Meiningahornið – Kríatúr eru framvegis til ampa í ferðsluna

Hesin seyðurin lá deyður á  Velbastaðhálsi. (Mynd Vagnur)

 

Tað er mangt, sum er løgið í ferðslupolitikinum í okkara landi. Ráðið fyri ferðslutrygd arbeiðir við eini null loysn í ferðsluni, so eingin doyr á vegunum. Ferðslureglur verða herdar, vit hava serlig løgreglufólk, sum gera kanningar á vegunum, og nú er promillumarkið so lágt, at fólk kunnu ikki drekka eina øl og koyra bil. Alt er framt, so tryggari gerst í ferðsluni. Men seyðurin, neytini og gæsnar eru framvegis friðað á nógvum vegastrekkjum. Hetta er fyri mær óskiljandi.  Læs resten

H71-Neistin 31-25 (20-11) H71 vann uppibornan sigur á troyttum neistamonnum

Bogdan Florea nr. 13 og Torstein Balla nr. 15 gjørdist toppskjúttar í Hoyvíkshøllini.

Bogdan Florea nr. 13 og Torstein Balla nr. 15 gjørdist toppskjúttar í Hoyvíkshøllini.

H71 og Neistin menn í bestu deildini spældi í kvøld triðja av fýra dystum í grundspælinum. Fyrstu tveir dystirnir vóru javnir, har H71 vann fyrra dystin við einum máli, og Neistin vann seinna dystin við einum máli. Men í kvøld vann H71 uppiborið á neistamonnum. Dysturin var longu avgjørdur í fyrra hálvleiki. Eg fekk fatur í neistaáskoðara eftir dystin, og hann sigur, at tað sást tíðuliga, at nógvir av ungu neistaspælarunum sýntist troyttir, tí teir hava spælt tríggjar dystir í eina viku. Læs resten

VÍF/Tjaldur – StÍF 20-28 (9-15) StÍF var nógv betra liðið

StÍF vann uppbornan sigur seinnapartin.

StÍF vann uppbornan sigur seinnapartin. (Mynd Álvur)

Eg skrivaði í gjár, at spældi Adina Petrea ikki við VÍF/Tjaldur ímóti StÍF í Runavík dag, vann StÍF dystin, og so var. Fekk fatur í runavíkingi, og hann segði mær, at dysturin var ikki væl spældur, men liðið, sum stríddist nógv meira, vann dystin, og tað var StÍF.

StÍF mansvardi Liljuna Durhuus, og tá ið bæði Adina og nú eisini Heidi Sevdal eru skaddar, er VÍF/Tjaldur liðið viknað munandi.

Dystargongdin var henda:

StÍF legði seg á odda 5-2 , longu tá ið seks minuttir vóru spældir, men fýra minuttir seinni var tó javnleikur 6-6. Tá ið fjúrtan minuttir vóru spældir var StÍF á odda 8-7 og javnt gekk á. Læs resten

VB spælir sunnudagin í Vági avgerandi dyst ímóti Kyndli

Mynd frá seinasta dysti í Vági, dystin, sum Kyndil tá vann. (Mynd Bjartur)

Mynd frá seinasta dystinum í Vági millum VB og Kyndil. (Mynd Bjartur)

Kyndil, VB, Stjørnan og Neistin skulu spæla hálvfinalurnar í steypakappingini, sum eg ikki havi skrivað um, men míni eygu venda sær heldur til Vágs sunnudagin klokkan 15.00, tá ið VB og Kyndil spæla avgerandi dyst í landskappingini, har VB kann missa møguleikan at koma FM-finalurnar, meðan Kyndil harafturímóti tolir at tapa dystin. VB hevur sjey stig fyri nýggju dystir, og Kyndil trettan stig fyri ellivu dystir. VB má vinna dystin, skal liðið varðveita vónirnar at koma í FM-finalurin. Kyndil er í løtuni í góðum stima og vann seinast tryggan sigur á Stjørnuni. Útlendingurin Simona Iacob hjá Kyndli er høvuðsorsøkin, at kyndilskvinnur nú knappliga er næstabesta kvinnuliðið í landinum. Læs resten

Manskappingin er ógvuliga spennandi StÍF-Team Klaksvík 25-15(12-7) Kyndil-H71 22-21(10-9) VÍF-KÍF 27-6(14-18)

Jacob Jónsson, venjari og KÍF spælararnir er ávegis í FM-finalurin.

Jacob Jónsson, venjari og KÍF spælararnir er ávegis í FM-finalurnar.

Nú kom veruliga spenningur í manskappingina, eftir at Kyndil vann á H71 og KÍF vann í Vestmanna. KÍF verður óivað annað liðið í FM-finalunum, men H71, Kyndil, StÍF og VÍF hava eins góðar møguleikar at koma í FM-finalurnar. Dysturin millum KÍF og VÍF var útvarpaður í Rás2, tí geri eg lítið við dystin, men ungur vestmenningur segði mær í telefonini, at serliga var tað málverjin hjá KÍF Jaspur Joensen, sum var stóri munurin á liðnum, hann stóð ótrúliga væl. Eisini helt hann, at VÍF allan vetur ikki hevur riggað sum eitt lið, og hetta sást eisini í dag og legði aftrat, at tað var Ási Dam, sum beinanvegin í dystinum, sum skeyt nøkur mál, so KÍF fekk trygga leiðslu frá byrjan. Læs resten

Kyndil – Stjørnan 25-19 (13-7) Stjørnan vantar stríðsanda og spæligleði

Anja til høgru er høvuðsakslin í kyndilsverjuni. (Mynd Álvur)

Anja Heinadóttir til høgru er høvuðsaksilin í kyndilsverjuni. (Mynd Álvur)

Kyndilskvinnur vunnu uppibornan sigur á Stjørnuni seinnapartin. Kyndil var nógv betra liðið og serliga í fyrra hálvleiki. Og við sigrinum ímóti Stjørnuni er Kyndil knappliga favorittur at náa seinna FM-finalu plássið. Claus Rasmussen sá dystin seinnapartin, og hann er ikki í iva:

– Kyndilskvinnur stríddust veruliga fyri sigrinum, og í seinna hálvleiki sást tiðuliga, at bæði venjarar og spælarar ikki vilda, at Kyndil aftur “gav” sigurin burtur í seinna hálvleiki. Stjørnan brendi nógv í fyrra hálvleiki, og tað gjørdi Kyndil sær dælt av og fekk nógv skjótálop. Læs resten

Jan Ottosen givið føroyskum hondbólti serligt positivt íkast

Jan er ein litfagur hondbóltsvenjari. (Mynd Álvur)

Jan er ein litfagur hondbóltsvenjari. (Mynd Álvur)

Jan Ottosen venur ikki longur VÍF, danski venjarin, sum kom til Føroya at venja KÍF í 2009. Eg havi ótrúliga stóra virðing fyri danska venjaranum, tí hann kom til Føroya við íðni, framfýsni og nýggjum hondbóltstonkum, har hann segði sína meining um ymist innan føroyskan hondbólt, og hann stóð við tað hann segði.

Vit í Føroyum liva mangan í okkara lítla dunnuhyli og tola mangan ikki, at serliga ein dani kemur til Føroya við nýggjum hugskotum og nýggjum hondbóltstonkum. Einki má broytast.

Eg havi ringt til Vestmannar og hitt altíð fyrikomandi venjaran. Eg spyrji Jan, um hann er ein keddur fyrrverandi VÍF-venjari, og hvat hann ætlar við hondbóltinum í framtiðini?  Læs resten

Áhugavert at fylgja eini tík við hvølpum

Hvølpurin er bara tveir dagar gamalur. (Mynd Vagnur)

Hvølpurin er bara tveir dagar gamal. (Mynd Vagnur)

Úti í Havnardali eiga abbabørnini verðins fittasta hund, eina tík, sum er trý ára gomul og kom sum hvølpur av Strondum. Øll í familjuni er góð við tíkina, sum goyr millum lítið og einki. Hon er trúgv og er ógvuliga “kerlig”. Umstøðurnar eru góðar at hava hund í Havnardali, tí tá ið tíkin vil út, er stórt umráði hjá henni at ferðast á, og hon rýmir ikki. Í heyst tosaðu tey um, at nú var tíðin komin, at tíkin átti at fingið hvølpar fyrstu ferð. Tey tóku tíkina við til Skúvoyar, har tey skuldu fletta í heystfrítíðini. Og tíkin var ikki meira enn komin á land í oynni, tá hon varð føst við seyðahund hjá bóndanum. Læs resten

Kyndilsmenn og Stjørnan kvinnur við rygginum ímóti múrinum

Ema og Stjørnan spæla við rygginum ímóti múrinum í Havn

Ema og Stjørnan spæla við rygginum ímóti múrinum í Havn

Hondbóltskapppingin í bestu deildini byrjar aftur um vikuskiftið, og fleiri heilt áhugaverdir dystir eru á skránni. Taka vit fyrst mansdystirnar, so spæla VÍF og KÍF í Vestmanna, Kyndil og H71 í Havn og StíF og Team Klaksvík á Skála.

Vit eru nú í í triðja umfari í grundspælinum, og eg fari so langt at siga, at tapir mansliðið hjá Kyndli ímóti H71, so hevur Kyndil mest sum mist møguleikan at koma í FM-finalurnar.

H71 hevur tá 18 tig og Kyndil 13 stig, men vinnur Kyndil, so er liðið famvegis við í FM-stríðnum. Læs resten

Nicoleta Radu Hansen spælt hondbólt í Føroyum síðani í 2000

Niclota hevur spæt væl í vetur. (Mynd Vagnur)

Nicoleta hevur spælt væl í vetur. (Mynd Vagnur)

Nicoleta er kent hondbóltsnavn í Føroyum, og hon hevur spælt í føroysku kappingini síðani í 2000 tó uttan eitt kappingarár. Nicoleta, sum er 37 ára gomul, kemur úr Rumenia. – Mær dámar væl at búgva í Føroyum, tí her er so róligt í mun til stórbýin, eg komi frá.

– Nú havi eg verið so mikið leingi í Føroyum, at eg havi fast uppihaldsloyvi og verður roknaður sum føroyingur. Nýggja passið fái eg í næstum, sigur Nicoleta, sum framvegis dámar væl at spæla hondbólt. 

Nicoleta Radu Hansen kom 6. oktober í 2000 úr Rumenia til Vestmannar at  spæla hondbólt. Tað var Daniel Rapa, sum fekk Nicoletu til Føroya. Hon er úr býnum Buzau við 140.000 íbúgvum. Læs resten