Høllin á Hálsi fær nýtt gólv, sum spælast skal á fyrsta septembur. Hallarvørðarnir taka fyrst linoliumið av gólvplátunum, og síðani verða gólvpláturnar skrottaðar. Serligu bjálgarnir, har fjaringin í gólvinum er uppbygd, skulu ikki burtur. Tá ið hallarvørðarnir eru lidnir við arbeiðið, kemur Articon at leggja á nýggjar gólvplátur og rætta gólvið av. Síðani verður nýtt linolium av sama slagi lagt á gólvið. Hallarvørðarnir hava funnið magt og hvat undir gólvinum, men teir hava ikki enn funnið trúlovingarringin, sum varð mistur fyri tretivu árum síðani.
Eitt er, at mýs og kanska rottur hava ferðast undir gólvinum, annað er, at hallarvørðarnir hava funnið pening, ringar, tendrarar, atgongumerki og aðrar leivdir av ymiskum slagi heilt aftur til 1970, tá ið høllin varð tikin í brúk. Ein av hallarvørðunum segði mær, at ein trúlovingarringur við navni í varð mistur í høllini fyri tretivu árum síðani. Men enn hava hallarvørðarnir ikki funnið henda ringin, men enn hava teir vónina.
Tað er soleiðis, at talan er um flótandi gólv, har gólvið ikki gongur heilt út til veggirnar. Og tað er í opið úti við veggirnar, at mangt og hvat er farið niður ímillum. Millum annað umrøddi trúlovingarringurin. Møguleiki er ikki at fáa hendur á lutunum uttan at taka upp gólvið, og tað er júst hetta, hallarvørðarnir gera. Enn er vón at finna umrødda gullringin, tí enn er ikki liðugt at taka glasullina úr gólvinum. Sigst at ringurin fór niður ímillum fyri tretivu árum síðani. Hví viðkomandi tók ringin av fingrinum, sigur søgan einki um. Tá ið nýggja gólvið er liðugt, verður gjørt soleiðis, at einki kann fara niður ímillum gólv og vegg.
Hallarvørðurin segði mær eisini, at spælarar er farnir avstað við ymiskum úr gólvinum. Ein spælari fór avstað við eina brotskaststrikuni til minnis um nógvu brotskøstini, hann hevði skotið frá júst hesum staði. Hetta minnir meg um, tá ið fólk úr allari verðini komu til Týskalands at ogna sær stykki av Berlinmúrinum.
Gólvið í høllini hevur verið fantastiskt, og eg kann minnast, hvussu fegnir útlendingar eisini vóru at spæla í høllini longu fyrst í 70 árunum. Sama linoliumið hevur ligið á gólvinum líka síðani í 1970, og spælarar kunnu fegnast um, at teir koma at spæla á sama slag gólvi, tá ið høllin letur upp fyrst í septembur mánað. (Vagnur)



