Høllin á Hálsi varð tikin í nýtslu beint fyri ársskiftið í 1970, og hetta var ótrúliga stórt frambrot í høvuðsstaðnum. Høllin æt tá Tórshavnar samkomu- og ítróttahøll, tí høllin skuldi hýsa øðrum virksemi enn bara ítrótti. HB, B36, Kyndil, Neistin og Havnar Badmintonfelag høvdu rættindini til nýggju høllina, men tá ið Havnar Badmintonfelag fekk egnu høll, sum varð bygd omaná gamla svimjihylinum fyrst í 80-árunum, fór Havnar Badmintonfelag úr høllini á Hálsi. Høllin á Hálsi vérður stongd í august mánað. Tórshavnar kommuna samtykti herfyri at lata 2,5 milliónir til gólvarbeiðið, og eg havi hitt hallarstjóran Dánjal Samuelsen. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Høvuðsstaðarfeløgini B36 og HB í niðurflytingarvanda
Tá ið eg sá fótbóltstøðuna í EFFO deildini í gjár, hugsaði eg beinanvegin, at hetta má vera fyrstu ferð í minari tíð, at bæði høvuðsstaðarfeløgini eru niðurflytingarvanda. B36 tvey stig og HB fyra stig frá niðurflytingarlinjuni. Og serliga hevur haltað í verjupartinum hjá báðum liðunum, tí sjálvt um HB hevur skotið flest mál í deildini, so eru 25 mál higartil farin í HB-málið og 22 mál í B36-málið. Læs resten
Vestmenningar óhepnir í summar, men missa ongantíð vónina
Skalt tú upp á toppin í ítrótti, skal alt laga seg væl. Marginalar og skaðar eru partar í ítróttinum, og summi lið og summar manningar fáa fleiri trupulleikar at dragast við enn onnur. Finnur Johannesen er bátsformaður umborð á Vestmenningi, og eg veit, at teir hava verið plágaðir av skaðum, og at teir ikki hava havt marginalarnar við sær serliga á sundalagsstevnu, tá ið bara fimm hundraðpartar av sekundi skilti Klaksvíking og Vestmenning. Fyrst spyrji eg, hvussu vestmenningar higartil eru nøgdir við róðrarárið? Læs resten
Stoltleiki og æra at vinna Útvarpssteypið, sum løgmaður handar

Petur Mohr Dam, løgmaður, handar Vilhjálmi Christiansen, róðursmanni umborð á Ørvi Útvarpssteypið í 1962. Á myndini sæst eisini Niels Juul Arge útvarpsstjóri. (Mynd ÍSF 50 ár)
Sílið er báturin, sum oftast hevur vunnið Útvarpssteypið. Útvarpið gav steypið at kappast um í 1962, og tað var Niels Juul Arge, útvarpsstjóri, sum tók stigið at lata Útvapssteypið. Niels Juul hevði stóran áhuga í kappróðri, og umframt at varpa út róðrarnar, gav hann út bókina “Drekin”, og hann var eitt skifti formaður í Havnar Róðrarfelag. Tað var og er altíð stoltleiki og æra at vinna Útvarpssteypið, sum ikki kann vinnast til ognar. Løgmaður handar altíð steypið á ólavsøku. Havfrúgvin við kvinnum, Lómur við monnum, Páll Fangi við kvinnum og Miðvingur hava vunnið allar róðrarnar í summar. Ein av hesum bátunum vinnur Útvarpssteypið. Læs resten
Programmleiðarin í Kringvarpinum stýrir Páll Fanga
Solby Eliasen er virkin kvinna. Hon koyrir úr Klaksvík til Havnar at arbeiða í Kringvarpinum, hon hevur familju og tvey børn, og hon stýrir Páll Fanga. – Eg havi altíð fylt væl við í øllum ítrótti, men kappróður hevur havt mín allar størsta áhuga. Systir mín róði kapp, og pápi mín Kristian Olsen hevði nógv við kappróður at gera. Millum annað var útvarpsmanningin altíð inni hjá okkum til døgurða fyri kappróðurin á norðoyastevnu, sigur Solby, sum stýrdi seinast Páll Fanga í 2004. Læs resten
