FM-róðrarnir avgreiddir klokkan 17.15 – herðaklapp til fyrireikararnar

Klaksvíkingur, Suðuroyingur og Vestmenningur fara um málið. (Mynd Róar Dalsgaard)

Klokkan 17.15 seinnapartin fór seinasti báturin um málið í Klaksvík, og soleiðis skal tað vera. Eg havi í nógv ár funnist at, at FM-róðrarnir mugu ikki fara inn í tíðindasendingina hjá útvarpinum. Av tí at so fáir bátar róðu í Klaksvík, og bátarnir bara róðu 1000 metrar og 1500 metrar, so áttu vit at avgreitt róðrarnar innan klokkan 17. Men klokkan 17.15 er so sanniliga góðtikið. Fleiri bátar vunnu tryggjan sigur, og vit fingu ábendingina, hvussu fer at gangast restina av árinum, men fleiri róðrar millum annað 10-mannaførini Klaksvíkingur og Suðuroyingur vóru ógvuliga javnir, og Vestmenningur kom eisini væl við. Róar Dalsgaard tók nakrar myndir fyri meg í Klaksvík, men vónleyst var hjá honum eisini at fáa nøvnini til myndirnar. Tit kunnu senda mær nøvnini Vagnur@olivant.fo í røttu raðfylgju. Niðanfyri eru felagsmyndir av FM-vinnarunum, men myndirnar av barnamanningunum vóru tíverri ikki nóg góðar. Vónandi eydnast hetta næstu ferð. Úrslit og støður eru sum vanligt at síggja á www.drekin.fo (Vagnur)

6-mannafarið Lómur:

5-mannafarið Erla Kongsdóttir:

10-mannafarið Klaksvíkingur:

 

6-mannafarið Páll Fangi kvinnur:

8-mannafarið Miðvingur:

5-mannafarið Jallurin dreingir:

5-mannafarið Havfrúgvin kvinnur:

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *