Heimasiðan hevur júst fingið at vita, at manningin umborð á Havnarbátinum hevur fyri seinastu ferð sett 10-mannafarið í neystið í Álakeri, manningin rør ikki longur við Havnarbátinum. Eg havi spurt bátsformannin Rúna Jacobsen, hví manningin heldur er farin umborð á Nólsoyingin?
-Í stuttum kann eg siga, at manningin er ikki samd um ymist við nevndina í Havnar Róðrarfelag, tí hildu vit, at best var at enda samarbeiðið millum partarnar. Tað eru nakrar avtalur, sum ikki eru hildnar, sigur Rúni. Annars kann eg leggja aftrat, at vit hava verið ótrúliga darvaðir av skaðum higartil í FM-róðrunum. Fyrst bleiv Bergur Lützen skaddur í rygginum, nú eri eg eisini skaddur, og Eivind Rein Dahl skar seg í fingur, men er klárur aftur. Manningin rør við Nólsoyinginum seinastu fýra róðrarnar. Heini Weihe róði við okkum í fjør, hann fór uttanlands, men nú er hann við aftur. Nólsoyingur stendur í neysti á Argjum saman við 6-mannafarinum Skúgvi, sigur Rúni Jacobsen í stuttari viðmerking.
Alt sá ljóst út í vár, tá ið frættist, at manningin umborð á Argjabátinum vildi ganga nýggjar leiðir og vildu manna nýggja Havnarbátin. Venjingarhølini í neystinum vóru umvald, og alt talaði fyri, at Havnar Róðrarfelag við nýggjum 10-mannafari fekk góðan byr, tí Havnarbáturin hevur ikki verið mannaður í trý ár. Men soleiðis skuldi ikki ganga. Ótrúliga spell. (Vagnur)

“Avtalur sum ikki vóru hildnar”???? Mær vitandi (havi sjálvur róð í 15 ár) so betalur mann sítt limagjald til felagið, síðani finnur manningin sjálv út av restini. Tvs. viðlíkahald av báti, venjing, sponsor til klæði o.a. Lat ikki fótbóltin inspirera tykkum við avtalum millum spælarar og nevndir. Tað fer bara at oyðileggja ítróttin.