Nógvar eru meiningarnar, hví danska manslandsliðið í hondbólti ikki stóð seg væl í Ol-kappingini. Í gjárkvøldið tapti liðið fyri Svøríki, og í morgun leita donsku fjølmiðlarnir eftir “syndarum”, og bæði venjarin Ulrik Wilbek og spælarar standa fyri skotum. Øll vísa á, at hvørki spælarar ella venjarar megnaðu at loysa uppgávuna, tá ið Mikkel Hansen varð mansvardur. Hetta er rætt, men er ikki allur sannleikin eftir mínum tykki. Verðins besti spælarin og besta kortið hjá dønum Mikkel Hansen tók í øllum dystunum ferðina úr spælinum, sum millum annað gjørdi, at liðið fekk alt ov fá skjótlop.
Tað var ein heilt annar Mikkel Hansen, vit sóu í EM-kappingini, sum danir vunnu, enn vit sóu í dystunum í OL-kappingini. Danska liðið stendur og fellur við Mikkel Hansen og hansara nógvu málum. Mótstøðuliðini øll valdu hesaferð at mansverja Mikkel, og hetta hóvaði ikki honum. Hann sýntist ørkymlaður og at hava gron. Í staðin fyri at arbeiða við trupulleikanum gjørdist hann passivur í álops spælinum, han gekk stóran part av dystinum í tómgongd og tók ferðina úr spælinum. Serliga kom hetta til sjóndar í skjótálopunum, har hann beinleiðis steðgaði spælinum fram eftir vøllinum.
Í seinna hálvleiki í gjárkvøldið sóu vit nakað av tí, Mikkel stendur fyri, og tá komu danir eisini inn aftur í dystin. Tá ið Mikkel varð mansvardur, skuldi hann serliga brúkt orkuna í skjótálopunum. Storma fram, sum hann gjørdi í seinna hálvleiki. Tá fekk hann fleiri málmøguleikar og fleiri møguleikar at spæla hinar spælararnar. Annars stóð danska verjan og serliga málverjin Niklas Landin væl, men øll málini, sum Mikkel plagar at skjóta, vantaðu, og danir skutu færri mál í hvørjum dysti, enn liðið plagar at gera.
Fjølmiðlarnir finnast at Ulrik Wilbek. Eg haldi, at venjarin heldur skuldi byrjað við Micheal W. Knudsen á linjuni, tí Rene Toft brennur alt ov nógv. Annars spældu Thomas Mogensen og Kasper Søndergaard væl. Støðan gjørdis ikki betur, tá Anders Eggert á vinstra vongi bleiv skaddur í hondini seint í fyrra hálvleiki. Eg haldi, at Ulrik Wilbek gjørdi eitt mistak ikki at taka Lars Christiansen við til London. Hann skuldi vrakað Nikolaj Markussen, tí hann passar slett ikki inn í danska spælið. Lars Christiansen hevði so ótrúliga positiva ávirkan á spælið og ikki minst á liðið uttan fyri vøllin. Nú er Lars viðmerkjari hjá DR.
Tá ið eg hugdi at dystinum í gjárkvøldið millum Danmark og Svøríki, kom eg at hugsa um neistamenn í 2010. Heini Hanusarson var so mikið stór hótta hjá mótstøðuliðnum, at liðini royndu at mansverja hann. Men neistamenn vóru snildir í høgru síðu við serliga Davidi Edvardsen á odda og Inga Olsen sum spælaskipara, at tað var til fánýtis at mansverja Heina. Vanliga verður sagt, at tá ið fimm álopsspælarar spæla ímóti fimm verjuspælarum, so hava álopsspælararnir altíð fyrimun, tí økið millum hvønn verjuspælara gert størri. Men danska liðið megnaði bara ikki at gera sær dælt av fyrimuninum.
Í gjárkvøldið sá eg eisini part av dystinum millum Kroatia og Tunesia. Tunesar spæla alt ov harðan hondbólt, og ein rætt kort var ikki nógmikið. Dómararnir komu ikki væl frá døminingini, og vónandi verður ikki soleiðis í framtíðini, at kropsstyrkin kemur at vinna á tekniska spælinum. Eg havi sæð partar av dystum hjá Íslandi. Tað er ótrúligt, at Ísland kann manna eitt so vælspælandi landslið. Ísland var bara eitt brent brotskast fimtan sekund fyri tíð at koma í semifinaluna. (Vagnur)
