Nógvir áskoðarar sóu barnaróðurin á vestanstevnu í Sandavági

Junkarin úr Kvívík fer fyrstur um málið við Fípuni Føgru úr Klaksvík í hølinum. (Mynd  Mona Wang)

Barnaróðurin hevur áhuga millum manna, tí hetta sást á nógvu áskoðarunum í Sandavági leygardagin, sjálvt um róðrarnir byrja klokkan eitt. Munnu ikki øll foreldrini at rógvarunum síggja barnaróðurin? Seks dreingjabátar og átta gentubátar róðu  barnaróður í Sandavági. FM-heitið er mestsum avgjørt, tí Junkarin úr Kvívík við dreingjum hevur vunnið allar róðrarnar, meðan Fípan Fagra úr Klaksvík hevur allar róðrarnar verið nummar tvey.

 Hjá gentunum hevur Jallurin úr Havn vunnið fimm róðrar og Hulda á av Tvøroyri vunnið ein róður. Sum tað sæst á myndunum, so er stórur munur millum fremsta og aftasta bát. Orsøkin er í flestu førum, at trý ár kunnu vera á muni millum manningarnar. (Vagnur)

Jallurin er trygt á odda. Nógvir áskoðarar fylgja róðrinum. (Mynd Mona)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *