Fótbóltsfeløg hava seinnu árini verið í fíggjarligum andróðri, og hetta hevur havt stóra ávirkan á lønirnar hjá spælarum. Røddir hava sagt, at føroyskir fótbóltsspælarar fáa ov høga løn í mun til avrikið á vøllinum og inntøkurnar hjá feløgnum, og tí koma feløgini í trupulleikar. Spælarar fara flestir til feløg, sum samsýna best. Feløg hava repað seglini fíggjarliga. KÍ kom í trupulleikar í 2009, besta mansliðið flutti niður í lægri deild, men nú trý ár seinni er liðið knappliga á ovastu rók í EFFO deildini. Fólk høvdu ikki roknað við hesum og eru ovfarin.
Eg ætlaði ikki at skriva nógv um fótbólt á heimasíðuni, tí fótbóltur fyllir nógv í øðrum fjølmiðlum. Men eg haldi, at góðu úrslitini hjá EFFO liðnum úr Klaksvík skulu fáa nøkur orð á leiðini, nú fótbóltsspælarar eru farnir í summarfrí. Kappingin er meira enn hálvrunnin, og spældir eru 15 av 27 dystum. EB/Streymur og KÍ eru á odda við 30 stigum og Víkingur á øðrum plássi við 29 stigum.
Fyri trimum árum síðani var “katastrofutilstandir” í Klaksvík, tí besta mansliðið var á veg úr bestu deildini. Havi ongantíð hildið, at tað er skandala at flyta í lægri deild, tí lið skulu aftur at vinna dystir, og spælarar mennast sum einstaklingar. Hetta gerst tú ikki við ósigri viku um viku. Men soleiðis sóu flestir klaksvíkingar ikki støðuna tá.
Pengakassin hjá KÍ var tómur í 2009, og spælarar kundu frítt fara í onnur feløg, tí KÍ hevði ikki pening at gjalda høgar spælaralønir. “Vit byrja av nýggjum í 1. deild við ungum spælarum”, varð sagt sagt úr Klaksvík.
Trý ár seinni er EFFO-liðið á ovastu rók. Á liðnum spæla mestsum bara klaksvíkingar, ein útlendingur, spælari úr Eysturoynni og sonur útlending, sum hevur búð tólv ár í Klaksvík. KÍ er eitt av feløgunum, sum hevur minstu lønarútgjaldingar í landinum, men liðið við Páll Guðlaugssyni sum venjara hevur tikið øll á bóli serliga seinastu tíggju dystirnar.
KÍ liðið byrjaði ikki væl, tí liðið fekk bara trý stig fyrstu fimm dystirnar. Tapti fyri B36 0-2 í Klaksvík, tapti fyri ÍF 2-0 í Fuglafirði og spældi javnleikir ímóti TB, EB/Streymi og HB. Men so fór at bragda, tí seinastu tíggju dystirnar hevur KÍ vunnið teir níggju og bara tapt 5-0 fyri HB í Havn. Hetta gevur 30 stig á stigatalvuni, sum er spennandi og frálíkt úrslit.
Liðini í EFFO-deildini hava øll havt sínar “niðurtúrar”. Millum annað EB/Streymur í seinastuni og Víkingur fyri nøkrum vikum síðani. TB liðið hevur staðið seg væl á heimavøll, meðan lið sum HB, B36 og serliga B68 hava ikki staðið mát, sum roknað var við.
Klaksvíkingar eru stórir “lokalpatriotar” og alt gott um tað, men teir duga eisini ótrúliga væl at spæla fótbólt. Eg havi mangan hugsað um, hvussu tað ber til, at KÍ ár um ár uppalir av bestu fótbóltsspælarum í landinum. Ein av orsøkunum er óivað, at fótbóltur hevur serligar djúpar røtur í Klaksvík, men eisini, at fótbóltsvøllurin er eitt spælipláss í býnum. Á vøllinum eru ungdómar frá morgni til myrkurs, og tað er í slíkum “gøtufótbólti” at dygdirnar mennast.
Spennandi at fylgja KÍ liðnum eftir summarsteðgin, óivað stendur kappingin um FM-heitið millum EB/Steym, KÍ og Víking, men royndirnar vísa, at summi lið snáva eftir summarsteðgin og onnur mennast. Í botinum er eisini spennandi, tí fleiri lið eru um boðið at flyta niður í 1. deild saman saman við VB, sum hevur klárað seg verri, enn eg roknaði við. (Vagnur)
