Gongurólvur, sum fór í hvirlu, verður neyvan gjørdur aftur

Hetta er aðruferð, at Gongurólvur er tikin av hvirlu. (Mynd Vagnur)

Hetta er aðruferð, at Gongurólvur er tikin av hvirlu. (Mynd Vagnur)

Tað var tann tíð, tá allir kappróðrarbátar vóru koyrdir í lastbilum ella stórum vørubilum á stevnu. Men lætt var ikki altíð at fáa bilar, tí útvegaðu feløg sær hesar vognarnar. Trupulleikin er bara, at vognarnir eru lættir, og bátarnir á vognunum taka nógvan vind á seg. Er nógvur vindur og kanska hvirlur, eru bátarnir útsettir, tí hvirlan fær lætt tak í bátin. Og tað júst tað, sum hendi, tá Gongurólvur á veg til Havnar var komin til Oyrareingir í Kollafirði, tá hvirla tók Gongurólv út av vegnum. Gongurólvur er illa farin og verður neyvan gjørdur aftur. Bjarti Mohr koyrdi henda dagin Sílið og mátti seta upp á Kjalnesi. Og hann sigur:

Gongurólvur er illa farin og verður neyvna gjørdur aftur. (Mynd Vagnur)

Gongurólvur er illa farin og verður neyvna gjørdur aftur. (Mynd Vagnur)

– Bátarnir vóru at veg aftur til Havnar eftir Ódnartøkini í Runavík. Eg hevði Sílið upp á sleip, og tá eg kom á Kjalnes, hættaði eg mær ikki víðari, tí vindurin var so nógvur. Tað vóru hesar hvirlurnar, sum tóku í bilin og harvið eisini í bátin. Eg tók avgerðina og setti upp á Kjalnesi. Fór til bóndan, og vit bundu vognin við Sílinum á í ein bil hjá bóndanum. Sunnudagin var ein skái, og tá koyrdi eg Sílið til Havnar, sigur Bjarti í stuttari viðmerking.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at kappróðrarbátur er tikin av hvirlu. Vit minnast, tá 6-mannafarið Lómur av Argjum fór í knús, tá báturin fór oman á vegnum. Gongurólur er tryggjaður og sýnaður at tryggingini, men enn er ikki endaliga gjørt av, hvat henda skal við bátinum. Sagt verður í Álakeri, at báturin er so mikið illa farin, at hann neyvan verður gjørdur aftur. Ein nýggjur bátur kostar við øllum einar 100.000 krónur.

Summar manningar eru hilnar uppat at koyra bátarnar á stevnu standandi á løttu vognunum. Bátarnir standa tryggari í einum vøru- ella lastbili. Eitt er vindur ella hvirlur, men bátarnir á vognunum kunnu eisini vera út fyri øðrum skaðum, tá teir standa á vognunum. Tí mugu feløgini umhugsa aðrar møguleikar at flyta bátarnar á stevnu. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *