Programmleiðarin í Kringvarpinum stýrir Páll Fanga

Solby Eliasen stýrir her Páll Fanga á norðoyastevnu í 2004. (Mynd Álvur)

Solby Eliasen er virkin kvinna. Hon koyrir úr Klaksvík til Havnar at arbeiða í Kringvarpinum, hon hevur familju og tvey børn, og hon stýrir Páll Fanga. – Eg havi altíð fylt væl við í øllum ítrótti, men kappróður hevur havt mín allar størsta áhuga. Systir mín róði kapp, og pápi mín Kristian Olsen hevði nógv við kappróður at gera. Millum annað var útvarpsmanningin altíð inni hjá okkum til døgurða fyri kappróðurin á norðoyastevnu, sigur Solby, sum stýrdi seinast Páll Fanga í 2004. 

6-mannafarið Páll Fangi, sum róði fyrstu ferð í 1985, er kendur kappróðrarbátur. Longu í 1986 vann Páll Fangi FM-heitið við kvinnum. Báturin vann eisini FM heitið í 1987, 1988, 1989, 1990 og seinast í 2001, tá ið Solby stýrdi bátinum. Eftir hetta kom serliga tvey onnur 6-mannafør at gera seg galdandi, og vóru tað fyrst Jarnbardur og síðani Gongurólvur. Annars vann Sølmundur FM-heitið í 2010, og Hvessingur hevur í millumbilum verið stinnur.

Seinast Solby stýrdi Páll Fanga var í 2004, og tá var hon eisini forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, men hevur hon stundir at seta seg aftur í rong nú átta ár seinni. Hon er vorðin 35 ár, er programleiðari í Kringvarpinum og eigur tvey børn?

Solby avmyndað á norðoyastevnu í 2004. (Mynd Christoffer)

– Kappróður fyllir nógv í mínum hugaheimi, og tá ið Páll Fangi var mannaður í vár, spurdu tey meg, um eg vildi stýra. Hugurin er altíð har, men spurningurin er, um tíðin røkkur. Tá ið eg hevði tikið avgerðina at stýra, boðaði eg manningini frá, at eg kundi binda meg til tríggjar venjingar um vikuna, tí eg arbeiddi jú í Havn og koyrdi ímillum.

– Pápi mín Kristian Olsen var upp í nógvum ítrótti, og millum annað var hann ein av fyriskiparunum av kappróðrinum á norðoyastevnu. Systir mín róði, so kappróður fylti nógv í heimi okkar. Sjálvandi skuldi eg rógva, og longu sum fimtan sekstan ára gomul royndi eg at manna Fípuna Føgru, men vit vistu einki um kappróður. Eg róði nakrar stevnur, men so endaði eg afturi í rongini, og har siti eg enn.

– Eftir ólavsøkuróðurin í 2004 fór eg uttanlands í lestrarørindum og fekk familju, men eg havi altíð hava djúpa kenslu ella rættari seg stóran áhuga í øllum ítrótti, og hetta kemst frá heilt ungum árum gjøgnum pápa mín, sum livdi fyri ítróttinum, sigur Solby.

– Sjálvandi er tað strevið at koyra til Havnar til arbeiðis, hava familju og so stýra Páll Fanga, men tá ið Beinta Klakkstein, sum mannaði Páll Fanga í vár, bað meg koma at stýra, so angri eg tað ikki, tí tað er áhugavert og stuttliga at stýra Páll Fanga. Vit hava vunnið allar róðrarnar higartil og harvið FM-heitið, men ólavsøkusigurin má fyri alt í verðin ikki gleppa okkum av hondum, tí ólavsøkuróður er nakað heilt serligt, sigur Solby at enda.

Páll Fangi hevði trupulleikar fyrsta teinin í Sandavági, har Hvessingur startaði best, og Herningur kom í góðum endaspurti. Spurningurin er, um serliga Herningur kann “drilla” Páll Fanga á ólavsøku. (Vagnur)

Páll Fangi á norðoyastevnu í 2012. Róðurskvinnan eitur Solby Eliasen. (Mynd Róar Dalsgaard)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *