Munnu ikki øll hondbóltsáhuga í Føroyum fylgja hondbóltskappingini í London í hesum døgum. Eyguni eru mest vend ímóti donsku landsliðunum, sum føroyingar altíð hava fylgt, og stórur áhuga fyri íslendska manslandsliðnum, sum hevur klárað seg ótrúliga væl. Hjá mær er strevið at hoyra viðmerkingar frá donsku kvinnuspælarunum eftir ósigrarnar í London. “Vit fingu ongantíð álopsspælið at rigga”, men eftir mínum tykki er hetta ikki høvuðstrupulleikin. Danir hava í løtuni ongar veruligar álopsstjørnur á kvinnulandsliðnum, tí útlendingar manna flestu bakplássini í heimligu kappingini.
Eg havi fylgt danska kvinnulandsliðnum í nógv ár, og liðið, eg sá í gjárkvøldið, má vera tað vánaligasta í fimtan ár. Orsøkin er einfald. Danska landsliðið er bara mannað við miðal góðum spælarum, har er bara ein verulig stjørna á liðnum, og tað er vinstri vongurin Ann Grete Nørgaard. Øll hini plássini eru ikki mannað við nóg góðum spælarum til at koma upp á OL tindin. Linjuspælarin Susan Thorsgaard tykist ov tung og arbeiðir alt ov lítið á linjuni. Har vantar Kamilla Kristensen, sum bleiv skadd í vár.
Á vinstra bakki er Trine Troelsen slett ikki nóg góð, hon skjýtur nøkur mál av og á, men ger alt ov nógvar villir í dystinum. Á miðjuni spælir Kristine Krogshede, sum er góður gjøgnumbrotsspælari, men hevur einki langskot. Og høgru bakkarnir Stine Jørgensen og Camilla Dalby eru mangan burtur meginpartin í dystinum, tær eru rætt og slætt ikki nóg góðar, og Camilla Dalby kann ikki brúkast í verjuni. Á høgra vongi spælir unga Louise Burgaard, men hon er bara neyðloysn á veinginum, tí frálíki vongurin Mai Britt Kvisgaard sleit krossband í vár.
Málverjarnir Karin Mortensen og Christina Petersen hava verið hampuligir, og Mette Melgaard og Rikke Skov hava verið frálíkar í miðverjuni. Pernille Larsen er komin inn at spæla miðspælari og vinstri bakkur av og á, men hon er eisini miðal góður spælari. Eftir mínum tykki er bara ein spælari, sum veruliga skaraði framúr í øllum dystinum, og tað var vinstri vongurin Ann Grete Nørgaard, sum eisini gjørdist toppskjútti á liðnum.
Danska kvinnulandsliðið er veruliga í kreppu, tá ið talan er at koma upp aftur á aljtóða tindin. Ein av orsøkunum er, at í donskum kvinnuhondbólti er flest peningur í norðanlondum. Kappingarárið 2010/2011 spældu 80 útlendskir spælarar í donsku kappingini. Serliga vóru flestu plássini í bakketuni mannað við útlendskum spælarum, og hetta sæst nú aftur á danska kvinnulandsliðnum.
Venjarin Jan Pytlick hevur ov fáar spælarar at velja ímillum, ella rættari sagt, tað finnast serliga ov fáir góðir bakspælarar í donsku kappingini. Eingin Anja Andersen, Camilla Andersen, Anette Hofmann, Tonje Kjærgaard, Gitte Madsen, Janne Kolling, Susanne Munk Jørgensen ella tildømis unga Lærke Møller, sum er skadd í løtuni. Verjan hjá danska landsliðnum stendur mát, men liðið hevur ikki spælarar, sum skulu skjóta málini til tess at náa toppin. Og tá nyttar ikki bara at tosa um, at spælið á liðnum ikki er nóg gott.
Venjarin Jan Pytlick sýnist eitt sindur útbrendur, hann er ikki sami stríðsvenjarin úti á beinkinum sum áður, hann er meira tamur enn vanligt. Pytlick hevur óivað sæð skriftina á vegginum, áðrenn landsliðið fór til London, tí liðið rendi seg í stórar ósigrar bara nakrar vikur fyri OL. Og so gjørdi hann ein brølara at senda linjuspælaran Louise Spellerberg til húsa aftur, áðrenn kappingin byrjaði, tí hon skuldi vera skadd. – Eg eri ikki skadd og kann spæla, segði Louise, sum bleiv í øðini inn á venjaran, tí venjarin spurdi ongantíð hana, um hon kundi spæla. Louise er nú givin á landsliðnum. (Vagnur)

