Høvuðsstaðarfeløgini B36 og HB í niðurflytingarvanda

HB er fýra stig og B36 tvey stig frá niðurflytingarlinjuni.

Tá ið eg sá fótbóltstøðuna í EFFO deildini í gjár, hugsaði eg beinanvegin, at hetta má vera fyrstu ferð í minari tíð, at bæði høvuðsstaðarfeløgini eru niðurflytingarvanda. B36 tvey stig og HB fyra stig frá niðurflytingarlinjuni. Og serliga hevur haltað í verjupartinum hjá báðum liðunum, tí sjálvt um HB hevur skotið flest mál í deildini, so eru 25 mál higartil farin í HB-málið og 22 mál í B36-málið.

Í hesum sambandi kom eg at hugsa um gamla dagar, tá ið serliga HB við Johan Nielsen sum venjara uppaldi so nógvar góðar úngar fótbóltsspælarar, at tá ið teir fluttu upp í bestu deildina, vóru teir mangan betri enn royndu spælararnir á liðnum. Tá var ikki neyðugt at fara út um felagið eftir spælarum. Felagið átti sjálvt nóg mikið av evnaríkum spælarum. Men hetta er ikki longur. Tá ið Johan Nielsen í mong ár vandi besta liðið hjá HB, vandi hann eisini dreingjaliðini og onkuntíð eisini unglingaliðini. Á henda hátt kundi hann nágreiniliga fylgja við, hvørjar ungar spælarar hann møguleika seinni kundi brúka á besta liðnum.

Bæði B36 og HB hava seinnu árini verið í stórum fíggjarligum trupulleikum, men feløgini hava við góðum kreftum fótað sær aftur. B36 kom skjótt fyri seg og vann FM-heitið heldur óvæntað í fjør,  men í summar hava hvørki B36 ella HB fóta sær nóg væl á vøllinum. Ì fjør var HB eitt skifti eisini í niðurflytingarvanda, men eg rokni ikki við, at hvørki HB ella B36 fara at flyta niður, tí liðini hava á pappírinum alt ov góð lið til tess.

Og longu í næsta umfari fáa vit eina ábending um, um høvuðsstaðarliðini sleppa longur frá niðurflytingarlinjuni. HB spælir heima ímóti TB, sum eg rokni við HB vinnur. Tá hevur HB 25 stig og TB 18 stig, og niðurflytingarvandin hjá HB er mest sum av. B36 spælir heima ímóti NSÍ. Bæði liðini hava 20 stig, bara tvey stig frá niðurflytingarlinjuni. Áhugaverdur dystur. Í toppinum spæla serliga KÍ, EB/Streymur og Víkingur um FM-heitið, og i næsta umfari spæla júst KÍ og Víkingur i Klaksvík.

EFFO deildin er spennandi bæði í botni og toppi. KÍ og Víkingur spæla fríggjakvøldið í Klaksvík, HB og TB spæla ólavsøkuaftan í Gundadali, og B36 og NSÍ spæla ólavsøkudag í Gundadali. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *