Fyrst fór Slagelse, síðan FCK og nú AG Keypmannahavn

Tað var áhugavert at vitja FCK høllina í 2009. (Mynd Vagnur)

Á sumri 2009 vitjaði eg ítróttahøllina hjá FCK kvinnum. Tað var áhugavert á koma í stóru høllina og síggja, hvar hondbóltsstjørnurnar vandu við Anju Andersen sum venjara. Anja Andersen byrjaði í Slagelse at uppbyggja eitt altjóða kvinnulið við bestu spælarum í Danmark og væl løntum útlendskum stjørnum. Liðið vann danska meistaraheitið og altjóða kappingar, men so við eitt gjørdist pengakassin tómur. Anja helt síðani fram í FCK við Flemming Østergaard í rygginum. “Don Ø”, sum hann var róptur.

Fleiri av vælløntu spælarunum fylgdu Anju Andersen úr Slagelse til FCK, sum var nýtt hondbóltsfelag, og liðið helt fram at vinna danska meistaraheitið og altjóða kappingar. Slagelse bleiv aftur eitt hondbóltsfelag, har spælarar fingu lítla ella onga samsýning. Men við eitt gjørdist Don Ø FCK spælarum og venjarum greitt, at tað hekk slett ikki saman fíggjarliga at hava so kostnaðarmiklar spælarar í FCK hondbólti. Don Ø boðaði í 2010 frá, at FCK fór at gevast við øllum hondbóltsvirksemi. FCK hondbóltur var nú søga. Spælararnir máttu finna sær annan arbeiðsgevara, og Anja Andersen gjørdist eisini arbeiðsleysur hondbóltsvenjari.

Danski landsliðsspælarin Mikkel Hansen má nú finna sær nýtt felag.

Søgan endurtók seg 1. juni 2010, tá ið  Jesper “Kasi” Nielsen boðaði frá, at nýtt mansliðið var í stoypiskeiini, sum umfataði AG håndbold og  FCK håndbold. Nýggja navnið var AG København, sum skuldi mannast við allarstørstu stjørnum í Europa. Har komu danskir landsliðsspælarar við Mikkel Hansen á odda, íslendskir landsliðsspælarar og aðrar altjóða stjørnur.

AG København vann danska meistaraheitið kappingarárini 2010/2011 og 2011/2012, men 30. juli í ár boðaði Jesper “Kasi” Nielsen” frá, at pengakassin var tómur, felagið fór á húsagang, og allar hondbóltsstjørnurnar eru arbeiðsleysar. AG København breyt upp úr nýggjum í donskum hondbólti, har nógv varð gjørt burtúr heimadystunum. Tað eydnaðist millum annað at fáa 20 000 áskoðarar í Ítróttaparkina til fleiri av heimadystunum hjá AGK.

Føroysk feløg koma eisini í fíggjarliga knípu

Í Føroya hoyra vit mangan, at feløg eru í fíggjarligum trupulleikum, men talan eru ikki um so stórar peningaupphæddir, at feløgini fara á húsagang. Mangan er tað soleiðis, at onnur fólk í felagnum taka um endan til tess at fáa skil aftur á tí fíggjarliga. Føroysku ítróttafeløgini eru heldur ikki partafeløg, sum til AG København var. Men tað eru fólk í Føroyum, sum koma í nevndir og hava øgiligar ætlanir, men tey gloyma ella hava ikki evnini at síggja, at stórar ætlanir kosta eisini pening.

2. juni skrivaði eg grein á heimasíðuna um AG-København troyggju, sum Teis fekk frá systir sínu Elsu Horn, sum er dóttir Guðrun Horn og Claus Rasmussen. Smáar tveir mánaðar seinni fer felagið á húsagang, og AGK liðið við nógvu stjørnunum er ikki at finna í bestu mansdeildini kappingina komandi. Niðanfyri er greinin um AGK troyggjuna, sum eg skrivaði 2. juni. (Vagnur)

Teis fekk AGK troyggju við nøvnum frá systur síni Elsu Horn

Skrivað tann 2. juni 2012 • 0 Viðmerking

Joachim Boldsen og Kathleen. (Mynd Elsa Horn)

Myndin er av AGK spælaranum Joachim Boldsen og Kathleen dóttir Elsu Horn, sum er dóttir Guðruna Horn og Claus Rasmussen. Konan AGK spælaran Lars Jørgensen er vinkona Elsu, tí vildi Elsa útvega beiggjanum Teis AGK troyggju, har allar stjørnurnar høvdu skrivað sítt navn á. Tað er ríkmaðurin Jesper Nielsen við familju, sum hevur tikið stig at stovnað AGK Keypmannahavn.

Hondbóltur fyllir ógvuliga nógv í familjuni hjá Guðruni Horn og Claus Rasmussen, og hetta er í fleiri ættarliðum. Tey fylgja væl við í hondbólti bæði í Føroyum og uttanlands, og tey síggja flestu hondbóltsdystir í sjónvarpinum. Guðrun Horn búði seytjan ár í Danmark, áðrenn familjan flutti aftur til Føroya, har tey nú eru íðin í føroyskum hondbólti.

Elsa dóttir Guðruna og Claus er nært knýtt at AGK Keypmannahavn, tí vinkonan hennara er kona linjuspælaran Lars Jørgensen, sum vit kenna frá danska landsliðnum. Elsa og familjan síggja mest sum allar dystirnar hjá AGK.

Elsa helt, at nú skuldi hon gera beiggjan Teis bilsnan og glaðan, tí hon veit, at Teis fylgir AGK í sjónvarpinum. Hon keypti eina AGK spælitroyggju, og fekk Lars Jørgensen at fáa allar AGK stjørnurnar eftir eina venjing at skriva sítt navn á troyggjuna. Elsa sendi síðani troyggjuna til beiggja sín í Føroyum, og eyguni gjørdist stór á Teisi, og hann var ovurfegin, tá ið hann sá troyggjuna.

Tað er ríkmaðurin Jesper Nielsen og familjan, sum hava tikið stig til felagið AGK Keypmannahavn, og endamálið er ógvuliga einfalt og greitt. Vit skulu vinna danska meistaraheitið og vinna altjóðakappingina fyri meistaralið. Seinnapartin vinnur AGK danska meistaraheitið, og herfyri bleiv AGK nummar trý í aljtóðakappingini fyri meistaralið. Næsta ár vinna vit hesa kapping, siga teir.

Alla AGK stjørnurnar skrivaðu navn sítt á troyggjuna. (Mynd Elsa Horn)

Vit kenna allar AGK stjørnurnar úr sjónvarpinum. Verðins besti hondbóltsspælarin Mikkel Hansen er har, fýra íslendingar Guðjón Sigudsson, Snorri Gudjónsson, Arnór Atlason og ikki minst Ólafur Steffánsson. Síðani er aðrar danskar stjørnur Toft brøðurnir, Joachim Boldsen, málverjin Karper Hvidt, Lars Jørgensen og aðrir. Høvuðsvenjarin er kendi sviin Magnus Andersson.

Og gjár bórust tíðindini, at næsta ár spælir kendi svenski høgri bakkurin Kim Andersson við AGK. Kim kemur úr Kiel, har hann hevur spælt í sjey ár. AGK missir tríggjar spælarar millum annað vinstra vongin Guðjón Sigurdsson, sum næsta ár spælir við Kiel í Týsklandi, men AGK fær tríggjar aðrar stjørnur ístaðin. Seinnapartin í dag spælir AGK seinasta dystin í landskappingini ímóti Bjerring-Silkeborg, og 20.000 áskoðarar síggja AGK á heimavølli endurvinna meistaraheitið. AGK vann fyrra dystin við heili ellivu málum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *