Hondbóltsfeløgini hava fingið boð frá HSF, at A-kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla tveir landsdystir ímóti Finnlandi í døgunum 28. september til 1. august í Finnlandi. Eg havi hitt landsliðsvenjaran Claus Rasmussen og spurt hann, um føroysku kvinnurnar eru í nóg góðari venjing til slíkar landsdystir so tíðliga á hondbóltsárinum.
– Kvinnur hava vitað leingi, at A-landsliðið skal spæla dystir, men ikki hvat land spælast skal ímóti. Spælarar hava eisini fingið at vita, at tær skulu halda seg í venjing, meðan landskappingin liggur still. Sum fyrireiking til landsdystirnar í Finnlandi, fara vit at hava tríggjar felagsvenjingar tríggjar leygardagar í september mánað. Feløgini hava frá HSF fingið boðini um felags venjingarnar og landsdystirnar í Finnlandi.
– Vit hava áður spælt ímóti Finnlandi í “Challange Trophy” kappingini, og fyri trimum árum síðani taptu vit við tveimum málum fyri Finnlandi, so liðini eru jøvn. Ikki er enn greitt, hvørjar aðrar uppgávur føroyska kvinnulandsliðið fær, men tosað er um at fáa land til Føroya at spæla landsdystir. Eisini er ætlanin, at HSF skal søkja um at fáa Channeger kappingina til Føroya, sigur Claus í stuttari viðmerking úr Danmark.
Hondbóltsvenjingin kring landið er so smátt byrjað aftur, men ferð kemur ikki á venjingina hjá teimum yngru, fyrr enn skúlarnir byrja aftur, og tað eru um góða viku. Tað hevur stóran týdning fyri føroyskan hondbólt, at spælarar eisini fáa aðrar uppgávur enn bara føroysku kappingina. Men alt kostar pening, og Føroyar liggja soleiðis fyri geografiskt í mun tildømis Danmark, at bara flogferðin úr Føroyum er fyrsta stóra fíggjarliga forðingin, at fleiri landsdystir bæði A-landsdystir og ungdómslandsdystir kunnu spælast. (Vagnur)
