Nógv fólk spyrja meg, hvussu gongur við ítróttahøllini við Landavegin, sum Neistin skuldi byggja, tí tey vita, at eg var í hallarnevndini. Tíverri má eg siga fólki, at høllin óivað ikki verður bygd, og orsøkirnar eru fleiri, sum eg skal greiða eitt sindur frá niðanfyri. Hetta er sjálvandi mín persónliga meining, um hví høllin óivað ikki verður bygd. Eg var ein av teimum, sum tók stig at byggja høllina, men eri ikki longur partur av hallarmálinum. Haldi tó, at fólk eiga at fáa eina frágreiðing.
1. Tað var 2. desembur í 2009, at borgarstjórin Heðin Mortensen og Jógvan Arge býráðslimur og formaður í mentanarnevndini gróvu fyrstu bøkkarnar. Alt sá gott út, og gravumaskinurnar hjá Articon stóðu til reiðar at gera økið byggiklárt. Arbeiðið gekk ótrúliga væl og var bíligt, og fólk í Neistanum og fólk í vesturbýnum vóru ótrúliga spent, tí eingin høll ella fótbóltsvøllur eru í vesturbýnum. Tað var Stuðlafelagið Neistin, sum tók stigið at byggja høllina, og tað var stuðlafelagið, sum hevði útvegað peningin, sum Neistin skuldi seta í høllina. Mett var frá byrjan, at høllin skuldi kosta 25 milliónir krónur.
Í fyrsta umfari fekk høllin 7,25 milliónur krónur í stuðli frá Tórshavnar kommunu, og felagið hevði fingið ábending um, at stuðul eisini fekst frá landinum. Men knappliga ein dag kom skriv frá Mentamálaráðnum, at Neistin fekk ikki stuðul frá landinum. Í sama tíðarskeið skuldi ítróttahøll byggja á Sandi, sum landið skuldi gjalda. Vit stóðu øll sum kánus og skilti púrt einki. Seinni fekk høllin við Landavegin tó 30% í stuðli aftrat frá Tórshavnar kommunu, og framvegis sá ljóst út. Vit bíðaðu nú eftir, at tilboðini vórðu latin upp, og øll vóru spent. Tí verri vóru tilboðini at gera høllina einar fimm milliónir krónur hægri, enn vit roknaðu við. Vit roknaðu við 25 milliónum, men lægsta tilboð var umleið 30 milliónir krónur.
2. Ein trupulleiki við byggingini var, at vit vóru ov sein á sjóvarfallinum. Høllin hevði ikki tann viðvind í umsitingini í kommununi, sum skuldi til, og tí mistu vit nógva tið. Málið dró út, og tá ið fyritøkan, sum i fyrsta umfari skuldi byggja høllina, fekk annað stórt arbeiði at gera, byrjaðu fyrstu stóru forðingar at byggja høllina við Landavegin. Hallarnevndin ætlaði alla tíðina, at høllin mest sum skuldi vera skuldarfrí, tá ið høllin var liðug. Lánibyrðan skuldi vera lítil, og tímaleiga í høllini skuldi fíggja raksturin.
3. Tá ið alt omanfyri er sagt, so skal allar størsta orsøkin finnast inni sjálvum Neistanum, at høllin óivað ikki verður bygd. Frá bygjan vóru tað fólk í Neistanum, sum hildu tað vera skeivt, at Neistin fór úr Gundadali. Stuðlafelagið Neistin tók stig at byggja høllina og hevði útvegað fíggjarliga innskotið til høllina, meðan tað var nevndin í hondbóltsfelagnum, sum skuldi undirskrivað øll skjølini við Tórshavnar kommunu. Hurlivasi kom nú í hallarmálið ella rættari sagt stór ósemja, sum førdi til, at fólk tóku seg úr hallarbólkinum. Sjálvandi kann man ikki fara undir so stórt tiltak, uttan alt felagið stendur aftanfyri. Í dag er støðan, at hallarmálið liggur í føvninginum hjá nevndini í hondbóltsfelagnum, sum hevur allan avgerðarrættin.
Sjálvandi eru vit nógv, sum er ótrúliga kedd, at hallarmálið soleiðis steðgaði upp. Persónliga skilji eg slett ikki, at vit øll í Neistanum ikki stóðu saman um nýggju høllina. Gjørdu vit tað, var høllin longu innlokað, tí vit vantaðu bara fimm milliónir krónur, og allir møguleikar at útvega hesar milliónirnar vóru ikki enn royndir. Neistin hevði fingið eina altjóða hondbóltshøll við Landavegin við øllum hentleikum, sum slík høll skal hava. Og perlan í høllin er, at umframt sjálvan hondbóltsvøllin við áskoðaraplássum, er eisini ein triðing høll við fullari breytt og máli, so tveir bólkar kunnu venja samstundis í høllini.
Neistin hevur í dag ikki nóg góðar umstøður til alt hondbóltsvirksemið, og við Landavegin hevði felagið møguleikan at fáa egnu nýtímans høll. Neistin hevði gyltan møguleika við 60% í stuðli frá Tórshavnar kommunu og millónum frá stuðlafelagnum, men felagið tók tíverri ikki av gylta møguleikanum. Ætlanin var, at Neistin fór úr høllini á Hálsi, men skuldi varðveita ognartriðingin í Gundadalshøllini.
Nýggjur miðnámsskúli skal byggjast í Marknagili og nýggjur fólksskúli við Landavegin. Ætlanin var allatíðina, at hesir skúlar og aðrir stovnar hjá Tórshavnar kommunu skuldu brúka høllina fyrrapartin og kanska til klokkan trý seinnapartin, og Neistin brúkti høllina restina av degnum. Vit vóru komin so mikið langt við hallarmálinum, at byggiloyvið var fingið til vega, tí kann farast undir at byggja høllina beinanvegin. Stuðulin frá Tórshavnar kommunu er klárur, og tað sama milliónirnar frá stuðlafelagnum Neistanum. (Vagnur)



