Vit skriva søgu í Vestmanna á fjarðastevnu, tí nú fara old boys og old girls rógvarar at kappast um FM-heitið. Áður var soleiðis, at stevnurnar sjálvar bjóðaðu gomlum bátum at rógva á nøkrum stevnum. Vit kenna gomlu 6-mannaførini Greivan úr Kollafirði og Falkin úr Hósvík, sum millum annað vóru fúsir hvørt ár á serliga ólavsøku. Eisini hava nýggjaru bátar mannaðir old boys og old girls áður róð á summum stevnum. Men nú brýtur Róðrarsambandið upp úr nýggjum og bjóðar FM-róðrar til tey eldru. Kappast verður um FM-heitið seinastu tríggjar stevnurnar á árinum.
Treytirnar eru, at rógvarar skulu ikki vera fyltir 35 ár í róðrarárnum, men tveir rógvarar kunnu vera millum 30 og 35 ár. Í Vestmanna rógva 6-mannaførini Húsfrúgvin og Gongurólvur mannaður við kvinnum old girls, og 10-mannaførini eru Eysturoyingur, Skálabáturin, Ormurin Langi og Havnarbáturin. Umborð á hesum bátum sita rógvarar, sum hava nógvar royndir, men er givnir á flaggskipunum hjá felagnum vegna aldur. Rógvararnir eru eins spentir og aðrir rógvarar til róðurin í Vestmanna. Bátarnir fáa stig eins og hjá øðrum bátabólkum.
Tað hevur týdning fyri kappróðurin í Føroyum, at halda rógvarum til, sum framvegis eru í besta aldri. Teir geva óvíst lív í felagsskapin. Vónandi verður nýggja átakið hjá Róðrarsambandinum væl móttikið næstu árini. Í ár rógva bara tvey 6-mannafør við kvinnum og fýra 10-mannafør við monnum. Eingin ivi um, at talið av bátum fer at vaksa næstu árini.
Annars er ikki nógv broytt við manningunum fimta FM-róðurin uttan tað, at 6-mannaførini við monnum nú eru átta bátar. Sólmundur, Kollfirðingur, Gongurólvur, Riddarin, Lómur, Skúgvur, Herningur og Páll Fangi. Fimm 10-mannafør rógva Nólsoyingur, Vestmenningur, Klaksvíkingur, Suðuroyingur og Vestmannabáturin. Startrøðina kanst tú síggja á www.drekin.fo (Vagnur)
