Mikkel Hansen tók ferðina úr danska álopsspælinum

Mikkel Hansen var ótrúliga keddur eftir dystin. (Mynd Politiken)

Nógvar eru meiningarnar, hví danska manslandsliðið í hondbólti ikki stóð seg væl í Ol-kappingini. Í gjárkvøldið tapti liðið fyri Svøríki, og í morgun leita donsku fjølmiðlarnir eftir “syndarum”, og bæði venjarin Ulrik Wilbek og spælarar standa fyri skotum. Øll vísa á, at hvørki spælarar ella venjarar megnaðu at loysa uppgávuna, tá ið Mikkel Hansen varð mansvardur. Hetta er rætt, men er ikki allur sannleikin eftir mínum tykki. Verðins besti spælarin og besta kortið hjá dønum Mikkel Hansen tók í øllum dystunum ferðina úr spælinum, sum millum annað gjørdi, at liðið fekk alt ov fá skjótlop. Læs resten

Meiningahornið – Likkurnar á Tvøroyri óivað deyðar av eitran

Henda likkan er avmyndað í Plantasjuni. Har sæst bara geldfuglur og eingir skurar. (Mynd Vagnur)

25. juli bórust tíðindini, at 40 likkur brádliga vóru deyðar á Tvøroyri, og fólk stóðu spyrjandi, tí hetta var óvanligt fyribrigdi í Føroyum. Heilsufrøðiliga starvsstovan tók sær av málinum, men eingin orsøk er funnin, hví likkurnar doyðu. Í Kringvarpinum segði fuglakønur, at fuglur kann doyggja í flokki og nevndi um starar, sum kundu koma í óveður og vunnu ikki upp land. Eisini úti á havi kundi nógvur fuglur liggja deyður á sjónum á lítlum øki. Eg fái meg ikki at trúgva, at likkurnar á Tvøroyri hava gjørt av at doyggja samstundis. “Klárar, nú doyggja vit allar”, rópar leiðarin. Tær mugu vera deyðar av eitran. Læs resten

Heini Hanusarson ætlar ikki at sleppa hondbóltinum

Tað er ivasamt, um vit aftur síggja Heina Hanusarson á vøllinum sum spælara í bestu deildini, tí arbeiðið og familjan forðar hesum, í hvussu so er fyrru hálvu komandi kapping. Men Heini ætlar slett ikki at sleppa hondbóltinum, tí í fjør tók hann elituvenjaraútbúgvingina og fyri kortum stóð hann diplom útbúgvingina í Danmark, sum gevur atgongd at venja øll lið í Europa. Nú vantar honum bara Master Coach, so hevur hann allar venjaraútbúgvingar. Heini hevur verið óførur á vøllinum, síðani hann kom aftur úr Danmark eftir lokna útbúgving. Eg havi hitt Heina.  Læs resten

Hondbóltur – danska kvinnulandsliðið hevur bara eina stjørnu

Vinstri vongurin Ann Grete Nørgaard er einasta veruliga stjørnan á danska landsliðnum.

Munnu ikki øll hondbóltsáhuga í Føroyum fylgja hondbóltskappingini í London í hesum døgum. Eyguni eru mest vend ímóti donsku landsliðunum, sum føroyingar altíð hava fylgt, og stórur áhuga fyri íslendska manslandsliðnum, sum hevur klárað seg ótrúliga væl. Hjá mær er strevið at hoyra viðmerkingar frá donsku kvinnuspælarunum eftir ósigrarnar í London. “Vit fingu ongantíð álopsspælið at rigga”, men eftir mínum tykki er hetta ikki høvuðstrupulleikin. Danir hava í løtuni ongar veruligar álopsstjørnur á kvinnulandsliðnum, tí útlendingar manna flestu bakplássini í heimligu kappingini. Læs resten

Fyrst fór Slagelse, síðan FCK og nú AG Keypmannahavn

Tað var áhugavert at vitja FCK høllina í 2009. (Mynd Vagnur)

Á sumri 2009 vitjaði eg ítróttahøllina hjá FCK kvinnum. Tað var áhugavert á koma í stóru høllina og síggja, hvar hondbóltsstjørnurnar vandu við Anju Andersen sum venjara. Anja Andersen byrjaði í Slagelse at uppbyggja eitt altjóða kvinnulið við bestu spælarum í Danmark og væl løntum útlendskum stjørnum. Liðið vann danska meistaraheitið og altjóða kappingar, men so við eitt gjørdist pengakassin tómur. Anja helt síðani fram í FCK við Flemming Østergaard í rygginum. “Don Ø”, sum hann var róptur. Læs resten

ÍF Føroyar hondbóltur fekk niðursett bótina til 19.000 krónur

ÍF Føroyar hondbóltur 2012. Aftast f.v: Esbern Patursson, Bjarni Sørensen, Hjalti Jacobsen, Lars Black, Pól Andreassen, Borgar Danielsen og Bogi Berg. Fremst f.v: Janus Sørensen, Helgi Justinussen, Rani Ellingsgaard, Jens Mohr og Janus Einar Sørensen

Í vár fekk ÍF Føroyar hondbóltur 40.000 krónur í bót, og liðið mátti flyta í niðastu deild, tí spælarar høvdu spælt ólógliga í donsku kappingini. ÍF Føroyar hevði sítt besta manslið nakrantíð, og liðið var júst flutt upp í 3. deild. Við samráðingum er bótin nú niðursett til 19.000 krónur, og mansliðið fer bara eina deild niður. Men málið endar ikki her, tí spurningurin er, um ÍF Føroyar hondbóltur heldur fram eftir summarsteðgin. Eg havi hitt ein av oddamonnunum Hjalta Mohr Jacobsen, og hann sigur. Læs resten

Høllin við Landavegin verður tíverri óivað ongantíð bygd

Umframt høvuðsvøllin er í høllini eisini triðingsvøllur við fullari breidd og máli

Nógv fólk spyrja meg, hvussu gongur við ítróttahøllini við Landavegin, sum Neistin skuldi byggja, tí tey vita, at eg var í hallarnevndini. Tíverri má eg siga fólki, at høllin óivað ikki verður bygd, og orsøkirnar eru fleiri, sum eg skal greiða eitt sindur frá niðanfyri. Hetta er sjálvandi mín persónliga meining, um hví høllin óivað ikki verður bygd. Eg var ein av teimum, sum tók stig at byggja høllina, men eri ikki longur partur av hallarmálinum. Haldi tó, at fólk eiga at fáa eina frágreiðing. Læs resten

Julianna og eg hittast hvørt ár til kappróður á “Ískaiini”

Julianna sum altíð fyrikomandi og blíð til kappróður á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

83 ára gamla Julianna Didriksen uppvaksin á Strondum er kend havnarrmynd,  hon er mamma at kendu tvíburunum Árna og Marnar Andreasen. Sjálvt um nógvan mótgang í lívinum, er hon altíð fyrikomandi at práta við og tykist ótrúliga lívsglað. – Várharra hevur givið mær góða sinnalagið, sum eg eri takksom fyri, men eg havi eins og onnur fólk eisini havt mótgang í lívinum. Er var bara tíggju dagar gomul, tá ið mamma mín doyði bert 27 ára gomul, sigur Julianna. Eg hitti Julionnu sum vanligt á “Ískaiini” ólavsøkuaftan. Læs resten

Mótvindurin ávirkaði fleiri róðrar. Alt var avgeitt klokkan 16.30

8-mannaførini fáa forsíðuna hesuferð. Miðvingur gjørdist føroyameistari. (Mynd Vagnur)

Eg plagi at standa á “Ìskaiini” á ólavsøku, tí tá sært tú út á málið og hevur bátarnar beint útfyri tær á 200 metrarmerkinum. Var vísur í, at mótvindur í dag kom at broyta fleiri róðrar frá undanfarnum róðrum, har veðrið hevur verið gott á øllum stevnunum. Tað hildnast oftast best í mótvindi hjá manningum, sum rógva tey longu heldur seigu tøkini, og so var eisini í dag. Og tí gjørdist munurin størri í fleiri róðrum enn undanfarnar róðrar. Heldur óvæntaða úrslitið var, at Páll Fangi við kvinnum snávaði so dyggiliga, har Herningar vann tryggan sigur. Klaksvíkingur róði uppvísningsróður. (Fleiri myndir eru niðanfyri) Læs resten

Elstu rógvararnir halda ikki kunngerðina um trygdina á sjónum

Rógvararnir umborð á Drekanum rógva allir í vesti, men hvussu við eldri rógvarunum? (Mynd Vagnur)

Altíð hugaligt at fara oman á Eystaru bryggju at hyggja at kappróðrarbátum, sum koma til Havnar at venja fyri ólavsøku. Týskvøldið var Vestmenningur í Havn, ígjárkvøldið Klaksvíkingur, Nevið Reyða, og á einum vongi í Álakeri stóð 6-mannafarið Rádni úr Fuglafirði. Fleiri bátar róðu hvør ímóti øðrum, men tað sum undraði meg allar mest í gjárkvøldið var, at tað eru teir eldru rógvararnir, sum slett ikki halda kunngerðina um trygdina á sjónum. Hvat siga nevndirnar í feløgunum? Læs resten