Filip Jojic, sum spældi við Team Klaksvík, fer til Vestmannar

24 ára gamli Filip Jojic kemur úr bosniska felagnum Banja Luka

Nú er tað greitt, at 24 ára gamli bosniski spælarin Filip Jojic spælir við VÍF næsta kappingarár. Filip spældi í fjør við Team Klaksvík og gjørdist toppskjútti í føroysku kappingini, og á gallaveitsluni varð hann valdur til ársins álopsspælara. Filip spælir fyri tað mesta á vinstra bakki og á miðjuni. VÍF hevur eisini fingið tveir ungar danir úr Skanderborg 23 ára gamla Martin Ritto og 21 ára gamla Rasmus Junker. So tað verður spennandi at fylgja VÍF liðnum kappingina komandi, og liðið verður óivað sterkari enn seinasta kappingarár. Venjarin Jan Ottosen er nú væl nøgdur við spælarahópin. (Vagnur)´

Fara fuglfirðingar kanska at endurtaka bragdið frá 1979?

ÍF Føroyameistari í 1979. St.f.v: Jan Nielsen, Sonni Jensen, Jón Nolsøe Olsen, Poul Eldevig, Abraham Løkin, Hermann Midjord, Hans Elias Joensen, Meinhardt Dalbú og Ronny (Geson) Gunnarson. Húkandi f.v: Sam Jacobsen, Kaj Eli Poulsen, Kristian Petersen, Steinbjørn í Lambanum, Ovi Joensen, Birgir Thomsen og Áki Petersen. Hans Cederius Joensen vantar á myndini. (Mynd Árið íð fór)

Tá ið eg hoyrdi í útvarpinum, at ÍF hevði vunnið 2-0 á B36 í Gundadali, sveimaði tankarnir.- Man ÍF fara at endurtaka bragdið frá 1979, tá ið liðið vann FM-heitið í seinasta umfari. ÍF hevði ongan dyst tapt summarið í 1979, men liðið hevði spælt javnleik ímóti TB, B36  og VB. Bæði ÍF og TB høvdu møguleika at vinna FM-heitið í seinasta umfari, men tá ið avtornaði, hevði ÍF 25 stig og TB 24 stig. Læs resten

Levi Nybo og Sveinur Justinussen spæla við StÍF

Sveinur er altíð stór hóttan á vinstra bakki. (Mynd Álvur)

Góð tíðindi eru at frætta úr Stranda ítróttafelag, tí tað tykist, sumt StÍF fær gott manslið kappingina komandi. Mariann, sum hevur vart StÍF málið í nógv ár, er farin av landinum aftur, og tí kemur væl við, at Levi Nybo hevur sett búgv á Strondum, og at Sveinur Justinussen er komin aftur úr Danmark eftir at hava lært til fysioterapeut. Hann arbeiðir í Eysturoynni.

Hondbóltur hevur djúpar røtur á vestara armi á Skálafjørðinum, og sjálvt um barnatalið minkar í økinum, og ungfólk fara uttanlands í lestrarørindum, so eydnast StÍF at halda tørn. Hetta er hugaligt at staðfesta. Eysturoyggin hevur bara eitt manslið í bestu hondbóltsdeildini, meðan kvinnuliðini eru tvey StÌF og Tjaldur. Læs resten

Fótbóltur – Skála í 1. deild nærkast nú av álvara AB

5. september spælir AB á heimavølli ímóti Skála. (Mynd Álvur)

Bara fýra av téimum tíggju liðunum í 1. deild hjá monnum kunnu flyta upp í EFFO deildina, tí hini seks liðini eru umboðað í bestu deildini. Tí kunnu vit siga, at flytir lið úr bestu deildini, er nemt at koma aftur í bestu deildina. Skála var einafeð eitt av toppliðunum í bestu deildini, men so fór liðið heilt niður í triðbestu deildina at venda. Í 1. deild hevur O7 Vestur 46, AB 40 og Skála 39 stig, og einaferð trygga leiðslan hjá AB er minkað niður í eitt stig. Er Skála á veg aftur í bestu deildina? Læs resten

Meiningahornið – HSF fer undir rúgvismikið dómaraátak

Seinasta vetur dømdu ov fá A-dómarapør. (Mynd Álvur)

Fert tú á heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum, er júst lagt inn skrá fyri rúgvismikið dómaraátak, sum fer fram kring landið frá 4. september til og við 16. september í nógvum ymiskum hallum. Sagt verður, at kikarin nú skal setast á hondbóltsdømingina, tí alt ov fáir dómarar eru til at taka til tess at fáa eina góða hondbóltskapping.

