Tá eg í morgun leitaði mær oman á Vestaru bryggju, lá ferðamannaskipið Sildberin við bryggju. Eg kom í prát við skiparan Jóan Petur Kjartansson Hentze, og tað var ein væl nøgdur Jóan Petur, eg tosaði við. Uttan at blunka, segði hann mær, at tey eru sera væl nøgd við nýggja Sildberan, nú hann í eitt ár hevur siglt um Skúvoyarfjørð. Hóast heldur vánaligt summar hevur báturin hetta árið siglt umleið 6000 ferðafólk, og hetta er meira enn 50% vøkstur í mun til gamla Sildberan. Og Jóan Petur heldur fram:
– Nýggi Sildberin kann slett ikki sammetast við gamla Sildberan, sum varð bygdur á Tvøroyri í 1979. Hann var fyri nógvum árum síðani bæði ov lítil og ótíðarhóskandi. Og hann rullaði so mikið illa, at tá vit fóru av Sandi rullaði hann, tá vit vendu, og hann helt ikki uppat at rulla, fyrr enn vit vóru í havnini í Skúvoy sjálvt í dýrdarveðri. Sildberin er sjógóður bátur og gongur væl. Tað tekur um korter at sigla um fjørðin, og hetta er dupult so skjótt sum við gamla bátinum. Sildberin hevur tveir 800 hk stórar nýggjar motorar, og báturin hevur bógskrúvu.
– Við gamla Sildberanum siglduvit í miðal 3800-4000 ferðafólk um árið um Skúvoyarfjørð og seinastaárið umleið 6000 fólk, so her er talan um heilt stóran vøkstur. Vit hava loyvi at sigla við 50 ferðafólkum um summarið og 37 ferðafólkum um veturin. Her er talan um trygdina umborð. Sildberin siglir vanliga fimm túrar hvønn dag um fjørðin yrkadagar, og tá fer hann úr Skúgvi klokkan sjey. Um vikuskiftið er ferðaætlanin nakað øðrvísi.
– Fyri kortum var útoyggjastevna í Skúvoy, og tá sigldu vit 600 ferðafólk um fjørðin. Eg nevndi, at tað tók korter at sigla um fjørðin, men vit sigla vanliga við nýggju míla ferð, men kunnu gott sigla við fjúrtan míla ferð. Endamálið er ikki at spara olju, men heldur, at ferðaætlanin passar við bussarnar. Við nýggja bátinum er nógv lættari at flyta góðs, tí báturin hevur góðan krana. Nú sleppa vit eisini frá at flyta oljutunnur, tí húskini í Skúvoy fáa oljuna frá SEV.
– Tú spyrt um útlendingar og ferðafólkini annars? Eg havi siglt um Skúvoyarfjørð í fjúrtan ár, og við gamla bátinum sigldu vit fleiri útlendingar um fjørðin, men nú fyri tað mesta bara føroyingar. Vit hava merkt, at síðani gistingarhúsið kom í Skálavík, fara fleiri ferðalið um fjørðin. Tey fara mangan um morgunin og koma aftur um fjørðin um kvøldið. Sildberin er nú eitt ár, og vit eru sera væl nøgd við bátin. Hann er í góðum standi, hevur tveir nýggjar motorar eins og teir umborð á Teistanum. Sildberin er sum stoyptur at sigla um Skúvoyarfjørð, sigur skiparin Jóan Petur Kjartansson Hentze at enda.
Tríggir mans eru knýttir at Sildberanum, og tveir menn eru umborð í senn. Teir arbeiða tvær vikur og triðju vikuna hava teir frí. Sum omanfyri sagt, var gamli Sildberin bygdur á Tvøroyri í 1979. Fyri 1979 sigldu opnir bátar ferðafólk um Skúvoyarfjørð. Svigarpápi mín var ur Skúvoy, og eg minnist einaferð í 1970-árunum, at einaferð var hann tríggjar vikur veðurfastur í Skúvoy. Tá var eingin tyrla til at taka. Jóan Petur segði mær eisini, at teir sigla í øllum veðri um fjørðin, men onkuntið mugu teir laga seg eftir sjóvarfallinum til tess at sleppa inn í havnina í Skúvoy. (Vagnur)




