Fjarðastevnan í Vestmanna – Vánaligt avrik úti á málinum

Klaksvíkingur vann endaspurtin, men 10-mannaførini eru jøvn sum altíð. (Mynd Anja H. Wang)

Nú hava vit á nógv Harrans ár tosað um at avgreiða FM-róðraranar skjótari, millum annað skulu bátar bara rógva tveir teinar í 2013 til tess at stytta um tíðina. Tað hevur gingið sera væl í ár at avgreiða fyrstu fýra FM-róðrarnar, men so snávaði fjarðastevnan so dyggiliga leygardagin. Myndir eru fleiri frá róðrunum longur niðri, og úrslit og støður eru á www.drekin.fo

Tað, sum fór fram úti á málinum í old girls róðrinum í Vestmanna, kann slett ikki góðtakast. Hetta er háðan ímóti manningum á 10-mannaførunum, háðan ímóti áskoðarum á landi og háðan ímóti túsundtals lurtarum og hyggjarum kring landið. Ófatuligt, at slíkt kann fara fram, og hetta førdu útvarpsmenninir eisini fram fleiri ferðir í teir meira enn 30 minuttirnar, sjónleikurin vardi. Hetta má bara ikki koma fyri, tí veðrinum bilti einki. Sambært útvarpsbátinum var høvuðsdómarabáturin slett ikki egnaður til endamálið, hann fekk um skrúvuna, og vit sóu á myndunum, at maður í dómarabáti mátti umborð á kappróðrarbát at krøkja kappróðrarbát í fasta í startin. Tað er slett nóg gott avrik, um róðrarnir á 1000 metrum ikki eru avgreiddur fyri klokkan 17.30, tí eingin startur skuldi flytast út á 1500 metrar og 2000 metrar.

Nøkur ávæntað úrslit í Vestmanna

Tað eru serliga trý úrslit á fjarðastevnu, sum eg beit merki í. 5-mannafarið Hulda barnaróður við gentum hjá Fróðbiar´Sóknar Róðrarfelag vann í Vestmanna, ungu genturnar hava ligið framvið allar stevnurnar, og nú eydnaðist. 5-mannafarið Erla Kongsdóttir við gentum smurdi hinar bátarnar av, og so ætlar 6-mannafarið Páll Fangi við monnum úr Klaksvík at bjóða Lómi og Riddaranum av seinastu róðrarnar. 10- mannaførini vóru eins jøvn og seinasta róður, Miðvingur vann trygt, meðan Gullbrandur misti takið. Lómur við monnum og Drekin við dreingjum vunnu aftur, Havfrúgvin við kvinnum dregur bara meira og meira frá hinum bátunum, og Junkarin barnamanning dreingir vann aftur.

Old boys og old girls

Haldi, at Róðrarsambandið skal finna gott føroyskt orð til nýggja FM-róðurin fyri old boys og old boys. Orðini Master ella old boys og old girls hoyra slett ikki heima í tjóðarítrótti okkara, nýtt orð má sjálvandi finnast til nýggja FM-róðurin. Eg haldi, at nýggi FM-róðurin var éitt vónbrot, tí manningarnar vóru so ólíkar. Havnarbáturin vann tryggan róður, og Herningur við kvinnum róði einsamallur inn eftir fjørðinum.

Hesar enn ungu eldri “róðrarkempurnar” umborð á Herningi hoyra eftir mínum tykki slett ikki heima í old girls róðrinum. Tað rógva so mikið væl, hava so mikið nógvar royndir og orka so mikið væl, at sjálvandi skulu tær heldur roynt seg ímóti Páll Fanga, Rádna og Hvessingi. Skiljí á lagnum, at “eldri” kvinnur manna Rádna. Hyggja vit eftir tíðunum hjá Páll Fanga, sum vann 6-mannfarsróðurin við kvinnum og tíðina hjá Herningi, hevði Herningur vunnu tryggjan róður á Páll Fanga. Páll Fangi hevði tíðina 5.49 minutir og Herningur 5.40 minuttir. Her er talan um einar tríggjar bátslongdir. Anja Hammershaimb Wang var so beinasom at taka myndirnar í Vestmanna, og úrslit og støður eru á www.drekin.fo (Vagnur)

Drekin við dreingjum vinnur annan róðurin á rað. (Mynd Anja H. Wang)

Erla Kongsdóttir við gentum vann óvæntað so tryggan róður. (Mynd Anja. H. Wang)

Havfrúgvin við kvinnum dregur longri og longri frá hinum bátunum. (Mynd Anja H. Wang)

Páll Fangi við kvinnum verður ikki tikin í ár. (Mynd Anja H. Wang)

Lómur vann aftur við Riddaranu í hølinum. Páll Fangi ætlar sær upp í part. (Mynd Anja H. Wang)

Miðvingur verður óivað ikki tikin í ár. Gullbrandur misti takið í Vestmanna. (Mynd Anja H. Wang)

Havnarbáturin old boys vann tryggan sigur í Vestmanna.(Mynd Anja H. Wang)

Herningur skal heldur rógva ímóti Páll Fanga, Rádna og Hvessingi. (Mynd Anja H. Wang)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *