
Petur Mohr Dam, løgmaður, handar Vilhjálmi Christiansen, róðursmanni umborð á Ørvi Útvarpssteypið í 1962. Á myndini sæst eisini Niels Juul Arge útvarpsstjóri. (Mynd ÍSF 50 ár)
Sílið er báturin, sum oftast hevur vunnið Útvarpssteypið. Útvarpið gav steypið at kappast um í 1962, og tað var Niels Juul Arge, útvarpsstjóri, sum tók stigið at lata Útvapssteypið. Niels Juul hevði stóran áhuga í kappróðri, og umframt at varpa út róðrarnar, gav hann út bókina “Drekin”, og hann var eitt skifti formaður í Havnar Róðrarfelag. Tað var og er altíð stoltleiki og æra at vinna Útvarpssteypið, sum ikki kann vinnast til ognar. Løgmaður handar altíð steypið á ólavsøku. Havfrúgvin við kvinnum, Lómur við monnum, Páll Fangi við kvinnum og Miðvingur hava vunnið allar róðrarnar í summar. Ein av hesum bátunum vinnur Útvarpssteypið.
Hyggja vit eitt sindur aftur í róðrarsøguna, so var í 1964 fyrstu ferð kappast um FM-heitið. Ein FM-róður var fyriskipaður eftir ólavsøku, og henda skipanin helt fram, til núverandi skipan fór av bakkastokki í 1973.
Men longu fyrst í 60 árunum høvdu fólk FM-tankar, og Útvarp Føroya slóðaði fyri í 1962 og gav eitt vakurt silvursteyp at kappast um. Nú komu fyrstu ferð stig í føroyskan kappróður. Bert ein bátur kann vinna Útvarpssteypið, og steypið kann ikki vinnast til ognar. Og tað var nakað serligt at vinna Útvarpssteypið, tí løgmaður handaði steypið á ólavsøku. Kappingarreglurnar fyri Útvarpssteypið eru hesar:
§ 1 Útvarp Føroya hevur í 1962 latið ferðasteyp til kappróðurin á ólavsøku. Steypið kann ikki vinnast til ognar, men verður á ólavsøku handa eftir hesum reglum.
§ 2 Treytin fyri at luttaka í kappingini er, at báturin rør á øllum stevnunum. Bátarnir, sum lúka hesar treytir fáa stig. 3 stig fyri vunnan róður, 2 stig fyri annaðplássið og 1 stig fyri triðja plássið. Og hetta er galdandi á øllum stevnunum. Tann báturin, sum hevur flestu stigini eftir ólavsøkuróðurin, fær handað steypið. Stendur á jøvnum millum tveir ella fleiri bátar, so ger nevnd av, hvør rør vakrast á ólavsøku. Um nevndin ikki sær seg føran fyri hesum, so fer fram lutakast.
§ 3 Útvarpið setir eina trýmannanevnd at standa fyri kappingini og er avgerð hennara endalig.

Í 1962, tá ið kappast varð um Útvarpssteypið fyrstu ferð, var róð inn í Vágsbotn á ólavsøku. (Mynd Drekin)
Sum omanfyri sagt, so var stórur áhugi fyri Útvarpssteypinum. Heili 27 ymiskir bátar hava vunnið steypið síðan 1962, og hevur Sílið vunnið steypið oftast. Og tá róðursmaðurin ella bátsformaðurin fekk handað Útvarpssteypið frá løgmanni, fingu og fáa lógvabrestirnir ongan enda, tí hetta var sum at vinna eitt FM-heitið. Seinnu árini eru onnur steyp komin inn í myndina.
Í 2002 mátti Útvarpið nú Kringvarp Føroya útvega nýtt steyp, tí fleiri nøvn passaði ikki á gamla Útvarpssteypið. Eg hava sæð steypið, sum stendur á hill í Útvarpinum. Áhugavert at síggja hetta steyp, sum er nógv slitið, tí tað hevur ferðast víða, og so nógv fólk hava havt tað á hondum.
Og bátarnir, sum hava vunnið Útvarpssteypið eru hesir:
1962 Ørvur – 1963 Tjaldrið – 1964 Sølmundur – 1965 Norðoyingur – 1966 Fípan Fagra – 1967 Fípan Fagra – 1968 Sílið – 1969 Kvívíkingur – 1970 Skálabáturin – 1971 Skálabáturin – 1972 Víkabáturin – 1974 eingin vinnari – 1975 Havnarbáturin – 1976 Kollfirðingur – 1977 Oyndri – 1978 Hvessingur – 1979 Kvívíkingur – 1980 Sílið – 1981 Kvíkvíkingur – 1982 Gongurólvur – 1983 Smiril – 1984 Vestmenningur – 1985 Nólsoyingur – 1986 Ørvur – 1987 Ørvur – 1988 Miðvingur – 1989 Nólsoyingur – 1990 Sølmundur – 1991 Jarnbardur – 1992 Sílið – 1993 Skálabáturin – 1994 Argjabáturin – 1995 Argjabáturin – 1996 Sílið – 1997 Drekin – 1998 Eysturoyingur 1999 Jarnbardur – 2000 Frúgvin – 2001 Havnarbáturin – 2002 Sílið – 2003 Ørvur – 2004 Jarnbardur – 2005 Nevið Reyða – 2006 Ørnin – 2007 Jarnbardur – 2008 Sílið – 2009 Argjabáturin – 2010 Páll Fangi – 2011 Klaksvíkingur.
* 1974 eingin vinnari, tí ósemja var millum ÍSF og útvarpið. Sílið er báturin, sum hevur vunnið Útvarpssteypið oftast, seks ferðir í alt. Tríggir nevndarlimir eru dómsnevndini. ÍSF formaðurin er fastur limur, hinir báðir limirnir eru Heðin Mortensen og Jógvan Arge. Hannis Joensen hevur seinastu tvey árini umboðað ÍSF í dómsnevndini. (Vagnur)
