ÍF Føroyar hondbóltur fekk niðursett bótina til 19.000 krónur

ÍF Føroyar hondbóltur 2012. Aftast f.v: Esbern Patursson, Bjarni Sørensen, Hjalti Jacobsen, Lars Black, Pól Andreassen, Borgar Danielsen og Bogi Berg. Fremst f.v: Janus Sørensen, Helgi Justinussen, Rani Ellingsgaard, Jens Mohr og Janus Einar Sørensen

Í vár fekk ÍF Føroyar hondbóltur 40.000 krónur í bót, og liðið mátti flyta í niðastu deild, tí spælarar høvdu spælt ólógliga í donsku kappingini. ÍF Føroyar hevði sítt besta manslið nakrantíð, og liðið var júst flutt upp í 3. deild. Við samráðingum er bótin nú niðursett til 19.000 krónur, og mansliðið fer bara eina deild niður. Men málið endar ikki her, tí spurningurin er, um ÍF Føroyar hondbóltur heldur fram eftir summarsteðgin. Eg havi hitt ein av oddamonnunum Hjalta Mohr Jacobsen, og hann sigur.

– Fleiri enn 50 føroyingar spæla hondbólt við ÍF Føroyum. Menninir venja í Peter Lykke skolen og spæla heimadystirnar í Sunby høllini, har kvinnurnar eisini venja og spæla sínar heimadystir. Talan er um tvey manslið og eitt kvinnulið. Menninir hava vant ein fastan tíma um vikuna, men við tógvum stríði havi vit fingið ein tíma aftrat. Hetta eru sokallaðir avboðstímar, sum mangan eru torførir at fáa hendur á. Í miðal venja vit tvær ferðir um vikuna.

– Seinastu tjúgu árini hava føroyingar spælt ólógligt í Danmark, tí tað kostaði hvørjum spælara 5000 krónur at flyta spæliloyvið úr Føroyum til Danmarkar. Føroyska liðini spældu í lægri deildum, og eingin segði nakað. Hetta gjørdu eisini íslendingar. Men so blivu vit meldaðir til Dansk Håndbold Forbund úr Føroyum. Tá var galið.

– Vit fingu, sum omanfyri er sagt, 40.000 krónur í bót og máttu flyta niður í allar lægstu deild. Hondbóltur er ein deild undir ÍF Føroyum, sum eisini er virkið innan fótbólt og fimleik, og sjálvt um vit søktu um stuðul í Føroyum frá HSF og øðrum at gjalda bótina, so sær ikki út til, at nøkur hjálp er at heinta. Sjálvt Tryggingarfelagið Føroyar, sum var okkara høvuðsstuðul, vendu okkum bakið, tí teir søgdu, at íkomna støðan kom at oyðileggja teirra umdømi. Hetta hildu vit vera vánaligt.

-Nú eru vit komin hartil, at spurningur er, um hondbólturin í ÍF Føroyum skal halda fram. Vit skulu fyrst finna tær 19.000 krónurnar, sum vit spælarar óivað sjálvur mugu gjalda ella finna. Hondbólturin hevur ikki nakra nevnd at halda seg til, men tað er bara nakrir persónar, sum taka sær av virkseminum, eins og tá ið menn spæla innandurafótbólt í Føroyum, sigur Hjalti.

-Vit høvdu í vár knasandi gott manslið, har flestu spælarar høvdu spælt landsliðshondbólt í Føroyum, og teir vóru høvuðsstuðlar á føroyskum liðum, áðrenn teir fóru til Danmarkar í lestrarørindum. Vit vunnu deildina og gleddu okkum at flyta upp í triðbestu deildina, men so kom ein klaga úr Føroyum.

– Lógin um spæliloyvini er nú broytt soleiðis, at spælarar undir útbúgving skulu ikki longur gjalda at flyta spæliloyvið úr Føroyum til Danmarkar, men soleiðis var ikki áður. Spælarar vildu ikki gjalda fleiri túsund krónur fyri spæliloyvið, bara tí man spældi hondbólt til stuttleika í Danmark.

– Í næstu viku koma vit nakrir saman og skulu gera av, um hondbólturin í ÍF Føroyum skal halda fram. Vit mugu fyrst gjalda tær 19.000, skulu vit sleppa aftur í donsku kappingina, og hetta verður í 6. deild, sigur Hjalti at enda.

Torført er hjá okkum øðrum at seta seg inn í málið, men sjálvandi skulu føroyingar halda fram at spæla hondbólt í ÍF Føroyum. Eisini skulu føroyingar í Danmark í framtíðini fáa skil á spæliloyvunum, sum nú ikki longur kostar pening at flyta millum londini. Talan eru um fleiri enn hálvthundrað spælarar, sum fáa gleði av hondbóltsspælinum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *