Elstu rógvararnir halda ikki kunngerðina um trygdina á sjónum

Rógvararnir umborð á Drekanum rógva allir í vesti, men hvussu við eldri rógvarunum? (Mynd Vagnur)

Altíð hugaligt at fara oman á Eystaru bryggju at hyggja at kappróðrarbátum, sum koma til Havnar at venja fyri ólavsøku. Týskvøldið var Vestmenningur í Havn, ígjárkvøldið Klaksvíkingur, Nevið Reyða, og á einum vongi í Álakeri stóð 6-mannafarið Rádni úr Fuglafirði. Fleiri bátar róðu hvør ímóti øðrum, men tað sum undraði meg allar mest í gjárkvøldið var, at tað eru teir eldru rógvararnir, sum slett ikki halda kunngerðina um trygdina á sjónum. Hvat siga nevndirnar í feløgunum?

Fiskiveiðieftirlitið boðaði í fjølmiðlunum frá í vár, at stovnurin fór at fylgja væl við kappróðrarbátunum í summar, sum skuldu halda kunngerðina um trygd á sjónum. Millum annað varð sagt tíðuliga og greitt, at rógvarar skuldu allir rógva í vesti annars fingu teir bót. At rógva uttan vest gevur rógvara 1000 krónur í bót. Teir ungu rógvararnir í Suðurstreymoy hava mest sum allir hildið boðini, tí allir ungir rógvarar rógva í vesti. Bara nøkur fá undantøk.

Men verri gongst við eldru rógvarunum, og tað sær ikki út til, at kunngerðin um trygd á sjónum er komin til Klaksvíkar, tí rógvarar umborð á Klaksvíkingi og Nevinum Reyða rógva slett ikki í vesti. Og tað gjørdu rógvarar umborð Havnarbátinum old boys heldur ikki uttan tveir rógvarar. Í Nólsoyarfirði í gjárkvøldið vóru Sílið við gentum, Drekin við dreingjum, Skúgvur við monnum, Argjabáturin, Jallurin við dreingjum og ein bláur bátur aftrat longri úti. Allar hesar manningar róðu í vesti uttan ein rógvari umborð á Bliki.

Eg haldi, at tað er vánaligt og ússaligt, at eldru rógvararnir umborð á Klaksvíkingi, Nevinum Reyða og Havnarbátinum old boys ikki stuðla tiltakinum at bøta um trygdina á sjónum. Hetta havi eg skrivað áður, og hetta ætli eg mær at halda framvið, so leingi eg orki at halda penninum. Teir eldru rógvararnir skulu sjálvandi vera fyrimyndir hjá teimum ungu, tað er jú millum annað ´manningina umborð á Klaksvíkingi, sum rør ótrúliga væl, tey ungu síggja upp til. Ungu rógvararnir eru nú heilt niður í tólv ára gamlir, skulu vit minnast til.

Kom ein av smáu hjálparbátunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum inn um Molan í gjárkvøldið, so gjørdi hann veruligt fíggjarligt hál, tí manningarnar umborð á Klaksvíkingi, Havnarbátinum og Nevinum Reyða skulu gjalda 28.000 krónur í bót, tí bótin er 1000 krónur til hvønn rógvara, sum ikki er í vestinum. Hugburðurin batnar um trygd á sjónum, tí tey ungu rógva mest sum øll í vesti, men tað er, sum tikið verður til, mangan torført at fáa gamlan hund upp at sita.

Soleiðis var eisini, tá ið eg sum ungur bilmekanikkari seinast í 60 árinum setti trygdarbelti í nýggjar bilar. Tað vóru kvinnurnar, sum fyrst spentu trygdarbeltini, meðan menninir hildu tað vera ómansligt at spenna seg fastan sum smábarn í barnavogni. Tað er óivað eisini soleiðis við eldru rógvarum, tað er ómansligt at rógva í vesti. Men tað er tað sjálvandi ikki. Eg helt meg síggja tveir nevndarlimir umborð á 10-mannaførunum. Hvat siga teir til niðurgerðingina av kunngerðini um trygd á sjónum? (Vagnur)

Hesar eru sjálvandi allar í vestinum, tá ið báturin verður flotaður. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *