Stóra søgan í føroyska ítróttaheiminum í gjár var, at Havnarbáturin var lagdur, og manningin farin umborð á Nólsoying. Í kjalavørrinum á søguni komi eg at hugsa um, at nógv er broytt í føroyskum kappróðri, tí á mínum ungum døgum var torført bara at sleppa umborð á kappróðrarbát í Havn, tí bátarnir vóru so fáir, og so nógv vildu rógva. Men nú er vent í holuni.
Í Suðurstreymoy var bara Havnar Róðrarfelag, og so vóru einstakir kappróðrarbátar 5-mannafarið Blikur hjá próvst Dahl og 10-mannafarið Studenturin. Áhugin fyri kappróðrinum vaks nógv seinast í 70 árunum í 80 árunum. Kappróðrarfeløgini Knørrur og Argja Róðrarfelag vórðu stovnað.
Áhugin var so mikið stórur, at ikki var nógmikið við einum 5-mannafari, tí vórðu fleiri bátar smíðaðir. Havnar Róðrarfelag eigur 5-mannaførini Sílið og Drekan, Róðrarfelegið Knørrur eigur Jallin, Pílin og Tambar og Argja Róðrarfelag Blik og Teistan. Tað stóð ikki á manna bátarnar, men nú fækkast bátarnir í stórum. Gleðiliga er tó hent, at 5-mannaførini verða nógv brúkt, tí barnamanningar rógva eisini við 5-mannaførunum.
Verri gongur at manna 10-mannaførini, tí í teimum trimum feløgunum standa trý 10-mannafør ómannað. Havnarbáturin, Ormurin og Hoyvíkingur. Bara 8-mannafarið Argjabáturin er mannað, meðan Ørvur og Knørrur eru ómannaðir. Sama skili er við 6-mannaførunum við kvinnum og monnum. Gongurólvur er hvørki mannaður við kvinnum ella monnum, sjálvt um eg veit, at báturin verður nú mannaðir við útisetum og øðrum seinastu triggjar róðrarnar. Lómur er mannaður við monnum, men ikki við kvinnum, og Jarnbardur er hvørki mannaður við kvinnum og monnum.
Havi ført fram áður, at tá ið so nógvir bátar standa ómannaðir, kunnu rógvarar velja og vraka sum teimum lystir. Felagsandin er slett ikki hin sami í ítróttafeløgunum sum áður. Rógvarar og spælarar flyta millum feløgini sum vindurin blæsur. Og í summum ítróttagreinum er tað peningur, sum stýrir tilgongdini.
Í míni verð er hetta vandamál, og í kappróðri førir hetta til, at manningar fækka, tí teir góðu rógvararnir finna saman og manna bát. Hvørjum felagi tey rógva í er líkamikið. Í staðin fyri at kýta seg at manna tveir bátar, har felagsandin ræður, so finna rógvara saman og manna ein bát. Og eru rógvarar ella spælarar ónøgdir við okkurt, er lætt at fara til grannan, sum stendur við opnum ørmum. Vit eldru duga ikki við slíkum, men hetta fellur ógvuliga lætt hjá unga ættaliðnum. (Vagnur)