10-mannafarið Skálabáturin eigur bestu tíðina á ólavsøku
Tíðin hjá Skálabátinum á ólavsøku í 1992 var 3.52.00 minuttir, sum er besta tíðin, 10-mannafar hevur róð 1000 metrateinin nakrantíð. Sama árið hevði Havnarbáturin tíðina 3.52.32, sum nummar tvey bátur. Næstbestu tíðina nakrantíð eigur Havnarbáturin, sum á ólavsøku 2001 hevði tíðina 3.52.03 minuttir. Sama árið hevði Vestmenningur tíðina 3.53.22, sum er fjórðbesta tíðin nakrantíð. Læs resten
Terji Reinert Jacobsen smíðaði 5-mannaførini Havfrúnna og Blik
Millum manna halda fólk, at Sámal Hansen hevur smíðað allar bátarnar, sum rógva í summar, men so er ikki. Sámal Hansen hevur síðani 1996 smíðað 74 bátar, men bátasmiður, sum býr á Kjalnesi í Kollafirði, hevur smíðað fýra kappróðrarbátar millum annað Havfrúnna og Blik. Og Havfrúgvin hevur serliga søgu, tí 5-mannafarið hava vestmenningar lánt úr Árnafirði. Terji Reinert Jacobsen smíðaði Katlu, sum nú eitur Havfrúgvin, til Árnafjarðar róðrarfelag í 2008. Terji smíðaði eisini 5-mannafarið Títling til Havnar Róðrarfelag og 6-mannafarið Romvlvs til Nólsoyar kappróðarfelag. Læs resten
Kærumálið frá Neistanum um Barbaru Brauer endaliga avgreitt
13. mars í ár var dystur millum Stjørnuna og Neistan í bestu kvinnudeildini í Klaksvík. Neistaspælarar og leiðarar eru í øðini, tí viðhaldsfólk hjá Stjørnuni framdu munnligan ágang ímóti Barbaru Brauer, ið vóru kyns-diskrimenerandi og ærumeiðandi.
Neistin kærir til Hondbóltssambandið, men Aganevndin hjá HSF metti ikki, at tey kundu gera nakað við málið, tí talan var um pástand ímóti pástandi, og at tað liggur uttanfyri virkisøkið hjá Aganevndini at hava veruliga próvførslu, sum munnligar avhoyringar mugu metast at vera. Neistin sendir málið í dómstólin hjá ÍSF.
Dómstólurin viðgerð málið og metir, at Aganevndin hjá HSF kann brúka sjónbond, ljóðupptøkur, vitnisfrágreiðingar sum próvførslu. Ítróttadómstólurin metir sostatt, at Aganevndin hjá Hondbótssambandinum skal taka málið upp til nýggja viðgerð. Læs resten
Frálíkt avrik – klokkan 16.45 vóru allir róðrarnir avgreiddir
Dómararnir og fyrireikarar á vestastevnu í Sandavági kunnu vera væl nøgdir við avgreiðsluna av FM-róðrunum, tí longu klokkan 16.45 fór seinasta 10-mannafarið um málið. Líkindini vóru góð at rógva, men summar løtur var eitt sindur av síðualdu, sum darvaði manningunum. Vit fingu somu vinnarar, sum á norðoyastevnu uttan hjá dreingjunum, har Drekin vann á vestanstevnu. Men fleiri róðrar vóru ótrúliga spennandi fyrstu 500 metrarnar. Fleiri myndir niðanfyri. Læs resten
Havnarbáturin og Lómur vunnu old boys og old girls í Sandavági
Eldru rógvararnir eru framvegis keddir um, at teir ikki sluppu at rógva eftir klokkan trý leygardagin, og teir vóna inniliga, at hetta verður broytt á ólavsøku. Tí róðrarnir í Sandavági vístu, at tá ið væl er fyriskipað, sum tað var í Sandavági, so er eisini pláss fyri old boys og old boys eftir klokkan trý. Øðrvísi er við barnamanningunum, tí tað tekur longri tíð at avgreiða róðrarnar, og nógvar manningar skulu brúka 5-mannaførini. Læs resten








