Pensionistar verða revsaðir alt ov hart í skatti

Hugagóði egnari styttir sær um stundirnar í egningarskúrinum. (Mynd Vagnur)

Hugagóði egnari styttir sær um stundirnar í egningarskúrinum. (Mynd Vagnur)

Av og á komi eg í prát við menn, sum standa í egningarskúrunum á Ískaiini, men hesir menn fækkast, tí línuflotin er seinnu árini minkaður heilt nógv. Leygarmorgunin prátaði eg við skjótt 70 ára gamlan pensionist, sum rak um eina línu. Hann plagar eisini at egna í skúri við síðuna av, og tá verður egnt á gamlan hátt við agni. Hugagóði egnarin, sum eg kenni, kærdi sína neyð, tí hann helt, at tað líkist ongum, at ein pensionistur bara kann forvinna 60.000 krónur um árið aftrat pensiónini, áðrenn hann mótroknaður í pensiónini og revsaður hart í skatti. Og hann heldur fram. Læs resten →

Ódnartøkini vóru enn einaferð avgreidd meistarliga

Her liggja fýra barnamanningar klárar at taka fyrstu tøkini. (Mynd Vagnur)

Her liggja fýra barnamanningar klárar at taka fyrstu tøkini. Nærmast Báran, síðani Beinta, Havfrúgvin og Títlingur. (Mynd Vagnur)

Klokkan ellivu í morgun (leygarmorgun) leitaði eg mær oman á Vestaru bryggja at vita, hvussu gekst av fyrireika seinastu ódnartøkini á árinum. Jú, einki skip var við bryggju, og fólk frá Havnar róðrarfelag høvdu lagt út startin, sum Magni Nielsen hevur snikkað til. Har vóru Bjarti Mohr, Jón Johansen og onnur hjálparfólk, sum gjørdu klárt. Beint fyri klokkan eitt var eg aftur á Vestaru bryggju, tí klokkan eitt stundisliga skeyt startdómarin Trygvi Johansen fyrsta skotið. Teir vóru allir har, hetta góða toymið, sum nú eru vorðnir kringir at fyrireika ódnartøkini. Læs resten →

Nú gráta havnarfeløgini um ov fáar hallartímar

Øvundsjúka og vánalig undirtøka i eyst og vest førdi til, at høllin við Landavegin ikki varð bygd.

Øvundsjúka og vánalig undirtøka i eyst og vest førdi til, at høllin við Landavegin ikki varð bygd.

Tað pínur mínar hjartastreingir, tá hondbóltsfeløgini nú gráta um ov fáar venjingartímar. Fýra hondbóltsfeløg eru í høvuðsstaðnum: ÌA av Argjum, H71 í Hoyvík, Kyndil og Neistin. Tríggjar eru hallirnar: Høllin á Hálsi, Hoyvíkshøllin og Gundadalshøllin. Umleið 18.000 fólk búgva í Suðurstreymoy, tað vil siga 6000 fólk pr. høll. Sammeta vit við onnur støð í Føroyum, so er Havnin so dyggiliga afturútsigld. Men alt kundi verið øðrvísi, um høllin við Landavegin varð bygd. Men øvundsjúka, mótvilji í Mentamálaráðnum, mótvilji í umsitingini kommununi og nøkur snævurskygd neistafólk gjørdu, at hallarbólkurin varð slitin upp. Vit høvdu øll kort á hondini eisini fíggjarliga. Læs resten →

Føroyingar hava altíð ferðast víða úti í heimi

Brúðarparið Torvald og Christiane.

Brúðarparið Torvald og Christiane.

Minnist, tá eg, sum smágenta, sat á køksborðinum og sang við harðari rødd “eg eigi eina mostur í Amerika, eg eigi eina mostur í Amerika………………..”. Men tað átti eg ikki, tí hon doyði, áðrenn eg varð fødd. Eg bleiv kallað upp eftir hesari mostur, sum æt Christiane. Familjan helt tó, at Christiane ljóðaði ov gamalt, og at stór synd var at lata barnið eita so. Tosað varð aftur og fram og endin var, at eg varð doypt Chirstin og rópt Kirstin, men “Ch” var eftir Christiane. (Greinina hevur systir mín Chirstin Dahl Plate skrivað)
Læs resten →

Ein atkvøða vantar á tingi, so er hjúnarbandslógin broytt

Fáa vit eins umborð á Brimli vaktarskifti í Tinganesi. Løgtingsval kann gera hetta til veruleika. (Mynd Vagnur)

Løgmaður skal beinanvegin syrgja fyri at fáa broytt hjúnarbandslógina. (Mynd Vagnur)

Á síðu ellivu í Sosialinum, sum kom um vikuskftið, eru nógv áhugaverd nøvn at síggja. Á vinstru síðu sekstan nøvn, sum í spurnarkanning hava sagt ja at broyta hjúnarbandslógina. Høgrumegin tíggju nøvn, sum siga nei, og niðri undir seks nøvn, sum ikki vilja svara. Hetta sigur okkum, at nú vantar bara ein atkvøða, so kann hjúnarbandslógin samtykkjast á tingi einaferð med alla. Tá eg síggi slíkt, rennur mær til hugs, hví øll í Tjóðveldi, øll í Framsókn og nøkur javnaðarfólk siga ja, meðan tildømis allur Fólkaflokkurin sigur nei. Orðið etikkur sýnist sum afturvendandi orð í hjúnarbandsmálinum. Men hvat er í veruleikanum etikkur. Læs resten →

Sildberin hevur nú í eitt ár siglt um Skúvoyarfjørð

Jóan Petur Kjartansson Hentze situr her í skiparastólinum. (Mynd Vagnur)

Jóan Petur Kjartansson Hentze situr her í skiparastólinum. (Mynd Vagnur)

Tá eg í morgun leitaði mær oman á Vestaru bryggju, lá ferðamannaskipið Sildberin við bryggju. Eg kom í prát við skiparan Jóan Petur Kjartansson Hentze, og tað var ein væl nøgdur Jóan Petur, eg tosaði við. Uttan at blunka, segði hann mær, at tey eru sera væl nøgd við nýggja Sildberan, nú hann í eitt ár hevur siglt um Skúvoyarfjørð. Hóast heldur vánaligt summar hevur báturin hetta árið siglt umleið 6000 ferðafólk, og hetta er meira enn 50% vøkstur í mun til gamla Sildberan. Og Jóan Petur heldur fram: Læs resten →

Gongurólvur, sum fór í hvirlu, verður neyvan gjørdur aftur

Hetta er aðruferð, at Gongurólvur er tikin av hvirlu. (Mynd Vagnur)

Hetta er aðruferð, at Gongurólvur er tikin av hvirlu. (Mynd Vagnur)

Tað var tann tíð, tá allir kappróðrarbátar vóru koyrdir í lastbilum ella stórum vørubilum á stevnu. Men lætt var ikki altíð at fáa bilar, tí útvegaðu feløg sær hesar vognarnar. Trupulleikin er bara, at vognarnir eru lættir, og bátarnir á vognunum taka nógvan vind á seg. Er nógvur vindur og kanska hvirlur, eru bátarnir útsettir, tí hvirlan fær lætt tak í bátin. Og tað júst tað, sum hendi, tá Gongurólvur á veg til Havnar var komin til Oyrareingir í Kollafirði, tá hvirla tók Gongurólv út av vegnum. Gongurólvur er illa farin og verður neyvan gjørdur aftur. Bjarti Mohr koyrdi henda dagin Sílið og mátti seta upp á Kjalnesi. Og hann sigur: Læs resten →

B36 vann fyrsta FM-heitið í 1946 í finaludysti ímóti VB

B36 føroyameistai í 1946. Aftast frá vinstru: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Òla Jógvan Guttensen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðjuni f.v: Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen og Mortan Mørk. Fremst f.v. Tórleif Davidsen, Kriss Guttensen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir)

B36 føroyameistari 1946. Aftast frá vinstru: Arnold Hansen, Nichels Poulsen, Óla Jógvan Guttesen, Herluf Mikkelsen, og Jimmy McIntosh. Í miðjuni f.v: Jógvan Debess, Hjørleif Hansen, Karl Johan Hansen og Mortan Mørk. Fremst f.v. Tórleif Davidsen, Kriss Guttensen og Kjartan Nattestad. (Mynd Rennið dreingir)

Sunnudagin vann B36 føroyameistaraheitið, sjálvt um trý umfør eru eftir at spæla. Øll eru samd um, at B36 vann uppiborið meistaraheitið 2015. Ellivu meistaraheitið eru vunnin, síðani felagið varð stovnað í 1936. Tað skuldu ganga tíggju ár, áðrenn B36 vann fyrsta meistaraheitið, og tá eg síggi menninar á myndini, kennist eg við flestu teirra, sjálvt um myndin er frá 1946, og eg føddur í 1949. Eg havi til stuttleika blaðað í B36 bókini “Rennið dreingir”. Áhugavert at lesa, tá B36 vann fyrsta FM-heitið í 1946. Læs resten →

Javnaðarflokkurin hevði heilt vist mist 2000 atkvøður

jhjhjhj

Spell, at nýggja samgongan fekk ringa byrjan. Alt kundi verið øðrvísi, um telvað var rætt. (Mynd Vagnur)

Var val í dag, sum tikið verður til, hevði Javnaðarflokkurin mist 2000 atkvøður. Fyrst tær 1000 atkvøðurnar, sum Sonja fekk, og so aðrar ónøgdar atkvøður frá serliga unga ættarliðnum. At Javnaðarflokkurin vann valið, hevði sínar orsøkir. Flokkurin hevur formann, sum einki politiskt lík hevur í skjáttuni, og sum sýnist at vera rætti løgmaðurin. Og so fekk flokkurin Sonju Jógvansdóttir á listan. Harnæst fekk flokkurin ónøgdar atkvøður frá Sambandsflokkinum. Valið vísti, at fólkið vildi hava broytingar serliga í fiskivinnuni, ójavnanum og órættvísi í samfelagnum og eisini í samband við hjúnarbandslógina. Men stokkut var løtan. Læs resten →

Bátatænastan fingið sleipibil við vogni til smábátarnar

Lætt er nú at fáa bátar úr sjónum í Álakeri. Nýggi bátadrátturin riggar væl. (Mynd Vagnur)

Lætt er nú at fáa bátar úr sjónum í Álakeri. Nýggi bátadrátturin riggar væl. (Mynd Vagnur)

Nógv broytist í Havn eisini í Álakeri. Stóð ein dagin og eygleddi nýggja sleipibilin hjá Bátatænastuni, sum við serligum vogni fær bátarnar úr sjónum og flytir teir til umvælingar á økinum har á leiðini. Tórshavnar Havn hevur gjørt frálíkan bátadrátt, so Brandstøðin eisini kann flota teirra skjóttgangandi bát, um okkurt er áfatt á sjónum. Sjálvan vognin keypti Bátatænastan úr Týsklandi, og sleiparin er gamal sleipari hjá Strandferðluni, sum er riggaður til endamálið. Kranan á sleipibilinum hevur Bátatænastan keypt frá lastbilfyritøku. Tórshavnar Havn krevur nú, at bátarnir skulu trykkspulast á ávísum stað í Álakeri, og har er pláss bara fyri tveimum bátum. Tí bjóðar Bátatænastan bátaeigarunum eisini at vaska teimum bátin, áðren hann endaliga verður settur á pláss. Tað kostar 1600 krónur at fáa bát upp á land og á sjógv aftur, men skal Bátatænastuni eisini vaska bátin, kostar alt samalagt 2200 krónur við mvg. Áður tók kranabilar bátarnar úr sjónum. (Vagnur)