Tónasmiðurin giftur við kendu songkvinnuni úr Gøtu

Theodor Eli Dam Olsen vígdi Trónda og Eivør. Gøtu kirkja var fullsett. (Mynd Vagnur)

Leygardagin 14. juli vóru vit til stórsligna brúðarvígslu í Gøtu, sum ikki stóð nógv aftan fyri tey kongaligu brúdleypini. Tónasmiðurin Tróndur Bogason Hansen og songkvinnan Eivør Pálsdóttir gingu saman í hjúnalag. Alt tiltakið í Gøtu kirkju, hugnaløtan við ábiti uttan fyri barnaheimið hjá Eivør í Syðrugøtu og veitslan fyri 300 fólkum í Dansifrøi var merkt av nógvum tónleiki. Nógv var gjørt burturúr. Læs resten

Róðrarsambandið hevur fingið greið boð frá Kringvarpinum

Jan Herman Hansen formaður í RSF. (Mynd Christoffer)

RSF hevur á vestanstevnu broytt raðfylgjuna soleiðis, at barnaróðurin er klokkan 13.00 sum vanligt, men so rógva old girls klokkan 14.00 og old boys klokkan 14.40, og hetta eru menn umborð á Havnarbátinum sera harmir um. – Tá ið RSF bjóðar fram old boys og oldboys FM-róðrar, skulu teir eisini útvarpast og filmast. –Vit hava fingið greið boð frá Kringvarpinum, at FM-róðrarnir skulu ikki longur fara inn í tíðindasendingina klokkan seks, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum Jan Herman Hansen. 

Lat tað vera sagt fyrst av øllum, at tað hevur gingið ótrúliga væl og fyrimyndarligt at avgreiða FM-róðrarnar í summar burtursæð frá old girls róðrinum í Vestmanna. Læs resten

Mest sum bara ein veruligur finaluróður á ólavsøku

Jallurin og Drekin á jóansøku í Vági. (Mynd Einar Kallsberg)

Róðrarár eru ymisk, og tá ið vit í ár koma fram til ólavsøkuróðurin, hava fleiri bátar enn vanligt longu vunnið FM-heitið. Men ein veruliga finala er tó á skránni leygardagin, og tað er millum driengjabátarnar Jallin og Drekan. Jallurin hevur 39 stig og Drekin 38 stig. Drekin skal vinna á ólavsøku ella vera framman fyri Jallin til tess at vinna FM-heitið. Allir rógvarar vilja sjálvandi vinna á ólavsøku, tí seinasti FM-róðurin á árinum er altíð serligur. Læs resten

Úrslitatænastan á www.drekin.fo er framkomnasta í heiminum

Gunnar Hansen og Magni Brøðraberg hava æruna av heimasíðuni www.drekin.fo, og at vit fingu so frálíka úrslitatænastu og skipaði hagtøl. (Mynd Vagnur)

Í 2004 tóku nakrir ungir menn við Magna Brøðraberg og Gunnari Hansen á odda stig til eina úrslitatænastu, sum ikki sær sín líka aðrarstaðni í róðrarheiminum. Eisini arbeiddu nógvir ungir menn í fjúrtan dagar allan sólarringin í 2004 at skráseta øll hagtøl. Okkurt kvøldið vóru vit tólv mans, men tað var tógvið stríð at koma á mál. Umframt dómaraseðlarnar, máttu vit eisini leita í bløðunum á Landsbókasavninum, sigur Magni Brøðraberg.  Læs resten

Ringa veðrið í vár minkaði eisini um manningartalið

Barnamanningar skulu ikki rógva 1000 metrar, sigur Hansina.

Nógvur vindur og regn var í vár heilt út í mai mánað, og tá er torført at taka seg saman at manna serliga barnamanningar. Tey ungu í dag vilja eisini vera meira leys um summarið, har millum annað nógvir festivalar eru at fara til. Alt hetta minkar um manningartalið, sigur eldsálin úr Sandavági Hansina á Plógv, sum venur genturnar umborð á Ørnini og stýrir sjálv. Nú eru nøkur ár síðani, eg tosaði við Hansinu á Plógv um kappróður, men hon er einki broytt í so máta. Hon hevur framvegis brennandi áhuga fyri kappróðri. Tríggir kappróðrarbátar hoyra til Sandavág. 8-manafarið Sandavágsbáturin, 6-mannafarið Skúgvur og 5-mannafarið Ørnin. Men hvussu gongur at manna bátarnar í bygdini, spyrji eg Hansinu. Læs resten

Herningur 6-mannafar kvinnur ætlar at bjóða Páll Fanga av

6-mannafarið Herningur við kvinnum í Vestmanna leygardagin. (Mynd Anja H. Wang)

Stóra samtaluevnið eftir FM-róðrarnar í Vestmanna var old girls róðurin, sum fyrst ikki gekk væl at avgreiða, og at Herningur róðu mest sum fyri seg sjálvan inn eftir fjørðinum. Og tað hevur sína orsøk, tí umborð á Herningi sita royndar kvinnur, sum áður hava róð við Jarnbardi, og sum hava vant tvær til tríggjar ferðir um vikuna í fleiri mánaðir. Kvinnurnar tíma veruliga at rógva. Nú ætla tær á vestanstevnu í Sandavági heldur at rógva ímóti Páll Fanga, Hvessingi og Rádna. Eg havi loddað dýpið hjá Katrini Olsen, sum er royndur rógvari, og sum rør við Herningi. Læs resten

Svein Rógvi Nielsen skal venja besta kvinnuliðið hjá Stjørnuna

Stjørnan vann steypakappingina í vár og bleiv nummar tvey í FM-kappingini. (Mynd Álvur)

Svein Rógvi Nielsen fór í fjør til Norra at venja norska 2. deildarliðið Ranheim Håndball. Sáttmálin var í tvey ár, men felagið fór av knóranum, tí bleiv tað bert til eitt ár, og Svein Rógvi er aftur í Føroyum. Í løtuni situr hann á lærbekki umborð á 10-mannafarinum Klaksvíkingi, har hann hevur sitið í fleiri ár. Svein Rógvi skal nú venja besta liðið hjá Stjørnuni, sum hann hevur vant áður. Hvussu verður við spælarum, fær liðið útlendskan styrk? spyrji eg Svein Rógva. Læs resten

Fjarðastevnan í Vestmanna – Vánaligt avrik úti á málinum

Klaksvíkingur vann endaspurtin, men 10-mannaførini eru jøvn sum altíð. (Mynd Anja H. Wang)

Nú hava vit á nógv Harrans ár tosað um at avgreiða FM-róðraranar skjótari, millum annað skulu bátar bara rógva tveir teinar í 2013 til tess at stytta um tíðina. Tað hevur gingið sera væl í ár at avgreiða fyrstu fýra FM-róðrarnar, men so snávaði fjarðastevnan so dyggiliga leygardagin. Myndir eru fleiri frá róðrunum longur niðri, og úrslit og støður eru á www.drekin.fo Læs resten

Søguligir old boys og old girls FM-róðrar í Vestmanna

Vestmanna er í ár karmur um kappróðurin á fjarðastevnu. (Mynd Vagnur)

Vit skriva søgu í Vestmanna á fjarðastevnu, tí nú fara old boys og old girls rógvarar at kappast um FM-heitið. Áður var soleiðis, at stevnurnar sjálvar bjóðaðu gomlum bátum at rógva á nøkrum stevnum. Vit kenna gomlu 6-mannaførini Greivan úr Kollafirði og Falkin úr Hósvík, sum millum annað vóru fúsir hvørt ár á serliga ólavsøku. Eisini hava nýggjaru bátar mannaðir old boys og old girls áður róð á summum stevnum. Men nú brýtur Róðrarsambandið upp úr nýggjum og bjóðar FM-róðrar til tey eldru. Kappast verður um FM-heitið seinastu tríggjar stevnurnar á árinum. Læs resten