
Her liggja fýra barnamanningar klárar at taka fyrstu tøkini. Nærmast Báran, síðani Beinta, Havfrúgvin og Títlingur. (Mynd Vagnur)
Klokkan ellivu í morgun (leygarmorgun) leitaði eg mær oman á Vestaru bryggja at vita, hvussu gekst av fyrireika seinastu ódnartøkini á árinum. Jú, einki skip var við bryggju, og fólk frá Havnar róðrarfelag høvdu lagt út startin, sum Magni Nielsen hevur snikkað til. Har vóru Bjarti Mohr, Jón Johansen og onnur hjálparfólk, sum gjørdu klárt. Beint fyri klokkan eitt var eg aftur á Vestaru bryggju, tí klokkan eitt stundisliga skeyt startdómarin Trygvi Johansen fyrsta skotið. Teir vóru allir har, hetta góða toymið, sum nú eru vorðnir kringir at fyrireika ódnartøkini.
Trý ódnartøk eru fyriskipað í heyst, eitt í Miðvági, eitt í Runavík og nú eitt í Havn. Og allastaðni er væl fyrireikað og væl avgreitt. Tað áhugaverda við ódnartøkunum er, at flestu bátar eru mannaðir á annan hátt enn í FM-róðrunum, tí nógvir rógvarar eru ikki tøkir tveir mánaðir eftir ólavsøku, og tí sært tú rógvarar umborð á bátum, har teir slett ikki hoyra heima. Tey tíma øll so væl at rógva, og næstan líka mikið hjá nógvum, hvørjum báti tey rógva við.
Sjálvandi vilja øll vinna, men tú sært tíðuliga, at manningar er við til stuttleika. Sum ein rógvari segði mær. – Eg elski hesi ódnartøkini, og ikki minst at hitta rógvarar aftur undir øðrum umstøðum, segði viðkomandi. Hjá mær er altíð áhugavert og stuttligt at fara oman á Vestaru bryggja og síggja allar bátarnar á Havnarvág. Mær dámar so væl við ódnartøkunum, at talt verður niður. Startdómarin sigur, at um 30 sekund smellur skotið. Síðani minnir hann á, at nú eru fimtan sekund eftir, og so við tíggju hoyra vit hann telja niður til null, tá skotið smellur.
Róðrarsambandið gevur eisini eina hjálpandi hond, tí tólini í málbilinum eru frá RSF, og Poul John Æðustein frá RSF ansar tólunum. Við eina teldu sat Ragnar Thomsen og hevur skil á úrslitum og hagtølum. Kenneth Samuelsen skeyt, tá bátarnir fóru um málið.

6-mannaførini við monnnum: Nærmast Skúgvur, síðani Páll Fangi, Rádni, Jarnbardur, Lómur og Herningur. (Mynd Vagnur)
Heilt fitt av áskoðarum vóru á bryggjuni, og millum annað tosaði eg við annan tvíburan, sum í summar sat á lærinum umborð á Erlu kongsdóttir. Hon segði mær, at nú var hon komin til Havnar at hyggja at kappróðri í friði og náðum, tí ikki kundi Erla kongsdóttir mannast hesuferð. Tvær kvinnur arbeiddu, og ein kvinna var uttanlands.
Tað vóru teir báðir Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen, sum slóðaðu fyri fyrst snarróðri og síðani ódnartøkum. Og báðir vóru sjálvandi har. Teitur sum frásøgumaður, og onkur segði mær, at Fróði hevði skipað fyri, at ein “dronor” sveimaði yvir bátunum og tók myndir úr luftini. Sig so tað.
Takk øll somul fyri trý vælfyrireikað ódnartøkk í Runavík, í Miðvági og í Havn. Tit eru eldsálir, sum eru góð við føroyskan kappróður og hava tikið stig at longt róðrarárið. Eg kann ikki rósa tykkum nóg nógv, tí ódnartøkini eru so góð íkøst aftrat FM-róðrunum í juni og juli mánað. Takk fyri í ár øll somul. Eftir róðurin var steypahandan í neystinum hjá Róðrarfelagnum Knørri, har rógvarar fingu okkurt eta og drekka. Úrslitini frá leygardegnum og samlaðu úrslitini fyri tey trý óndartøkini finnur tú á Kappróðrarkjaki. (Vagnur)

Vit plaga at síggja hana í ítróttaklæðum á lærinum umborð á Erlu kongsdóttir. Men ikki í dag. (Mynd Vagnur)














