapini á útvølli, kemur liðið ikki longur upp á stigatalvuna.
Neistamenn hava gjørt meg bilsnan, tí vit roknaði ikki við tí heilt stóra uttan tað, at liðið kundi arga toppliðini. Mær er sagt, at stríðsandin á neistamonnum er í topp, og stuttligt er at síggja liðið spæla. Liðið hevur spælt fýra dystir. Vunnið tveir og tapt tveir dystir. Neistamenn spæla uttan iva ikki FM-finalurnar, men eg ivist ikki í, at neistamenn, sum veturin líður, fer at geva øllum hinum liðunum skarpan gang. Ja, heilt vist vinna onkrar dystir á toppliðunum.
Team Klaksvík hevur ikki enn vunnið nakran dyst, men í Klaksvík fíggjakvøldð var fyrsti sigurin í eygsjón ímóti Neistanum. Á odda 18-15 við hálvleik, men liðið skeyt bara átta mál í seinna hálvleik og hevði slett ikki sama flog í spælinum sum í fyrra hálvleiki. Team Klaksvík kemur uttan iva at vera niðasta liðið við kappingarenda.
Tá eg nú siti við telduna, má eg nevna, at eg eri keddur um, at dómaratrupulleikin valdar framvegis í bestu deildunum. Vit hava alt ov fáar A-dómarar, sum aftur førir við sær, at dystir mugu spælast allar dagar í viku. Áskoðararnir fækka, tá slíkt fer fram. Mín inniliga vón var, at vit í framtíðini altíð kundu seta uttanveltaðar dómarar at døma dystirnar, men so er tíanverri ikki. Hvør orsøkin er, og hvør hevur skuldina í øllum hesum. Jú, tað er fyrst HSF og síðani feløgini, sum er HSF. Alt ov nógv feløg fáa fríspæl, tá talan eru um at døma dystir. Ì míni hondbóltsverð er ófatuligt, at samstundis sum feløg keypa sær fleiri útlendskar spælarar fyri fleiri hundraðtúsund krónur, megna feløgini ikki at útvega ein A-dómara. (Vagnur)
Team Klaksvík -Neistin 26-33 (18-15)
Málskjúttar Team Klaksvík: Bogdan Florea 6, Niels Viggo Niclasen 5, Jens Pauli Mohr 5, Hanus Norðberg 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Dánjal Kærbo 1, Gilli N. Lorenzen 1 og Vilhelm Vilhelmsen 1
Málskjúttar Neistans: Tommy Fletcher 7, Rói B. Hansen 7, Teis Horn 5, Jugoslav Djumic 4, John í Innistovu 3, Terji Mørk 2, Andras Joensen 1, Herbjørn Lava 1 og Hjalti í Jákupsstovu 1
KÍF – StÍF 34-21 (14-14)
Málskjúttar KÍF: Niclas Selvig 10, Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Andrias Nilsen 4, Teitur Joensen 3, Ási Dam 3, Tony Weihe 2, Jákup Trygvason 2 og Fríði Weihe 2
Málskjúttar StíF: Pætur Johansen 8, Sveinur Justinussen 3, Allan Norðberg 3, Marius Joensen 2, Fríði Djurhuus 1, Teitur Nielsen 1, Borgar Danielsen 1, Jógvan G. Joensen 1 og Hávardur Trygvason 1
Kyndil – H71 22-25 (11-15)
Málskjúttar Kyndils: Hjalti Mohr Jacobsen 7, David Edvardsen 5, Hørður Sigtórsson 3, Frank B. Askildsen 3, Josef Abrahamsen 2, Hjalti Bachmann 1 og Bjarni Sørensen 1
Málskjúttar H71: Peter Krogh 6, Jónas Djurhuus 5, Mark L. Marcher 4, Pætur Thomsen 2, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Nolsøe 2, Helgi Hoydal 2 og Tróndur Arge 2.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | H71 | 5 | 138 | 108 | 30 | 10 |
| 2 | KÍF | 5 | 125 | 95 | 30 | 8 |
| 3 | VÍF | 5 | 129 | 129 | 0 | 6 |
| 4 | Neistin | 4 | 101 | 101 | 0 | 4 |
| 5 | Kyndil | 6 | 156 | 160 | -4 | 4 |
| 6 | StÍF | 4 | 99 | 110 | -11 | 2 |
| 7 | Team Klaksvík | 5 | 113 | 158 | -45 | 0 |
