Meiningahornið – Kríatúr eru framvegis til ampa í ferðsluna

Hesin seyðurin lá deyður á  Velbastaðhálsi. (Mynd Vagnur)

 

Tað er mangt, sum er løgið í ferðslupolitikinum í okkara landi. Ráðið fyri ferðslutrygd arbeiðir við eini null loysn í ferðsluni, so eingin doyr á vegunum. Ferðslureglur verða herdar, vit hava serlig løgreglufólk, sum gera kanningar á vegunum, og nú er promillumarkið so lágt, at fólk kunnu ikki drekka eina øl og koyra bil. Alt er framt, so tryggari gerst í ferðsluni. Men seyðurin, neytini og gæsnar eru framvegis friðað á nógvum vegastrekkjum. Hetta er fyri mær óskiljandi. 

Eg plagi at koyra úr Havn til Kirkjubøar, og á leiðini seti eg bilin og spáki nakrar kilometrar. Longu við Norðasta horn kanst tú síggja seyð á vegnum. Í seinastu viku spældu trý smálomb sær á vegnum inn til Havnardal. Tey runnu um kapp um vegin, fleiri bilar settu ferðina niður, floytaðu, hetta hjálpti hesuferð. Men vandin er stórur, at okkurt av smálombunum liggur eftirá.

Við nýggja fjósið í Havnardali er sama skili, tí har gongur vanliga seyður á vegnum. Seyðurin eru ógvuliga spakur, tí teir hava vant seg við bilarnar. Tú kanst spara tær at floyta, tí tá ið tú setir ferðina niður, spáka teir spakuliga av asfaltinum yvir á bøin. Í tonkunum er smállombini, tí vandi er á ferð, tá ið ærin er øðrummegin og lambið hinumegin vegin. Gerst lambið bangið, vil tað til mammuna.

Á leiðini frá Velbastaðhálsi til vegin oman á Gomlu rætt, kanst tú møta neytaflokki og gásaflokki á vegnum. Neytini eru púra rólig, hvør skal siga, vit hava júst sama rætt og tit á vegnum.

Vit hava hoyrt bøndur gramt seg um, at ov nógvir seyðir doyr fram við vegunum. Í fleiri bygdum hava tey sett hegn fram við serliga landsvegum, sum fara gjøgnum bygdina. Í mínari verð er tað heilt ófatuligt, at seyður fær loyvi at króka í tunnlum, spáka á vegum, sum teimum lystir, og vit samstundis tosa um null loysn í ferðsluni.

Kríatúrið eru sjálvandi vandamikið bæði fyri seg sjálvt og fyri okkum í ferðsluna. Herfyri hoyrdist, at best var, at øll fólk dugdu at svæva, so at seyður skjótt kundi avlívast, um hann var yvirkoyrdur og ikki stendur at bjarga.

Vit gera kostnaðarmiklar vegir fyri millióna upphæddir, men hegn fram við vegunum og smogur undir vegunum vanta nógvastaðni.

Eg eri steðgaður einar fýra ferðir av løgregluni í fýrati ár í grein 13 kanningum. Gloymdi trygdarbeltið tvær ferðir, einki koyrikoyrt upp í mær einaferð, og fyri nøkrum árum koyrdi eg 62 kilometrar um tíman Yviri við Strond. Takk, 850 krónur í bót, sum fóru í danska statskassan.

Men hvat við smálombunum, ærnum, gæsnum og neytunum, hví ganga tey framvegis á vegunum, har tey eru í vanda at vera koyrd yvir og eru til stóran vanda í feðsluni? Men einki hendir, bóndin taðar framvegis fram við vegunum, og sjálvandi legst seyðurin har, sum gróðurin er bestur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *