Føroyingar hava altíð ferðast víða úti í heimi

Brúðarparið Torvald og Christiane.

Brúðarparið Torvald og Christiane.

Minnist, tá eg, sum smágenta, sat á køksborðinum og sang við harðari rødd “eg eigi eina mostur í Amerika, eg eigi eina mostur í Amerika………………..”. Men tað átti eg ikki, tí hon doyði, áðrenn eg varð fødd. Eg bleiv kallað upp eftir hesari mostur, sum æt Christiane. Familjan helt tó, at Christiane ljóðaði ov gamalt, og at stór synd var at lata barnið eita so. Tosað varð aftur og fram og endin var, at eg varð doypt Chirstin og rópt Kirstin, men “Ch” var eftir Christiane. (Greinina hevur systir mín Chirstin Dahl Plate skrivað)

hjhjh

Christiane sum ung.

Spennandi var at hava havt eina mostur í Amerika, men hvør var hendan mosturin? Christiane, kalla Annadukka, varð fødd 17. desember í 1904 og var elsta dóttir Christian Christiansen (kallaður Christian í Hvannasundi) og Sigrid Christiansen, fødd Poulsen. Tey búðu við Landavegin í Havn, har Christiane var næstelst av sjey systkum. Elstur var Jógvan, og síðan komu Louisa, Debes, Guttorm, Edgar og yngst mamma mín Ása.

Christiane tók realprógv frá “Færøernes Mellem og Realskole” og fór síðani at læra til modist, tvs. at hon lærdi at seyma hattar. Hon lærdi hjá Ninnu Arge, sum hevði seymistovu og klædnahandilin “Søljan” í gróthúsinum hjá Sigmundi á Argjum. Hattarnir vóru stillaðir út í vindeyga í lítla húsinum út ímóti vegnum. Christiane fór, sum so nógvir ungir føroyingar tá í tíðini, á ungum árum til Danmarkar. Hon fór á ítróttaháskúla í Ollerup á Fyn.

Hon fór ikki heim aftur, tá skúlin var av, men fór at læra til massøsu í Keypmannahavn. Hendan útbúgvingin var byrjað í 1919, men bleiv í 1952 broytt til tað, vit í dag kenna sum fysioterapeutútbúgving. Christiane hevði føroyskar vinkonur niðri, og hon kom nógv saman við føroyingum í nógvum samanhangi í Keypmannahavn.

hhjhjh

Christiane lærdi at seyma hattar hjá Ninnu Arge í Søljuni. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá í tíðini fóru nógvir danir og eisini onkur føroyingur til Amerika. Í tíðarskeiðinum 1860 til 1920 fóru umleið 300.000 danir til Amerika. Christiane fekk eisini hug at royna seg í tí fremmanda: “Eg man kunna liva av at massera ríkum amerikanskum damum”, sum hon tók til. Hon fylgdist við Torsteini Arge til Amerika, sum hon kendi væl heimanífrá. Thorstein fór til Amerika í 1925 og búði í New York fyrstu árini. Í 1941 flutti hann til Pasadena uttan fyri Los Angeles og doyði í 1980.

Christiane fekk beinan vegin arbeiði sum massøsa í New York. Hon hevði bæði donsk og føroysk vinfólk har yviri og dámdi væl. Hon bleiv væl við eina danska familju, Steffensen, har tríggjar av synunum vóru múrarar. Sera væl bleiv hon við sonin Torvald, kallaður Ted, sum hon seinri giftist við. Parið búði í Great Neck, sum er ein býlingur á Long Island stutt uttanfyri New York. Seinri búðu tey eina stutta tíð í Florida

hjhjh

Christiane var altíð væl klødd. Her við soni Torsteini Arge.

Sjálvt um New York var langt burtur tá í tíðini, var tó samband alla tíðina. Christiane skrivaði nógv brøv til foreldur og systkin. Serliga var sambandið sera gott við Louisu tvey ára yngri systrina, sum var flutt til Danmarkar. Mamma mín, ið var 13 ár yngri enn Christiane, minnist stuttlig brøv og góðar pakkar, hon fekk. Mamma skrivaði sjálv brøv aftur, so skjótt hon dugdi at skriva.

jkjkkjk

Christiane uttast til høgru er her á ítróttaskúla í Ollerup.

Tá systurin Louisa í 1931 fekk fyrsta barnið, kom Christiane til Danmarkar at síggja smágentuna. Hon hitti eisini beiggjan Edgar, sum var fluttur til Danmarkar. Mamman Sigrid var komin niður til dóttrina, og Christiane fór aftur til Føroyar við mammuni. Hon kom upp um várið og steðgaði í fleiri mánaðir í Føroyum. Pápin Christian, ið førdi skipið King Arthur, kom ikki aftur fyrr enn í september mánað, og honum bíðaði hon eftir.

jhjhjhjh

Frá vinstru ein vinkona, síðani maðurin Torvald og Christiane.

Á ferðini í Føroyum vóru gjørdir nógvar túrar at vitja slekt og vinir. Millum annað var farið til Svínoyar, Kunoyar, Viðareiðis og til Hvannasund, har nógv av familjuni búði. Tá Christiane, sum 27 ára gomul, vitjaði aftur til Føroyar, búðu bert eini 3000 fólk í Havn. Hugt var, tá hendan smarta kvinnan úr Amerika kom gangandi eftir Áarvegnum í knallgulari spadserdragt. Vanligt var ikki tá at síggja slíkt. Mamma fortelur, at tá Christiane var farin avstað aftur, sá man kvinnur í gulari spadserdragt í havnargøtum!

jhjhjhjh

Christiane líkist nógv systrunum Louisu og mammu.

Henda vakra kvinna úr Amerika gekk eisini í reimaskóm, charleston kjólum, frisuran var avancera; og fólk løgdu merki til hana. Kuffertið, hon hevði við sær til Føroya, var á tremur við klæðum. Um ein vinkona helt okkurt klæði vera vakurt, segði Christiane, at hon skuldu sleppa at eiga plaggið.

Øll tey árini hon búði í Amerika, sendi hon pakkar heim við klæðum og ymsum góðgæti. Bommini smakkaðu undarligt, fortelur mamma. Klæðini blivu seymað til pløgg millum annað kjólar til mammu mína. Brúðarkjólan hjá henni, sum var úr silki við nógvum tylli, sendi hon eisini heim. Kjólin var litaður, og fleiri fingu gleði av honum.

Christiane dugdi sera væl at svimja, og fólk hugdu, tá hon í 1931 svam crawl í nýggja hylinum í Gundadali. Hetta var ikki vanligt hjá fólki at síggja í Føroyum tá í tíðini. Hon lærdi fegin frá sær, og fleiri lærdu seg at crawla.

Christiane fekk eitt stutt lív, hon doyði í New York bert 36 ára gomul. Tað var stór sorg, tá foreldrini í Føroyum fingu tvey brøv gjøgnum Reyða Kross. Í fyrsta brævi stóð, at Christiane var álvarsliga sjúk. So kom seinra brævið stutt eftir, og har stóð, at Christiane var deyð.

Hon hevði havt lungahinnubruna fleiri ferðir, sum man rópti “veik lungu”. Um tað var hetta ella tuberklum, hon doyði av, fekk familjan ongantíð at vita.

Systkini f.v: Jógvan, Annadukka og Ása..

Systkini f.v: Jógvan, Christiane og mamma

Eftir kríggið sendi maður Christiane myndir av kistuni til familjuna í Føroyum. Á einari mynd lá hon í opnari kistu, sum var polstrað við silki. Hon lá har so vøkur og ung og líktist so nógv sær sjálvari í livandi lívi, at familja illa orkaði at hyggja at myndini. Nøkur ár seinri brendu systrarnar myndina, hetta vóru onnur systkin hørm um.

Familjan í Føroyum hevði í nógv ár samband við mannin hjá Christiane og familju hansara. Annadukka er grivin í New York. (Chirstin Dahl Plate)

Ein av seinastu myndum tikin av Annedukku.

Ein av seinastu myndum tikin av Annadukku.

Tríggir beiggjarnir við konum. Torvald uttast til vinstru og Kristiane stendur uttast til høgru.

Tríggir beiggjarnir við konum. Torvald uttast til vinstru og Christiane stendur uttast til høgru.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *