Tað er ivasamt, um vit aftur síggja Heina Hanusarson á vøllinum sum spælara í bestu deildini, tí arbeiðið og familjan forðar hesum, í hvussu so er fyrru hálvu komandi kapping. Men Heini ætlar slett ikki at sleppa hondbóltinum, tí í fjør tók hann elituvenjaraútbúgvingina og fyri kortum stóð hann diplom útbúgvingina í Danmark, sum gevur atgongd at venja øll lið í Europa. Nú vantar honum bara Master Coach, so hevur hann allar venjaraútbúgvingar. Heini hevur verið óførur á vøllinum, síðani hann kom aftur úr Danmark eftir lokna útbúgving. Eg havi hitt Heina.
Boð hava verið eftir nú 34 ára gamla Heina Hanusarson at spæla í bestu deildini komandi, men hann hevur takkað nei, tí stundir eru ikki at spæla fyrra hálvár vegna arbeiði og útbúgving í familjuni. Eftir lokna kapping í vár gavst sterki høgribakkur í Neistanum eftir hava vunnið bæði fleiri FM-heiti og steypakappingar. Heilt fáir vinstrahentir spælarar sum Heini eru at finna í føroysku kappingini. Nú er ivasamt, um vit síggja Heina aftur vøllinum í bestu deildini. Men hví at gevast júst nú, tí Heini kundi spælt nøkur ár aftrat?
– Nú steðgi eg á, í hvussu so er í eina tíð, tí útbúgving og arbeiði forðar hesum. Boð hava verið eftir mær at spæla í bestu deildini, men eg havi takkað nei. Eg fylli skjótt 35 ár, og tá ið eg havi ein veikan økul, krevur hetta nógva vanliga venjing og uppvenjing av øklinum, so eg kann spæla við fullari megi. Nú eri eg komin hartil, at eg steðgi á eitt bil, og so fáa vit at síggja, um boð verður eftir mær kanska í seinni hálvu í kappingini komandi.
-Men eg sleppi ikki hondbóltinum, tí mær dámar framvegis væl at spæla hondbólt, og eg havi miðvíst arbeitt at fáa mær allar venjaraútbúgvingarnar, sum Dansk Håndbold Forbund hevur at bjóða. Í fjør fekk eg elituútbúgvingina og herfyri stóð eg Diplom útbúgvingina, og nú er bara eftir at fáa mær Master Coach, sum er størsta útbúgvingin, men hetta krevur, at tú venur og fylgir einum toppliði heilt kappingarár.
– Umframt venjarauppgávuna og dystir, so fylgja aðrar uppgávur hesari útbúgving, tí tú skalt vísa, hvussu tú leggur venjingar til rættis, tú skalt duga at eygleiða spælið og spælarum, og tann sálarligi parturin í spælinum er eisini partur av útbúgvingini, sigur Heini at enda.
Heini Hanusarson er ein av fáu føroysku spælarum, sum hevur roynt seg í bestu mansdeildini í Danmark. Pápi hansara Hanus Joensen spældi á sinni eisini í bestu donsku deildini, og tað gjørdi Kári Mortensen eisini, men flestu av okkara talentum, sum fara til Danmarkar í lestrarørindum, velja heldur ÍF Føroyar hondbólt, tí spælarar halda seg ikki hava stundir til nógvu venjingina, sum donsku feløgini krevja.
Eingin ivi er um, at síggja vit ikki Heina aftur á vøllinum sum spælara, so síggja vit hann seinni aftur sum venjara í bestu deildini. (Vagnur)
