Myndin er av AGK spælaranum Joachim Boldsen og Kathleen dóttir Elsu Horn, sum er dóttir Guðruna Horn og Claus Rasmussen. Konan AGK spælaran Lars Jørgensen er vinkona Elsu, tí vildi Elsa útvega beiggjanum Teis AGK troyggju, har allar stjørnurnar høvdu skrivað sítt navn á. Tað er ríkmaðurin Jesper Nielsen við familju, sum hevur tikið stig at stovnað AGK Keypmannahavn.
Hondbóltur fyllir ógvuliga nógv í familjuni hjá Guðruni Horn og Claus Rasmussen, og hetta er í fleiri ættarliðum. Tey fylgja væl við í hondbólti bæði í Føroyum og uttanlands, og tey síggja flestu hondbóltsdystir í sjónvarpinum. Guðrun Horn búði seytjan ár í Danmark, áðrenn familjan flutti aftur til Føroya, har tey nú eru íðin í føroyskum hondbólti.
Elsa dóttir Guðruna og Claus er nært knýtt at AGK Keypmannahavn, tí vinkonan hennara er kona linjuspælaran Lars Jørgensen, sum vit kenna frá danska landsliðnum. Elsa og familjan síggja mest sum allar dystirnar hjá AGK.
Elsa helt, at nú skuldi hon gera beiggjan Teis bilsnan og glaðan, tí hon veit, at Teis fylgir AGK í sjónvarpinum. Hon keypti eina AGK spælitroyggju, og fekk Lars Jørgensen at fáa allar AGK stjørnurnar eftir eina venjing at skriva sítt navn á troyggjuna. Elsa sendi síðani troyggjuna til beiggja sín í Føroyum, og eyguni gjørdist stór á Teisi, og hann var ovurfegin, tá ið hann sá troyggjuna.
Tað er ríkmaðurin Jesper Nielsen og familjan, sum hava tikið stig til felagið AGK Keypmannahavn, og endamálið er ógvuliga einfalt og greitt. Vit skulu vinna danska meistaraheitið og vinna altjóðakappingina fyri meistaralið. Seinnapartin vinnur AGK danska meistaraheitið, og herfyri bleiv AGK nummar trý í aljtóðakappingini fyri meistaralið. Næsta ár vinna vit hesa kapping, siga teir.
Vit kenna allar AGK stjørnurnar úr sjónvarpinum. Verðins besti hondbóltsspælarin Mikkel Hansen er har, fýra íslendingar Guðjón Sigudsson, Snorri Gudjónsson, Arnór Atlason og ikki minst Ólafur Steffánsson. Síðani er aðrar danskar stjørnur Toft brøðurnir, Joachim Boldsen, málverjin Karper Hvidt, Lars Jørgensen og aðrir. Høvuðsvenjarin er kendi sviin Magnus Andersson.
Og gjár bórust tíðindini, at næsta ár spælir kendi svenski høgri bakkurin Kim Andersson við AGK. Kim kemur úr Kiel, har hann hevur spælt í sjey ár. AGK missir tríggjar spælarar millum annað vinstra vongin Guðjón Sigurdsson, sum næsta ár spælir við Kiel í Týsklandi, men AGK fær tríggjar aðrar stjørnur ístaðin. Seinnapartin í dag spælir AGK seinasta dystin í landskappingini ímóti Bjerring-Silkeborg, og 20.000 áskoðarar síggja AGK á heimavølli endurvinna meistaraheitið. AGK vann fyrra dystin við heili ellivu málum. (Vagnur)

