Mest sum bara ein veruligur finaluróður á ólavsøku

Jallurin og Drekin á jóansøku í Vági. (Mynd Einar Kallsberg)

Róðrarár eru ymisk, og tá ið vit í ár koma fram til ólavsøkuróðurin, hava fleiri bátar enn vanligt longu vunnið FM-heitið. Men ein veruliga finala er tó á skránni leygardagin, og tað er millum driengjabátarnar Jallin og Drekan. Jallurin hevur 39 stig og Drekin 38 stig. Drekin skal vinna á ólavsøku ella vera framman fyri Jallin til tess at vinna FM-heitið. Allir rógvarar vilja sjálvandi vinna á ólavsøku, tí seinasti FM-róðurin á árinum er altíð serligur.

10-mannafarið Klaksvíkingur, 8-mannafarið Miðvingur, 6-mannafarið Lómur við monnum og 6-mannafarið Páll Fangi við kvinnum hava longu vunnið FM. 5-mannafarið Erla Kongsdóttir við gentum hevur 40 stig Hvassi 37 stig, so Hvassi skal vinna róðurin, og Erla Kongsdóttir skal aftur á fjórða pláss, skal Hvassi vinna FM-heitið, og tað rokni eg við ikki hendir. Í barnaróðrinum hava dreingirnir umborð á Junkaranum og genturnar umborð á Jallinum vunnið FM-heitið, sjálvt um hetta ikki er 100% á pappírinum hjá Jallinum.

Men so er tað finalan millum 5-mannaførini Jallin og Drekan við dreingjum, sum verður ótrúliga spennandi. Bátarnir hava verið javnir í summar og vunnð tríggjar róðrar hvør. Jallurin vann tríggjar tær fyrstu stevnurnar á norðoyastevnu, á eystanstevnu og á sundalagsstevnu. Drekin vann á jóansøku, á fjarðastevn og á vestanstevnu. Jallurin hevur 39 stig og Drekin 38, og hetta kemst av, at tá ið Drekin vann, var Jallurin nummar tvey, men tá ið Jallurin vann, var Drekin tvær stevnur nummar tvey og eina stevnu nummar trý, tí er Drekin eitt stig aftanfyri.

Drekin skal vinna á ólavsøku ella vera frammanfyri Jallin á ólavsøku, skal manningin vinna FM-heitið. Eru bátarnir javnir í stigum, so vinnur báturin FM-heitið, sum er framman fyri á ólavsøku. Spennandi finaluróður millum dreingjabátarnar leygardagin, har Havfrúgvin er á triðja plássi í FM-kappingini. (Vagnur)

Drekin og Jallurin í hørðum dysti á fjarðastevnu í Vestmanna. (Mynd Joan Wang)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *