Nú er tað greitt, at 24 ára gamli bosniski spælarin Filip Jojic spælir við VÍF næsta kappingarár. Filip spældi í fjør við Team Klaksvík og gjørdist toppskjútti í føroysku kappingini, og á gallaveitsluni varð hann valdur til ársins álopsspælara. Filip spælir fyri tað mesta á vinstra bakki og á miðjuni. VÍF hevur eisini fingið tveir ungar danir úr Skanderborg 23 ára gamla Martin Ritto og 21 ára gamla Rasmus Junker. So tað verður spennandi at fylgja VÍF liðnum kappingina komandi, og liðið verður óivað sterkari enn seinasta kappingarár. Venjarin Jan Ottosen er nú væl nøgdur við spælarahópin. (Vagnur)´