Eg havi skrivað nógv um hondbóltsdøming í nógv ár, og í sambandi við stóra dómaraátakið í septembur mánað, vil eg leggja nøkur orð aftrat dómarakjakinum. Sagt verður, at HSF vantar 25 vaksnar dómarar til tess at fáa landskappingina at rigga nóg væl. Tí er dómaraátakið kærkomið. Læs resten

Suðuroyggin má og skal hava eitt fótbóltslið í EFFO deildini

Í løtuni sær út, sum TB, B68 og NSÍ skulu kappast um at fara úr EFFO deildini.

Tað hevur ótrúliga stóran týdning fyri føroyskan fótbólt, at nógv øki í landinum eru umboðað í bestu deildunum. Í løtuni sær út til, at Suðuroyggin kann missa bæði liðini úr EFFO deildini, og hetta er ótrúliga spell, tí Suðuroyggin skal sjálvandi hava minst eitt lið í EFFO deildini. TB og VB eru jú tvey gomul fótbóltsfeløg, sum hava sett sín dám á føroyskan fótbólt. Sum eg skilji, er eingin vón, at TB og VB leggja saman í eitt felag. – Ein tvøramaður segði mær herfyri, at TB, sum elsta fótbóltsfelagið í landinum, fer altíð at vera eitt sjálvstøðugt fótbóltsfelag. Læs resten

Meiningahornið – Púra óneyðugt at Rás 2 og Kringvarpið senda frá sama fótbóltsdysti

Rás2 og Kringvarpið mugu samarbeiða betur. (Mynd Vagnur)

Kringvarpið boðaði fyri nøkrum vikum frá, at Dagur og Vika varð ikki sent næstu sjey vikurnar vegna vantandi fíggjarliga orku. Miðlahúsið koyrir ikki nóg væl fíggjarliga, men bæði Kringvarpið og Rás 2 hava fíggjarliga orku at senda frá sama fótbóltsdysti í Fuglafirði millum ÍF og KÍ. Hevði ikki verið skilabetur, at annar fjølmiðulin sendi frá dystinum, meðan hin fjølmiðulin brúkti krútið til annað virksemi?  Læs resten

Kvinnulandsliðið í hondbólti til Finnlands í september mánað

Claus Rasmussen, venjari, tosar við spælarar í landsdysti ímóti Grønlandi í Føroyum.

Hondbóltsfeløgini hava fingið boð frá HSF, at A-kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla tveir landsdystir ímóti Finnlandi í døgunum 28. september til 1. august í Finnlandi. Eg havi hitt landsliðsvenjaran Claus Rasmussen  og spurt hann, um føroysku kvinnurnar eru í nóg góðari venjing til slíkar landsdystir so tíðliga á hondbóltsárinum. Læs resten

Tveir ungir danir skulu spæla við mansliðnum hjá VÍF

Sámal breyt hond í dysti ímóti KÍF á sundalagsstevnuni.

23 ára gamli Martin Ritto og 21 ára gamli Rasmus Junker úr Skanderborg eru í VÍF hópinum, sum fyrireikar seg til landskappingina komandi. Áki G. Olsen og Bjarki Hansen spæla ikki, meðan Sámal Joensen, sum breyt hondina í stevnudystinum í Kollafirði, er júst sloppin av við gipsið, so hann er ikki klárur rættiliga enn. Eg havi hitt venjaran Jan Ottosen, sum  dámar væl í Vestmanna. Fólk eru fyrikomandi og blíð, sigur Jan.  Læs resten

Teir finna pening, ringar og mangt annað í Høllini á Hálsi

Nú er bara eftir at fáa upp glasullina, so kann byggjast upp av nýggjum. (Mynd Vagnur)

Høllin á Hálsi fær nýtt gólv, sum spælast skal á fyrsta septembur. Hallarvørðarnir taka fyrst linoliumið av gólvplátunum, og síðani verða gólvpláturnar skrottaðar. Serligu bjálgarnir, har fjaringin í gólvinum er uppbygd, skulu ikki burtur. Tá ið hallarvørðarnir eru lidnir við arbeiðið, kemur Articon at leggja á nýggjar gólvplátur og rætta gólvið av. Síðani verður nýtt linolium av sama slagi lagt á gólvið. Hallarvørðarnir hava funnið magt og hvat undir gólvinum, men teir hava ikki enn funnið trúlovingarringin, sum varð mistur fyri tretivu árum síðani. Læs resten