H71 og Neistin menn í bestu deildini spældi í kvøld triðja av fýra dystum í grundspælinum. Fyrstu tveir dystirnir vóru javnir, har H71 vann fyrra dystin við einum máli, og Neistin vann seinna dystin við einum máli. Men í kvøld vann H71 uppiborið á neistamonnum. Dysturin var longu avgjørdur í fyrra hálvleiki. Eg fekk fatur í neistaáskoðara eftir dystin, og hann sigur, at tað sást tíðuliga, at nógvir av ungu neistaspælarunum sýntist troyttir, tí teir hava spælt tríggjar dystir í eina viku. Neistaáskoðarin sigur eisini, at H71 spældi skjótt spæl, og Ári Dam stóð væl í H71 málinum, men hann leggur aftrat, at H71 liðið er sárbart, ti missir liðið bara ein bakspælara, so kann møguleikin at náa FM-finalurnar fara fyri bakka.
Neistaáskoðarin var annars væl nøgdir við neistaliði, tí sjálvt um H71 vann tryggan sigur, so vísti Neistin framvegis góðan stríðsanda, sum liðið hevur sýnt í allan vetur. Hann nevnir høgra vong Torstein Balle hjá Neistanum, sum var skjótur í skjótálop og skeyt seks mál frá veinginum. Hvørgin av neistavenjarunum vóru í høllini. Ári Rouch er í Danmark til próvtøku, og Áki Mørk var heima sjúkur. Rani Slættanes skifti út.
H71 spældi skjótt og skifti nógv út í kvøld, og heilir ellivu H71 spælarar komu á mállistan. H71 hevur framvegis góðar møguleikar at koma í FM-finalurnar, og H71 skal eisini spæla hálvfinaludystir í steypakappingini, so H71 hevur nógvar spennandi dystir fyri framman. (Vagnur)
Málskjúttar H71: Bogdan Florea 7, Rúni Højgaard 6, Ari J. Olsen 4, Rógvi Sørensen 3, Hallur Biskopstø 3, Andor Sivertsen 2, Niels Viggo Niclasson 2, Hanus Norðberg 1, Høgni Olafsson 1, Sigmundur Nolsøe 1 og Tróndur Arge 1.
Málskjúttar Neistans: Torstein Balle 6, Beinur Davidsen 4, Grímur Petersen 4, Jugoslav Djumic 3, Terji Mørk 3, Andras Joensen 2, Kristian Dulavík 1, Rói Hansen 1 og Rógvi Nolsøe 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
