Meiningahornið – Púra óneyðugt at Rás 2 og Kringvarpið senda frá sama fótbóltsdysti

Rás2 og Kringvarpið mugu samarbeiða betur. (Mynd Vagnur)

Kringvarpið boðaði fyri nøkrum vikum frá, at Dagur og Vika varð ikki sent næstu sjey vikurnar vegna vantandi fíggjarliga orku. Miðlahúsið koyrir ikki nóg væl fíggjarliga, men bæði Kringvarpið og Rás 2 hava fíggjarliga orku at senda frá sama fótbóltsdysti í Fuglafirði millum ÍF og KÍ. Hevði ikki verið skilabetur, at annar fjølmiðulin sendi frá dystinum, meðan hin fjølmiðulin brúkti krútið til annað virksemi? 

Í Danmark arbeiða danska sjónvaríð og TV2 saman um at senda frá OL-leikunum í Londum. Nógv verður sent av hondbólti, tí fleiri norðanlond eru við í kappingini. Tað kemur ikki fyri, at báðir donsku fjølmiðlarnir senda tildømis beinleiðis frá sama hondbóltsdysti. Sendir annar fjølmiðulin beinleiðis frá dysti, sendi hinr brot frá dystinum seinni um kvøldið.

Kringavarp Føroya framleiðir nógvar frálíkar ítróttasendingar í sjónvarpi og útvarpi. Beinleiðis sendingar frá ymsum steypafinalum og landsdystum, frálíkar 3-2 sendingar, beinleiðis sendingar frá kappróðri og beinleiðis útvarpsfrasagnir frá fótbólti..

Rás 2 hevur meira lagt seg eftir fótbóltinum, og nú er fjølmiðulin eisini farin at senda beinleiðis frá fótbóltsdystum.  Rás 2 hevur frálíkar fótbóltssendingar, har millum annað verður tikið samanum eftir dystirnar. Eisini fáa vit at vita um enskan fótbólt í vetrarhálvuni.

Men eg haldi, at Kringvarpið og Rás 2 skulu til at samarbeiða betur, tí tað líkist ongan, at bæði fjølmiðlarnir senda frá sama fótbóltsdysti eitt leygarkvøld. Tað búgva bara 48.000 fólk í Føroyum, og tað mátti tí verið nógmikið við einum loftmiðli í Fuglafirði til dystin millum ÍF og KÍ. So stórur áhugi er heldur ikki fyri hesum dysti kring landið.

Krútið kundi verið brúkt betur, millum annað kundi Rás 2 komandi vetur framleidd góðar sendingar um vetrarítrótt millum annað um hondbólt, sum Rás 2 ger lítið og einki við. Tá ið hetta er sagt, so skrivar Sosilurin nógv um hondbólt, og nógvar frálíkar hondbóltsmyndir verða tiknar.

Eg kenni einki til samarbeiðið millum Kringvarpið og Rás 2, men fjølmiðlarnar áttu at verið samdir um eitt, og tað er, at báðir fjølmiðlarnir senda ikki frá somu ítróttahending. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *