Mótvindurin ávirkaði fleiri róðrar. Alt var avgeitt klokkan 16.30

8-mannaførini fáa forsíðuna hesuferð. Miðvingur gjørdist føroyameistari. (Mynd Vagnur)

Eg plagi at standa á “Ìskaiini” á ólavsøku, tí tá sært tú út á málið og hevur bátarnar beint útfyri tær á 200 metrarmerkinum. Var vísur í, at mótvindur í dag kom at broyta fleiri róðrar frá undanfarnum róðrum, har veðrið hevur verið gott á øllum stevnunum. Tað hildnast oftast best í mótvindi hjá manningum, sum rógva tey longu heldur seigu tøkini, og so var eisini í dag. Og tí gjørdist munurin størri í fleiri róðrum enn undanfarnar róðrar. Heldur óvæntaða úrslitið var, at Páll Fangi við kvinnum snávaði so dyggiliga, har Herningar vann tryggan sigur. Klaksvíkingur róði uppvísningsróður. (Fleiri myndir eru niðanfyri)

Sjálvur var eg spentur til dreingjaróðurin, tí Jallurin og Drekin kappaðust um FM-heitið. Drekin hevði munin allan teinin, Jallurin og Havfrúgvin vóru har, men í endaspurtinum setti Drekin alt á pláss við tryggum sigri. Stuttligt at síggja old boys róðurin, og eg var vísir í, at serliga Skálabáturin fór at geva Havnarbátinum skarpan gang. Havnarbáturin vann róðurin og FM-heitið. Í 6-mannafarsróðrinum við monnum stóð kappingin aftur millum Lóm og Riddarin, har Lómur dró longsta stráið.

Drekin róði ótrúliga væl og vinnur her uppiborið FM-heitið. (Mynd Vagnur)

Havfrúgvin við kvinnum staðfesti aftur í dag, at tær eru best og hava tær vunnið allar róðrarnar í summar. Serliga Blikur og Firvaldur hava í alt summar ikki veruliga fingið fatur í Havfrúnni undantikið fyrsta róðurin í Klaksvík, tá hundraðpartar av sekundi var millum Havfrúnna og Blik. Heilt ótúligt at síggja Erlu Kongsdóttir við gentum í dag, tær róðu beinleiðis uppvísningsróður við longum, seigum og kraftigum tøkum. Har var einki at gera hjá hinum bátunum.

Havfrúgvin trygt á odda og vinnur ólavsøkuróðurin. (Mynd Vagnur)

Herningur, Herningur og aftur Herningur. Umborð á bátinum sita royndir rógvarar millum annað Katrin Olsen, sum áður hava róð við Jarnbardi, og eg var visir í, at Herningur fór at geva serliga Páll Fanga og Hvessingi skarpan gang. Men at Herningur soleiðis frá byrjan undir Argjalandi skuldi vinda burturúr serliga Páll Fanga, sum hevur vunnið allar róðrarnar í summar, tað hevði eg ikki roknað við.

Kappingin í summar hevur serliga staðið millum menninar umborð á Lómi og Riddaranum. (Mynd Vagnur)

Eg roknaði eisini við, at Nevið Reyða hevði møguleika ímóti Miðvingi í dag, men royndu rógvararnir umborð Nevinum Reyða eru í ikki í nóg góðari venjing at taka Miðving, sum rør ótrúliga væl. Og serliga seinastu 200 metrarnar sást tíðuliga, at teir umborð á Miðvingi orkaðu nógv betur enn teir umborð á Argjabátinum og Nevinum Reyða. Tað er, sum um Gullbrandur ikki fekk tann viðvind, sum eg roknaði við fyrr í summar.

Herningur setti alt á pláss seinnapartin og vann sannførandi. (Mynd Vagnur)

Eftir 8-mannaførini róðu 6-mannaførini við old girls. Og tað má eg siga, at kvinnurnar rógva ótrúliga væl, og tað er mín vón, at fleiri manningar rógva næsta ár, tí eldru rógvararnir hoyra heima í FM-róðrinum, sum er komin fyri at vera.

Klaksvíkingur í uppvísninnsróður. Òtrúliga, sum manningin rør væl. (Mynd Vagnur)

Eg visti við vissu, at eingin bátur skalaði Klaksvíkingi seinnapartin, tí serliga mótvindurin fór at koma Klaksvíkingi til góðar. Manningin rør hesi langu og kraftmiklu tøkini, sum rigga væl í mótvindi. Báturin hevur manningina við royndunum, teir eru krútsterkir og rógva ótrúliga væl. Uppvísningsróður frá Klaksvíkingi á ólavsøku 2012.

Gongurólvur old girls vinnur í góðan endaspurti ólavsøkuróðurin. Lómur gerst føroyameistari. (Mynd Vagnur)

Róðrarárið er liðugt, tað hevur gingið sera væl at avgreiða róðrarnar í summar minus eitt mistak í Vestmanna. Mín vón er, at fleiri manningar rógva næsta ár, tí tað hevur verið nakað tunnligt í fleiri bátastøddum, tó at fleiri sólskinsglottar eru at hóma nógvastaðni. Til lukku við úrslitunum og góða ólavsøku øll somul. Øll úrslit og endaliga FM-støður er at síggja á www.drekin.fo (Vagnur)

Manningin umborð á Erlu Kongsdóttir er ment ótrúliga nógv í summar. Tryggur sigur seinnapartin. (Mynd Vagnur)

Fastir kenningar á ólavsøku. Greivin og Falkur (Mynd Vagnur)

Stuttligt at fylgt monnunum umborð á Havnarbátinum. Altíð hugagóðir til venjingar og í góðum lag. (Mynd Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *