Neistin hevur nú í tjúgu ár sent hondbóltslið til Partille cup í Svøríki, sum er størsta altjóða hondbóltskapping í verðini. Í ár eru neistaliðini seks í tali, dreingir 11 ár, gentur 11 ár, gentur 12 ár, gentur 14 ár, gentur 15 ár og dreingir 17 ár. Kappingin byrjaði mánadagin 2. juli og endar í morgin leygardagin 7. juli. Tey eru nú farin undir dystirnar í endaspælinum, og øll neistaliðini spæla í B-bólkinum, tó er at siga, at okkurt neistalið var um reppið at náa A-bólkin. Kappingin er hørð um plássini.
Heili 1100 lið úr 89 londum eru við í Partille cup, og talið av liðum økist hvørt ár. 50 fleiri lið enn í fjør. Ferðalagið hjá Neistanum fór úr Føroyum við Norrønu 29. juni. Nú er hondbóltskappingin vorðin so stór, at fyrireikararnir mugu fara út um býin til tess at fáa spælarum innivist á skúlum. Veðrið er gott í Svøríki, og ein av ferðaleiðarunum Páll Nólsoy sigur, at kappingin er sera væl fyrireikað. Allir dystirnir verða spældir uttandura á grasvølli, tí hava neistaspælarar uttandura hondbóltsskógvar við á ferðini.
Andrea Heindriksdóttir sendi heimasíðuna niðanfyri mynd, sum Inga Dahl tók í vikuni og sum vísir, hvussu hugaligt tað kann vera at spæla hondbólt á grasvølli. Kanska var hugskot at skipa fyri uttandura hondbóltskapping á graslíkisvallum í Føroyum. Tað er av stórum týdningi, at føroyskir hondbóltsspælarar fara út um landoddarnar at spæla, tí hetta mennir spælararnar og hugin til hondbóltsspælið og er góð fyrireiking til næsta kappingarár. Neistin plagar at senda lið til Svøríkis annað hvørt ár. (Vagnur)

Umframt at spæla hondbólt er nógv at fara til í Gøtuborg. Myndin er av neistagentum í dysti. (Mynd Inga Dahl)
