Javnaðarflokkurin hevði heilt vist mist 2000 atkvøður

jhjhjhj

Spell, at nýggja samgongan fekk ringa byrjan. Alt kundi verið øðrvísi, um telvað var rætt. (Mynd Vagnur)

Var val í dag, sum tikið verður til, hevði Javnaðarflokkurin mist 2000 atkvøður. Fyrst tær 1000 atkvøðurnar, sum Sonja fekk, og so aðrar ónøgdar atkvøður frá serliga unga ættarliðnum. At Javnaðarflokkurin vann valið, hevði sínar orsøkir. Flokkurin hevur formann, sum einki politiskt lík hevur í skjáttuni, og sum sýnist at vera rætti løgmaðurin. Og so fekk flokkurin Sonju Jógvansdóttir á listan. Harnæst fekk flokkurin ónøgdar atkvøður frá Sambandsflokkinum. Valið vísti, at fólkið vildi hava broytingar serliga í fiskivinnuni, ójavnanum og órættvísi í samfelagnum og eisini í samband við hjúnarbandslógina. Men stokkut var løtan.

Í løtuni sita heilt nógvir ónøgdir føroyingar kring landið. Ònøgdir, tí nakrir fáir snævurskygdir javnaðarmenn ikki vilja broyta hjúnarbandslógina, og tí hava givið nýggju samgonguni skot fyri bógvin. Meirlutin av føroyingum vilja hava hjúnarbandslógina broytta. Ein kanning eg sá segði, at 65% av føroyingum vilja broyta hjúnarbandslógina. Valið seinast bendi so sanniliga á hetta borðið, tí fleiri av løgtingslimunum, sum vóru ímóti at broyta hjúnarbandslógina, fullu við at brak.

Eg skilji heilt væl Sonju Jógvansdóttir. Sonja er erlig kvinna, og hon segði fyri valið, hví hon stillaði upp til løgtingsvalið. Og tá hon sær, at nakrir løgtingslimir í Javnaðarflokkinum ikki eru at flyta í hjúnarbandslógini, so er betur at sita uttanfyri flokkin. Mær er sagt, at hesir skulu finnast í Suðuroy, men tað fáa vit at vita seinni, tá hetta kensluborna málið kemur á tingborð. Løgmaður má í løtuni klóra sær í nakkanum, at eisini sosialistiskur ungdómur vendir flokkinum bakið.

Vit hava nú eina sokallaða minnilutastjórn, sum er viknað heilt nógv. Sjálvt løgmaður er viknaður. Nú má samgongan fáa hjálp frá Anniku, Sonju og kanska andstøðuni at fáa mál ígjøgnum. Bæði Annika, Sonja og kanska Nýtt sjálvsstýri kunnu lova samgonguni stuðul, men nú standa tey frítt í øllum málum. Hetta er stóri veikleikin hjá samgonguni.

Tá eg nú siti við telduna, kann leggjast aftrat, at tað líkist ongum, at borgarstjórar sita í løgtinginum. Tú eigur ikki at fáa loyvi at fáa tvær stórar almennar lønir, og tað er at niðurgera borgarstjórastørvini tildømis í Havn og á Tvøroyri. Heðin og Kristin kunnu siga, at teir eru fólkavaldir og veljarin hevur talað. Tað vóru nú bara 392 veljarar av 32.375 veljarum sum valdi Heðin, og 302 sum valdi Kristin. So talan er ikki um Føroya fólk, sum vilja hava, at teir fáa tvær stórar almennar lønir. Teir máttu havt nógmikið at gjørt í starvinum sum borgarstjórar.

Uppískoyti: Nú gongur so skjótt í føroyskum politikki, at eg havi bara verið burtur frá telduni í góðar tveir tímar, og nú er alt vent á høvdið aftur. Annika Olsen er farin í Framsókn, sum væntandi var, og nú hevur samgongan knappliga meiriluta aftur. Men eitt er tó greitt, at Javnaðarflokkurin hevur mist ein tinglim og er viknaður sum flokkur. Vit hava uttan iva ikki sæð seinasta óvæntaða frá nýggju samgonguni. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *