Fótbóltur – Skála í 1. deild nærkast nú av álvara AB

5. september spælir AB á heimavølli ímóti Skála. (Mynd Álvur)

Bara fýra av téimum tíggju liðunum í 1. deild hjá monnum kunnu flyta upp í EFFO deildina, tí hini seks liðini eru umboðað í bestu deildini. Tí kunnu vit siga, at flytir lið úr bestu deildini, er nemt at koma aftur í bestu deildina. Skála var einafeð eitt av toppliðunum í bestu deildini, men so fór liðið heilt niður í triðbestu deildina at venda. Í 1. deild hevur O7 Vestur 46, AB 40 og Skála 39 stig, og einaferð trygga leiðslan hjá AB er minkað niður í eitt stig. Er Skála á veg aftur í bestu deildina?

AB av Argjum fekk flúgvandi byrjan í vár, tí liðið vann fyrstu átta dystirnar og harvið fekk 24 stig, meðan Skála fekk slaka byrjan við bert einum stigi í trimum dystum. Meðan Skála hevur vunnið seinastu dystirnar, hevur AB bert fingið eitt stig í seinastu trimum dystunum, tí kemur Skála nærri og nærri AB. Tveir lykladystir í 1. deild eru eftir at spæla, tá ið vit hugsa um, at bæði 07 Vestur, AB og Skála vinna mest sum allar dystirnar ímóti liðunum, sum hava lið í bestu deildini.

5. september spælir AB ímóti Skála á Argjum. Hetta kann gerast avgerandi dysturin, tí spælt verður um seks stig. Vinnur AB, so er liðið fýra stig framman fyri Skála, men vinnur Skála, so er Skála tvey stig framman fyri AB. Í seinasta dysti 22. september spælir Skála á heimavølli ímóti og 07 Vestur.

AB, O7 Vestur, B71 og Skála í 1. deild hava roynt seg í bestu deildini, men torført er hjá liðunum at halda seg í deildini, tí tey megna ikki at fylgja við fíggjarliga í mun til størri feløgini. Hetta fer ikki bara fram í Føroyum, men í øllum londum. Tey fíggjarligu sterkastu felølgini ligga mest sum altíð í toppinum. O7 Vestur er á veg í bestu deildina, AB og Skála kappast um seinna plássið, meðan B71 megnar ikki í summar at vera við í toppstríðnum.

Av og á hoyrast røddir, at vit skulu minka um liðini í bestu deildini niður í átta lið. Hetta er ikki rætta gongdin, tí minka vit liðini, minkar eisini áhugin fyri fótbólti á nøkrum økjum í Føroyum. Fótbólturin fer at miðsavnast enn meira, og tað er óheppin gongd. Spurningurin er, um vit kanska skuldu farið aftur til gomlu skipanina, har besta liðið í 1. deild flytir beinleiðis upp í bestu deildina, meðan næstbesta liðið í 1. deild spælir uppflytinardyst ímóti næstniðasta liði í bestu deildini. Best man tó vera at varðveita núverandi skipan, sum hon er. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *