Skalt tú upp á toppin í ítrótti, skal alt laga seg væl. Marginalar og skaðar eru partar í ítróttinum, og summi lið og summar manningar fáa fleiri trupulleikar at dragast við enn onnur. Finnur Johannesen er bátsformaður umborð á Vestmenningi, og eg veit, at teir hava verið plágaðir av skaðum, og at teir ikki hava havt marginalarnar við sær serliga á sundalagsstevnu, tá ið bara fimm hundraðpartar av sekundi skilti Klaksvíking og Vestmenning. Fyrst spyrji eg, hvussu vestmenningar higartil eru nøgdir við róðrarárið?
-Vit flotaðu nýggja Vestmenningin á bátastevnuni í Vestmanna, so vit høvdu ikki nógva tíð at venja okkum við nýggja 10-mannafarið til fyrsta FM-róðurin í Klaksvík. Vestmenningar høvdu róð við Vestmenningi í tólv ár, sum Olaf Haldansen smðaði, og nú komu vit í annan bát, sum var øðrvísi. Sámal Hansen smíðaði okkum bátin. Í gamla bátinum vistu vit, hvussu hann skuldi rógvast, men nú máttu vit føla okkum fram í nýggja bátinum.
-Hetta er eingin undanførsla, men vit hava ikki havt marginalarnar við okkum í summar, og so hava vit verið plágaðir av skaðum. Eftir róðurin á norðoyastevnu máttu vit taka eykamann umborð, og hava vit róð við eykamonnum mest sum allar seinastu stevnurnar, sigur Finnur.
Eg havi sæð á sjónbondunum, at Vestmenningur ikki startar nóg væl á summum stevnum, men so hevur hann havt øgiligan endaspurt. Á onkrari aðrari stevnu rógva teir eftir mínum tykki ov seigan í miðróðrinum og tí missa ov nógv. Hvørja viðmerking hevur Finnur til hetta?
-Tað er rætt, sum tú sigur, og vit hava følt okkum fram, hvussu vit skulu rógva nýggja bátin. Klaksvíkingar kenna sín bát og hava royndirnar, men vit mugu alla tíðini betra um ymist í róðrinum. Vit fáa okkurt at rigga betur, men so haltar okkurt annað. Men lagið er gott um boð, og vit missa ongantíð vónina at fáa betri úrslit.
-Vit ætlaðu, at hetta skuldi vera róðrarárið við nýggjum báti, men higartil er ikki gingið, sum vit ætlaðu. Og serliga skaðarnir hava merkt róðrarárið. Vit hava fyrireikað okkum væl og vant nógv. Kappingin millum Klaksvíking, Suðuroying og Vestmenning hevur verið ótrúliga jøvn, og róðrarstøðið er ógvuliga høg í summar, og bátarnir ganga skjótt, sigur Finnur at enda.
Nú stundar til ólavsøku, og ólavsøkuróðurin kann bjarga róðrarárinum hjá summum manningum, sum ikki hava vunnið í summar. Málið í Havn er bara 901,35 metrar, so tað er at koma skjótt úr startholuni undir Argjalandi, tí annars blívur tú skjótt afturúrsigldur og tapir slagið.
Vestmenningur er blivin nummar tvey á trimum stevnum og nummar trý á trimum stevnum. Á sundalagstevnu var, sum áður sagt, bara hundraðpartar millum Klaksvíking og Vestmanning, og á norðoyastevnu og vestanstevnu var bara eitt sekund á muni. Kanska bjargar ólavsøkan róðrarárinum hjá Vestmenningi. (Vagnur)

