Svein Rógvi Nielsen skal venja besta kvinnuliðið hjá Stjørnuna

Stjørnan vann steypakappingina í vár og bleiv nummar tvey í FM-kappingini. (Mynd Álvur)

Svein Rógvi Nielsen fór í fjør til Norra at venja norska 2. deildarliðið Ranheim Håndball. Sáttmálin var í tvey ár, men felagið fór av knóranum, tí bleiv tað bert til eitt ár, og Svein Rógvi er aftur í Føroyum. Í løtuni situr hann á lærbekki umborð á 10-mannafarinum Klaksvíkingi, har hann hevur sitið í fleiri ár. Svein Rógvi skal nú venja besta liðið hjá Stjørnuni, sum hann hevur vant áður. Hvussu verður við spælarum, fær liðið útlendskan styrk? spyrji eg Svein Rógva.

Svein Rógvi hevur drúgvar royndir sum venjari. (Mynd Vagnur)

-Fyrst vil eg siga, at Ranheim Håndball í Norra spældi í 2. deild, sum er triðbesta deildin í landinum. Norra eigur í løtuni besta kvinnulandsliðið í heiminum, og norsku toppliðini eru á høgum støði. Bestu liðini í 2. deild, har Ranheim Handball spældi, eru eins góð og bestu liðini í Føroyum. Aukse, sum einaferð spældi við VB, spældi við liði, sum vit spældu ímóti. Mær dámdi væl at arbeiða sum venjari í Norra.

-Nú er venjarauppgávan so aftur í Stjørnuni, og enn er ov tíðliga at siga, hvussu stjørnuliðið verður mannað, men vit koma at hava somu spælarar sum í fjør pluss útlendskan styrk. Vit mugu í hvørfall fara eftir einum málverja, og so onkrum útlendskum útispælara. Vit hava vant í tríggjar vikur, og eg kann upplýsa, at Joan M. Joensen spælir aftur. Hon hevur verið í barsilsfarloyvi í tvey ár, tí hon hevur átt tvey børn, sigur Svein Rógvi í enda.

Í løtuni hoyra vit ikki nógv um føroyskan hondbólt uttan um neistaliðini, sum hava spælt í Partille cup og landsliðini U16 dreingir og U18 dreingir, sum eisini vóru við í Partille cup í Svørík. Men tá ið ólavsøkan er av, og summarfrítíðin hjá hondbóltsspælarum fer at halla, fara vit at hoyra meira um fyrireikingina til hondbóltskappingina komandi. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *